Drepandi vápnini eru allastaðni

Tað finst eitt ótal av ólógligum, drepandi riflum í Føroyum. Nógv fólk liggja inni við bæði riflum og lóðri til tær, og skottilburðurin í Klaksvík er eitt dømi um, hvat kann henda, tá onkur ger sær dælt av hesum vápnum

Eyðun Klakstein


Sunnukvøldið rungaðu rifluskot í Klaksvík. Fýra unglingar skutu eftir bilum, húsum og fólki, og hevur onkur hug at endurtaka kynstrið, verður tað ikki vápnini, tað fer at stranda uppá.

Ungfólk, sum vilja hava hendur á eini drepandi riflu, sum kann skjóta deyðiligar kúlur ein kilometur ella meira, nýtast ikki at brúka stóra hugflogið.

Tað finst nevniliga eitt ótal av ólógligum, drepandi riflum heima hjá privatfólki, og ofta liggja patrónir til riflurnar goymdar nærindis. Skottilburðurin í Klaksvík sunnukvøldið er eitt dømi um, hvat kann henda, tá onkur ger av at nýta hesi vápn móti fólki, bilum og húsum.

Sosialurin royndi í gjár at finna onkran, sum liggur inni við ólógligum riflum, og tað var lætt. Í Klaksvík sluppu vit at taka myndir av tveimum riflum, einari salonriflu og einari herriflu, og hetta vóru líknandi riflur, sum tær, ið vórðu nýttar undir skottilburðinum í Klaksvík.

Maðurin, ið eigur hesar riflur, sigur, at tað vórðu keyptar í Grønlandi fyri nógvum árum síðani. Hann brúkar so at siga ikki riflurnar, men hann hevur heldur onga ætlan um at beina fyri teimum.


Vandamiklar riflur

Hesin maðurin og onnur fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, eru á einum máli um, at tað finst ein ørgrynna av hesum kraftmiklu vápnum kring landið.

Tað er púra vanligt, at fólk liggja inn við ólógligum riflum, og nógvar av hesum eru komnar til landið við fólki, sum hava siglt í Grønlandi ella New Foundlandi.

Nógvar av riflunum eru gamlar, men talan er um modell, sum eru bæði vandamikil og álítandi. Ein rifla, sum er vanlig í Føroyum, er tann, sum kallast Enfield og er frá 1917.

Enfield-riflurnar finnast eisini í hóptali í til dømis Grønlandi, har tær verða mett sum tær mest álítandi í kalda veðurlagnum. Og tá nógvar av riflunum, sum finnast í Føroyum, eru keyptar í Grønlandi, eru tí nógvar Enfield eisini ímillum.

? Hesar riflur eru vandamiklar, og tær verða mettar at verða góðar og álitandi. Tær røkka okkurt um ein kilometur og kunnu drepa fólk upp á langan tein, verður sagt av Marinustøðini í Havn.

? Tað kann vera vandamikið, um skeivar patrónir verða brúktar til hesa riflur, tí so kann kúlan sláa bakk.


Mugu revsa brotini

Løgreglan í Klaksvík vil ikki upplýsa, hvussu nógvar og hvørjar riflur vóru uppi í leikinum sunnukvøldið, men sýslumaðurin í Klaksvík váttar, at talan er um fleiri enn tvær riflur. Meira vil hann ikki siga.

Hetta samsvarar eisin við tey hylki, sum vóru at síggja eftir skottilburðin sunnukvøldið. Tað sløddust hylki eftir trý sløg av patrónum kring húsini, haðani skotið varð, og tí hevur talan ið hvussu so er verið um tríggjar ymiskar riflur.

Í blaðnum í gjár staðfestu løgreglufólk, at tey kunnu ikki taka ímóti riflum, sum fólk hava hug at sleppa av við, uttan at ein bót samstundis verður útskrivað. Orsøkin til hetta er, at tá løgreglan eftir drápið á ein mann í Lorvík fyri nøkrum árum síðani, gav fólki møguleikan at lata skotvápn inn, uttan at tey verður revsað, góðtók fútin ikki hesa mannagongd.

Heimild er ikki í vápnalógini fyri, at fólk kunnu sleppa undan revsing tá tey lata løgregluni ólógligu vápnini. Í vápnalógini, sum er frá 1969, stendur greitt, at sektin fyri at liggja inni við ólógligum vápnum er í minsta lagi 1000 krónur.


Umhugsa at geva fólki ein møguleika

Finn Ougaard, varafúti, segði týskvøldið við Dag og Viku, at kanska skuldi tað verið umhugsað at givið fólki ein møguleika at lata ólóglig vápn til løgregluna, uttan at tey vórðu revsað afturfyri.

Vit royndu í gjár at fáa fatur á várafútanum fyri at spyrja hann nærri um hesa æltan, men á fútaskrivstovuni fingu vit at vita, at varafútin ikki er at hitta aftur fyrr enn eftir Hvítusunnu, og fútin er burturstaddur í løtuni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, segði í gjár við Sosialin, at tíðin er búgvin til eina nýggja vápnalóg, sum revsar brot á hesa lógina harðari. Samstundis helt Høgni Hoydal, at tað skuldi verða við í nýggju lógini, at fólk fingu eina tíðarfreist at lata ólóglig vápn frá sær uttan at fáa revsing afturfyri.

Og at tað finnast nógv ólóglig vápn kring alt landið, ivast eingin í. Spurningurin er bara, um onkur aftur fer at gera sær dælt av hesum vápnum.