Jákup og Magnus tóku ímóti FM steypinum

Gullkrónan skal niðan á grøvina hjá pápa, sigur annar av synunum hjá Ólavi Olsen, næstformanninum í Víkingi, sála

Tað var eingin ivi um, hvar hugsanirnar vóru, tá ið Christian Andreassen, formaður í FSF og Virgar Hvidbro, aðalskrivari, handaðu gullkrónur og FM steyp.

 

Atli Gregersen er liðformaður, men tað var ikki liðformaðurin, sum tók ímóti FM steypinum. Í staðin var tað Jákup Vatnhamar Olsen, sum saman við beiggjanum Magnusi Olsen, ið tók ímóti FM steypinum. Teir báðir eru synir fyrrverandi Víkinga næstformannin Ólav Olsen, sála, sum doyði í summar í syndarligu vanlukku á Víkinga degnum í Leirvík.

 

Jákup Vatnhamar Olsen hevur góðar gávur. Hann hevur spælt við í fleiri dystum. Síðstu tíðina hevur hann ikki spælt so nógv, tí hann hevur verið skaðadarvaður. Í dag varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu nakrir minuttir.

-Tað er eingin ivi um, at gullkrónan fer niðan í kirkjugarðin og á grøvina hjá pápa. Hann hevði verið ógvuliga fegin, um hann hevði verið her ídag, men soleiðis skuldi tað ikki vera. Vit ogna honum hetta FM heitið, sigur Jákup Vatnhamar Olsen.

 

Rúni Klein Joensen, óførur Víkinga fjeppari, heldur, at hetta var eitt frágera gott tiltak:

-Tað var flott at okkara liðformanni, Atla Gregersen, at geva henda kjansin frá sær og til Jákup og Magnus Vatnhamar Olsen. Men tað er so upplagt, at FM heitið verður dedikerað til Ólav Olsen, sála. Hann var framúr maður, og hansara týdningur fyri Víking kann ongantíð skattast nóg nógv, sigur Rúni Klein Joensen í samrøðu við Trónd Arge á Rás2. 

 

Liðmyndir eru tiknar. Tað vóru ein rúgva av myndamonnum og kvinnum, og myndir vera at síggja á facebook um eina løtu. Og ordiligar myndir frá Álvi Haraldsen eru at síggja her á in.fo.