HPV koppsetingin hevur minkað um talið av kvinnum, sum fáa cellubroytingar. Tað vísir ein nýggj kanning. Kanningin er gjørd millum tær fyrstu genturnar í Danmark, sum vórðu koppsettar móti HPV, og tað vísir, at tað eru munandi færri dømi um cellubroytingar hjá hesum gentunum. Tað skrivar Jyllandsposturin og Ritzau.
Talan er um gentur, sum eru føddar í 1993, sum nú hava verið til fyrstu undirlívskanningarnar fyri lívmóðurhálskrabba og cellubroytingar. Heili 40 prosent færri dømir vóru um cellubroytingar, samanborið við ein bólk av kvinnum, sum eru 10 ár eldri.
- Koppsetti árgangurin hevur havt stóra gleði av koppsetingini. Munandi færri hava cellubroytingar. Koppsetingin hevur spart nógvar kvinnur fyri keglesnitsskurð, eins og vit vænta, at munandi færri fara at útvikla lívmóðurhálskrabba, sigur Elsebeth Lynge, professari í epidemiologi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Jyllandspostin.
78 prosent av árganginum 1993 vórðu koppsettar, og talið vaks uppum 92 prosent fyri gentur føddar í ár 2000. Men eftir eina langa greinarøð í Politiken og seinni ein dokumentar í Tv2, sum í báðum førum vístu á, at koppsetingin hevur álvarslig hjáárin, minkaði talið av koppsetum gentum munandi, skrivar Ritzau.
Nú eru aftur áleið 50 prosent av hvørjum árgangi í Danmark, sum lata seg koppseta, tó tað er langt frá málinum, sum er 90 prosent.
- Hetta úrslitið er sera jaligt og vísir, at koppsetingin riggar. Hetta undirstrikar hvussu týdningarmikið tað er, at gentur lata seg koppseta, segði stjórin í danska Krabbameinsfelagnum, Jesper Fisker, við Jyllandspostin.
Sambært danska krabbameinsfelagnum verða 6000 kvinnur í Danmark árliga lagdar undir skurð orsaka av forstadium til lívmóðurhálskrabba. 375 fáa hetta slagi av krabbamein í Danmark, og áleið 100 doyggja av tí.
/ritzau/