Tað er nú greitt, at Føroyahúsið í Keypmannahavn fær 2,5 milliónir á donsku fíggjarlógini næsta ár.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur at tað hevur hann samráðst seg fram til við donsku stjørnina, nú seinasta hond verður løgd á donsku fíggjarlógina fyri næsta ár.
Peningurin skal brúkast til at gera bráðneyðugar ábøtur fyri at forða fyri at tað mestsum dettur niðurfyri.
Sjúrður Skaale sigur, at køkurin í húsinum, sum hevur stóran týdning fyri virksemið, er í so ringum standi, at donsku heilsumyndugleikarnir hava hótt við at lukka hann. Og hann heldur, at tað hevði verið mestsum endin á húsinum.
Men nú fær húsið so ráð at umvæla hann, og at gera aðrar, átrokandi ábøtur.
- Føroyahúsið í Keypmannahavn er ein eitt avgerandi bindilið millum útisetar og føroyska samfelagið, sigur Fólkatingsmaðurin.
Hann sigur, at tað er karmur um 18 føroysk útisetafeløg, og hvørt ár eru eini 200 tiltøk fyri útisetar í húsinum.
- Tað er eitt mentanarligt bindilið ímillum Føroyar og Danmark, samstundis sum at danir eisini eru við í summum av feløgunum, sum halda til í húsinum,
- Sostatt hevur húsið avgerandi týdning fyri, at at føroyingar í Keypmannahavn framvegis kunnu føla seg sum ein part av føroyska samfelagnum, hóast teir eru burturstaddir, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at verður húsið umvælt, hevur eigarin, sum er ein grunnur, givið tilsøgn um, at føroyingar kunnu leiga húsið í 25 ár afturat.
Hann sigur at peningurin, sum nú verður játtaðurm røkkur langt, men hann vónar, at aðrir partar eisini koma við fígging, so húsið kann høvuðsumvælast.
Annars rinda føroyingar fyri leiguna og fyri raksturin, og húsið er eisini karmurin um ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.