seinasta forðingin hjá ÍF á gullkósini. ÍF hevur ongantíð verið so væl fyri sum júst nú, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at ÍF er so nær við FM-gullið. Dráttur hevur tí avgerandi leiklut í FM-stríðnum, tí [...] endar KÍF aftast. Liðið var annars væl við í fyrru hálvu, men nú í seinastuni hevur ikki ligið so væl fyri. Neyðugt hevur verið at broytt liðið nakað, men serliga tað, at leikararnir ikki hava nógvu royndirnar
Fiskivinna Sosialurin hevur afturvendandi tikið upp trupulleikan, sum Fiskamarknaður Føroya, skipini, útróðrarmenn og virkini hava av, tá ið trot javnan er á kørum og kassum. Ringast stendur til, tá ið [...] men í samrøðu við blaðið, segði leiðarin á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík fyrr í heyst, at hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki gjøgnum alt árið 2002. - Tað kann ikki vera rætt, at eg skal nýta [...] arbeiðsorku til at útvega kassar og kør, so vit kunnu arbeiða, segði Kristian Fríðrik Olsen. Sum skilst, hevur staðið rímiliga væl til við kassum higartil í ár, men enn er so bara ein vika liðin, síðan skipini
Yrkisfótbóltur Seinastu tíðina hevur millum lítið og einki verið at hoyrt til, hvar framtíðin hjá liðformanninum á føroyska A-landsliðnum í fótbólti skal liggja. Eftir at tað í fjør gjørdist greitt, at [...] hendan styrkin flutti niður eftir bert eitt ár í bestu fótbóltsdeidlini á hesum sinni. Síðani hetta hevur tað verið rættiliga lítið at hoyra. Onkrar søgur hava verið frammi um, at hann skuldi gerast leikandi [...] Ístaðin fer Óli Johannesen nú til Skotlands, har hann ætlandi skal royna seg komandi dagarnar. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Óla Johannsen, men væl vitandi keldur hjá Sosialinum siga, at Óli
n, landsstýrismaður, hevur lagt fyri løgtingið í sambandi við aðalorðaskiftið um heildarpsykiatri í Føroyum. Í frágreiðingini gongur eitt nú fram, at Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan [...] jan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum í oktober 2002. Í frágreiðingini, sum hevur verið til hoyringar hjá Familju- og heilsuráðnum, átalar umboðsmaðurin fleiri viðurskifti, sum sálarsjúk og [...] Bill Justinussen, landsstýrismaður. Bústaðartrupulleikin eru bara ein av fleiri. Nú Bill Justinussen hevur skipað fyri aðalorðaskifti um heildarpsykiatri í Føroyum, ger hann púra greitt, at skal nakað munagott
Býráðsformaðurin vísir á, at nú trýstið á kommununa um betri og rúmari havnaumstøður hevur verið so stórt, hevur Havsbrún bygt eina atløgusíðu sunnanfyri virkið, sum teir í størstan mun brúka sjálvir [...] landar og vigar fiskin, sum útróðrarbátarnir fáa. Hesin verður síðan sendur á Fiskamarknaðin. Soleiðis hevur verið gjørt í nøkur ár. Á henda hátt kunnu útróðrarmenninir leggja fiskin upp í Fuglafirði og sleppa [...] marknaðin sjálvir. Tað lættir um. Bati í væntu Orsøkin til, at útróðrarvinnan í Fuglafirði enn ikki hevur betur umstøður, er tó ikki, at einki verður gjørt á hesum øki. Kommunan arbeiðir nevniliga við at
elektroniska økinum hava verið so ómetaliga stórar. Hetta hevur havt við sær, at krøvini til bilmekanikararnar eru heilt øðrvísi, enn tey vóru fyrr. Tí hevur Tekniski Skúlin broytt og tilpassað sveinaroyndirnar [...] sum fer upp til sveinaroynd, skal arbeiða meira sjálvstøðugt og vísa, hvat hann hevur lært í lærutíðini. Skipanin hevur í mong ár verið uppbygd soleiðis, at tann, sum fer upp til sveinaroynd, fær til uppgávu
og meiri rúsevni verður smuglað til Noregs, og tað hevur fingið politikararnar at heita á tollverkið um at betra marknaeftirlitið. Higartil í ár hevur norska tollverkið lagt hald á 30.000 ecstasy-tablettir [...] fyribyrgja smugling, og at eftirlitið á markinum verður styrkt. Serligt ákæruvald Danska stjórnin hevur gjørt av at skipa eitt serligt ákæruvald, sum skal taka sær av málum, sum viðvíkja krígsbrotsverkum [...] dagarnar, tá ein tíggju mánaðar gamal drongur fekk senda sjálvuppgávu fyri árið í fjør. Skattavaldið hevur lovað, at drongurin fær ikki sjálvuppgávu næsta ár.
ES-limaskapi, siga 66 prosent, at støðan Íslands hevur stóran týdning, meðan 23 prosent av teimum, sum siga nei, siga, at ein umsókn úr Reykjavík hevur týdning fyri teirra støðutakan. Kann vera dýrt Eins [...] at Noreg skal fara upp í ES. Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt. 46 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt ímóti. Eisini hendan kanningin vísir, at norðmenn leggja [...] sakførarar siga, at dómurin kann fáa stóran týdning, tí tann óhepni seljarin er ikki tann einasti, sum hevur roynt seg sum húsasmið.
kanning hjá danska Børsens Nyhedsmagasin vísir, at valdið í Danmark hevur fingið eina heilt øðrvísi samanseting, enn tað leingi hevur havt. Kanningin vísir m. a., at fakfeløgini hava als ikki tað vald, [...] Betri fráboðan Í Noregi hevur Torild Skogsholm, samferðslumálaráðharri boðað frá, at tað er neyðugt at ávara fólk í ferðsluni betur ímóti vandanum fyri skalva- og skriðulopum. Um vikuskiftið doyðu tvey [...] tey hava havt, men at fyritøkurnar ella vinnulívið hinvegin hevur fingið størri vald. Í Danmark verður mest tosað um, at forkvinnan í Framburðsflokkinum, Pia Kjærsgaard, er á sætta plássi á einum lista
koma, eru sett upp á ein skemtiligan og barnsligan hátt. Hanni Bjartalíð hevur teknað myndir til bókina, meðan Hestprent hevur umbrotið og prentað. Bókin um Hermus, Svansibobb og øll hini er 166 blaðsíður [...] mjólkin kemur. Heilt frá kúnni og til hon stendur klár á borðinum í einum mjólkapakka. Bárður Oskarson hevur myndaprýtt bókina, og hon er umbrotin og prentað hjá Einars Prent. Margreta og mjólkin kostar 50 krónur [...] útvaldi, út. Sjálvt um bókin er eitt framhald, so ber væl til at lesa bøkurnar hvør sær. Edward Fuglø hevur teknað myndirnar í bókini, eins og kápumynd. Henda bókin er eisini prentað og umbrotin á Hestprent