Tað, sum er hent her í dag er ein stór og gleðilig hending. Avtalan, sum vit júst hava undirskrivað, er eitt stórt framstig fyri føroyska mentan og gransking. Eg vil tí fyrsta takka øllum teimum, ið hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at vit kundu koma á mál. Eg vil fegin takka donskum og føroyskum embætisfólkum, ið her hava gjørt eitt gott fakligt arbeiði. Og eg vil takka danska mentamálaráðharranum fyri góðan vilja og gott samstarv, nú vit at enda eru komin á mál við hesum týdningarmikla spurningi.
Tað hevur tikið drúgva tíð, frá tí at landsstýrið og danska stjórnin í 1977 samdust um, at Kirkjubøarstólarnir skuldu latast fornminnissavninum í varðveitslu, til vit í dag kundu skrivað undir hesa avtalu. Avtalan snýr seg um mangt annað enn Kirkjubøarstólarnar. Hon merkir, at ein hópur av sera virðismiklum føroyskum forngripum í Danmark kunnu verða latnir føroysku tjóðini til ognar.
Føroysk og donsk savnsfólk fara nú undir at gjøgnumganga føroysku gripirnar á danska tjóðsavninum við tí í hyggju at býta savnslutirnar við fyriliti fyri bæði føroyska mentanararvinum, felags søguni og danskari savnssøgu. Eg ivist ikki í, at til ber at koma á mál í sama positiva samstarvsanda, sum avtalan er gjørd í.
Orsakað av einum miðvísum savningararbeiði í 19. øld vórðu virðismiklir føroyskir forngripir í stórum tali savnaðir og fluttir til varðveitslu í Danmark. Hetta hendi, meðan einki fornminnissavn var í Føroyum, og tí ber til at siga, at gripirnir á hendan hátt mangan vórðu bjargaðir.
Men gripirnir eru partur av føroyska mentanararvinum. Tað er tí týdningarmikið fyri okkum sum tjóð, at gripirnir verða varðveittir í Føroyum. Her kunnu teir gerast ein natúrligur partur av okkara framsýningum á fornminnissavninum. Her kunnu føroyskir granskarar lættari sleppa framat at greina og lýsa teir í einum størri siðsøguligum høpi. Hetta er ein orsøk til, at tað er okkara mentanarpolitikkur at fáa aftur til Føroya sum mest av teimum mentanargripum, sum eru í varðveitslu uttanlands.
Flestu lond í heiminum í dag sýta fyri at lata aftur mentanargripir, ið eru keyptir ella fluttir burtur úr øðrum landi. Altjóðasamfelagið hevur arbeitt nógv við hesum spurningi, men lítið er komið burturúr. Lond, sum í fortíðini hava savnað virðismiklar mentanargripir aftra seg við at lata hesar gripir fara aftur, har teir av røttum hoyra heima.
Tað er tí Danmark til heiðurs at gera avtalur við lond, sum enn eru, ella sum áður hava verið í ríkinum, um avhending av fornlutum og skjølum eitt nú við Íslandi, Noregi og Grønlandi.
Tað er okkara politikkur, at føroyskir mentanargripir uttanlanda eiga so vítt møguligt at verða fluttir aftur til Føroya. Við stórari vælvild frá svenska ríkisdegnum og svensku stjórnini tóku vit eitt týðandi stig við Kongsbókini. Vit hava nú í semju við danska mentamálaráðið og tjóðminnissavnið tikið næsta stigið. Vónandi gongur ikki alt ov long tíð, til vit fara at taka triðja stig móti eini avtalu um føroysk skjøl og handrit í Danmark. Arbeitt verður við hesum máli, og arbeiðið gongur væl.
Ætlan samgongunnar miðjar ímóti í sátt og semju við Danmark at fremja stórar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. Hetta setur stór krøv til okkara ábyrgdarkenslu mótvegis okkara mentanararvi. Mentanararvurin hevur stóran týdning fyri okkara samleika sum tjóð.
Tað er tí ein hin fremsta uppgávan hjá myndugleikunum í einum Føroyum við fullveldi at røkja mentanararvin væl og virðiliga. Hetta fer at kosta ? men tað fer at kosta uppaftur meira ikki at átaka sær hesa ábyrgd. Tá hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu, sum Heðin Brú so væl lýsir týdningin av at røkja mentanararvin.
At enda skal eg landsstýrisins vegna bera fram ynski um, at tað samstarv millum fornminnissavnið og tjóðminnissavnið, ið her er byrjað fver at vignast væl og verður til gleði og gagns fyri báðar partar. Eisini vóni eg, at henda avtala, verður ein partur av einum úrslitaríkum komandi mentanarsamstarvi millum báðar tjóðirnar.
At enda skal eg enn einaferð takka øllum, ráðharra eins og embætisfólki, sum hava medvirkað til hesa sera góðu loysn og ynskja alt tað besta fyri báðar tjóðir í framtíðini.