Joanita dómari í sangkapping hjá Kanal 5

Joanita Zachariassen verður millum dómararnar, tá All Together Now verður víst á Kanal 5

Dansk-afrikanska sangkvinnan Joanita Zachariassen, ið nýliga hevur verið á konsertferð í Føroyum og er gift við føroyinginum Dánial Zachariassen, verður millum dómararnar, tá nýggja songkappingin hjá donsku sjónvarpsrásini Kanal 5 fer av bakkastokki seinni í ár.


Nýggja sjónvarpssendingin hevur fingið heitið All Together Now og hevur sín uppruna úr Onglandi, har BBC One vísir kappingina. Kanal 5 hevur keypt rættindini frá enskum framleiðarunum til at framleiða sendingina í Danmark.


- Tað er ein nýggj sending, ið verður send fyri fyrstu ferð í Danmark nú, ið eitur All Together Now og er tað sama sum tann enska sendingin. Kanal 5 spurdi meg, um eg ynskti at vera við sum dómari og eg takkaði ja, sigur Joanita Zachariassen.


Uppgávan hjá Joanitu Zachariassen er at vera ein av hundrað dómarum, ið skal meta um góðskuna í framførsluni hjá luttakarunum.


- Tað er størsta dómsnevnd yvirhøvur í Danmark og er hon mannað við fólkum, ið hava ymiskar royndir og bakgrundir innan tónleik. Høvuðsuppgávan hjá okkum verður sjálvandi at meta um luttakararnar, ið kappast um at vinna, sigur Joanita Zachariassen.


Í sendingini skulu luttakararnir framføra frammanfyri hundrað dómarum fyri at sleppa víðari. Teir sleppa beinleiðis víðari til næsta umfar, um tað eydnast at fáa allar hundrað dómararnar at reisa seg og syngja við til sangin, ið tey framføra.


- Luttakararnir koma fram fyri dómsnevndin og um vit dáma tað, ið vit hoyra, so reisa vit okkum og syngja við. Um vit ikki dáma tað, so verða vit sitandi. So tað skulu vera nakrar góðar framførslur, um man skal sannføra hundrað dómarar. Hetta verður ein sending, ið man skal gleða seg til, sigur Joanita Zachariassen.