Partapolitikkur
og samráðingar
Partapolitikkur verður vanliga ikki drigin beinleiðis inn í samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað er eitt gott prinsipp, sum átti at verið hildið.
Kortini vistu vit helst øll longu frammanundan, at kom tað til skarpskeringar á almenna arbeiðsmarknaðinum, so fóru bæði Tjóðveldisflokkurin og fullveldisætlanin at standa fyri hørðum og álvarsligum skotum. Ikki minst orsakað av eini stórari ónøgd millum fólk við broytingarnar í tingmannalønunum, sum ? hóast tvørpolitiskar ? verða tilskrivaðar Tjóðveldisflokkinum. Ríkiligt høvi verður at viðgera hetta mál út í æsir, tá støðan er minni spent og veruligu avleiðingarnar kunnu metast nærri.
Men hetta gjørdist altso støðan. Í einum stríði fella eisini hørð orð millum partarnar, sum neyvan høvdu verið søgd annars. Hetta er nakað, sum vit mugu leggja afturum okkum uttan agg. Samanumtikið kann sláast fast, at tað liggur ongin hugsan um partapolitiskan vinning fyri Tjóðveldisflokkin aftan fyri tað sera harmiligu ósemjuna millum almennu fakfeløgini og Fíggjarmálastýrið.
Ábyrgdarleys uppílegging
Eg hevði eisini ætlað at róst andstøðuflokkunum fyri, at teir hava aftrað seg við at vevja bíligan partapolitikk inn í arbeiðsósemjuna. Men seinastu dagarnar vendist tíverri í holuni. Í Sosialinum 8. apríl, hava bæði oddagrein og baksíða rættiliga hørð partapolitisk álop á Tjóðveldisflokkin. Í sama blað er somuleiðis ein yvirlýsing frá Javnaðarflokkinum og eitt prát við formann Javnaðarfloksins um sáttmálatrætuna. Har verður róð fram undir, at landsstýrið ætlar at »pína lønirnar niður« til eitt láglønarsamfelag fyri at fíggja eitt føroyskt fullveldi. Harafturat verður sagt, at nú skulu lønirnar hækka munandi, tí landskassin hevur ráð til tað við einum yvirskoti á fíggjarlógini.
Hetta er ómetaliga skelkandi. Eg skal ikki her siga mína meining um politikkin hjá Javnaðarflokkinum mótvegis fakfeløgunum. Tað kann hvør einstakur meta um. Men tað liggur ein
ótrúliga stór ábyrgd á einum politiskum flokki, sum leggur seg út í eitt sáttmálastríð millum landsstýrið og almenn fakfeløg. Tað liggur eisini ein ótrúliga stór ábyrgd á einum flokki, sum í tráðan eftir løttum partapolitiskum vinningi førir slíkar pástandir fram, og málar ræðumyndir fyri fólkinum. Eftir semjuna kennir onkur vónandi ringan smakk í munninum í hesum flokki.
Hvat er endamálið?
Tí mótvegis hesum er at siga:
?Semjan og útspælini hjá landsstýrinum í sáttmálasamráðingunum eru liður í at skapa trygg lønar- og arbeiðskor. Lønirnar lækkaðu í 1993 við 8,5%. Niðurskurðurin varð ikki fingin aftur fyrrenn fyrsta januar í ár. Og nú 4 mánaðir er semja um at hækka lønirnar við 6,5%, um framt aðrar batar. Er hetta ?niðurpíning av lønunum? undir núverandi landsstýri?
?Hvørki landsstýrið ella Tjóðveldisflokkurin miða eftir at fíggja eitt føroyskt fullveldi við lágum lønum. Ætlan landsstýrisins er ein skipað og varlig tilgongd, har vit við fullari ábyrgd av landinum skapa eitt sjálvbjargið samfelag og eitt føroyskt vælferðarsamfelag.
? Føroyski búskapurin er als ikki komin úr kreppuni. Framgongdin er fyrst og fremst grundað á høgar fiskaprísir, gott fískarí og lága rentu. Tað sum Javnaðarflokkurin leggur upp til, er at hækka lønirnar bert tí at yvirskot er á fíggjarlógini.
Kreppupolitikkur
Hetta er í fyrsta lagi búskaparliga óforsvarligt. Tá uppgangstíðir eru í búskapinum skulu vit vera sera varin við at seta eyka ferð á búskapin og økja um nýtsluna. Tað kann elva til dýrtíð, so lønin minkar í virði og búskapurin fer av lagi. Heldur skulu vit leggja til síðis og halda aftur, so vit í verri árum framvegis kunnu tryggja lønarframgongd og seta eitt sindur av ferð á búskapin.
Í øðrum lagi er hetta ein háðan móti øllum fakfeløgum og løntakarapolitikki. Um tú tekur Javnaðarflokkin uppá orðið, so siga teir, at tá eitt landsstýrið førir varnan búskaparpolitikk og hevur yvirskot á fíggjarlógini, so kunnu lønirnar hækka. Men um eitt ábyrgdarleyst landsstýrið kemur til og setir búskapin á eggina, so skulu lønirnar ikki hækka og kanska minka. Hetta minnir meg óhugnaliga nógv tann politikk, ið setti okkum í so djúpa kreppu. Sum fakfelagsfólk hevði eg mótmælt harðliga hesum tosi, tí hetta tekur grundarlagið undan fakfelagsrørsluni.
At taka fram-
tíðina í álvara
Eg fari tí at heita á Javnaðarflokkin um at endurskoða hendan partapolitiska taktikkin og heldur tosa álvarsliga um føroyska búskapin frameftir og um at taka løntakaran í álvara. Vit hava ikki brúk fyri slíkum gykli í føroyska samfelagnum, men heldur semjum um ein langtíðarpolitikk, ið kann skapa tryggleika fyri løntakarar og vinnulív.
Høgni Hoydal