Verða treytirnar fyri 1. útbjóðing ikki ov harðar, so kann roknast við, at í hvussu er 3 til 4 ella kanska upp í 7 bólkar við millum 12 og 23 av heimsins stóru oljufeløgum fara at bíleggja sær atgongumerki til frumboringina ár 2001.
Hinvegin verður tað tó sera avgerandi fyri áhugan, hvørji øki verða boðin út. Eitt eru treytirnar. Annað eru økini. Hugsast kann, at tað verða teigarnir í landssynningshorninum av landgrunninum tætt uppat verandi keldum bretsku megin markið, sum verða bodnir út og sum størstur áhugi verður fyri. Men neyvan ber til at lata øllum part av hesum ?góða bita?. Spurningurin tá er so, hvør fær góðu teigarnar. Men feløg eru ymisk í sínum hugsunnarhátti og vali. Eitt nú valdi Agip at søkja um eitt øki sunnan fyri Írland, sum eingin annar hevði serligan áhuga í, tá útbjóðing var har seinast. Og tað sama kann henda her, at tað eru feløg, sum fara at søkja um teigar aðrastaðni á landgrunninum enn bara í ?fitilendinum? í landssynningspartinum av landgrunninum.
Fyri Føroyar hevði tað verið best, um fleiri øki enn eitt vóru við í útbjóðingini. Og tað verður helst so eisini. Men kortini fer fokus at verða sett á landssynningshornið, úti í hvítu sonuni nær bretska markinum. Eftir tí sum skilst, so eru gjørdar ómetaliga nógvar seismiskar kanningar júst her, og tað, sum feløgini síggja, skilst, er eisini sera áhugavert. Onkur skal hava luftað ?tankan? um elefantar - fílar - tvs. risastórar oljukeldur júst í hesum økinum. So spennandi sær undirgrundin eftir øllum at døma út.
Skuldi tað óvanliga hent, at oljufeløg raka við fleiri keldur eftir stuttari tíð, so er tað spurningurin: eru Føroyar við sínum einans 45.000 íbúgvum í heila tikið til reiðar at skula gloypa einum so stórum bita? Bara eitt Ecofisk ella tvey Statfjordfelt kunnu vera nóg mikið til at geva Føroyum heitið ?Norðuratlantiska Kuwait?. Geva vit nógv loyvi beinanvegin, er so ikki møguleiki fyri, at tað kunnu verða funnin fleiri keldur enn gott er vil onkur spyrja? Og verða fleiri keldur funnar, verða vit so noydd til at loyva teimum øllum í gongd um samma mundið - ella hava vit møguleika tá at gera raðfestingar av, hvat skal framleiðast?
Komandi tvey til fimm árini fara helst at geva okkum svar uppá hesar spurningar. Taka vit við læru av søguni vestan fyri Hetland, so eiga vit heldur ikki at vera ov bjartskygd. Tí har hava teir borað eftir olju í meira enn 25 ár - tilsamans 140 brunnar. Ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani fór fyrsta keldan at spríkja og enn eru har bert tvær slíkar keldur. Við hagtølunum frá bretskum øki í huga, er kanska rætt at vera meira enn eitt sindur varin við metingum og vónum. Men oljufeløgini tykjast kortini trúgva uppá, at her er okkurt. 1. útbjóðing fer kanska at geva okkum svarið.
Stór feløg
Tær mongu samanleggingar og yvirtøkur í oljuheiminum fara helst at hava við sær, at tað verða nøkur risastór oljufeløg í nøkrum fáum bólkum, sum fara at bjóða á føroyska landgrunninum. Um hetta er tað besta fyri útbjóðingina er ilt at siga. Ynskið hjá oljumyndugleikunum hevur annars verið at fáa so nógv oljufeløg sum gjørligt við í fyrstu útbjóðing, soleiðis at henda ikki bert verður dominerað av teimum risastóru. Og soleiðis at tað verður størri kapping. Og harvið kanska eisini fleiri boringar. Hinvegin kunnu vit við fáum og stórum oljufeløgum fáa feløg, sum veruliga megna uppgávuna at finna olju undir teimum torføru umstøðunum her galda.
Vit hava í hesi analysu valt at tríva í ein part av øllum oljumálinum. Aðrir spurningar, sum hava ikki minni áhuga og týdning, eru tær treytir, sum verða settar oljufeløgunum. Og uppaftur aðrir hava við umhvørvi og okkara egna samfelag at gera. Hvussu fer vinnan at ávirka landið og fólkið her býr. Eiga vit t.d. at kenna okkum nóg trygg, hvat umhvørvinum viðvíkur, hóast oljufeløg og føroyskir myndugleikar arbeiða við hesum málinum í GEM? Tað og mangt annað vilja vit tríva í í øðrum greinum sum frálíður.
Føroyski básurin á