Finnur Justinussen skoraði annað málið tá lið hansara, Næstved í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini vann 3-1 á FC Sydvest á útivølli.
Næstved gjørdi skjótt av í dag. Tá bara fýra minuttir vóru farnir legði Souheib Dhaflaoui Næstved á odda 1-0. Í 12. minutti økti Finnur Justinussen til 2-0, og tveir minuttir seinni økti Souheib Dhaflaoui til 3-0. Løtu seinni minkaði FC Sydvest um munin til 1-3, og so komu ikki fleiri mál í dystinum.
Næstved er á øðrum plássi við 39 stigum, átta stig frammanfyri Kjellerup sum tó hevur spælt ein dyst færri. Næstved hevur tríggjar dystir eftir at spæla, og Kjellerup hevur fýra dystir eftir at spæla.
Finnur Justinussen hevur higartil skotið fimm mál fyri Næstved í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Støðan:
1
19
34
45
2
19
15
39
3
18
2
31
4
18
8
29
5
19
-2
27
6
19
0
26
7
18
-1
24
8
19
0
22
9
18
-5
20
10
19
-16
20
11
19
-10
18
12
19
-25
11









