hjá løgregluni hevur virkað í nærum tveir mánaðir, og Jan Poulsen dugir væl at síggja veikleikar í henni. - Vit fara at hava fund um skipanina í komandi viku, og fert tú í gongd við eina nýggja skipan [...] tingar fara í løtuni fram hjá løgregluni, og Jan Poulsen, formaður í politistafelagnum, greiðir frá, at fleiri politistar ikki er nøgdir við nýggju skipanina. - Tað eru ov nógv veik lið í henni, og hon [...] hava gjørt fyrr, og í Føroyum hava vit ongan seniorpolitikk, sigur Jan Poulsen. Hann leggur afturat, at mann kann diskutera, hvussu neyðugt tað er við patruljum uttanfyri Havnina mitt í viku. Ov veik skipan
greiddi sína skyldu, tá runavíkingar vitjaðu í Sørvági í gjár. Við fýra málum móti einum, staðfestu Pauli Poulsen og hansara menn, at teir vilja vera við í stríðnum um heiðursmerki. - Sjálvsagt var tað [...] tá lítil løta restaði í av fyrra hálvleiki. Karoly Potemkin fekk onkursvegna lagt bóltin fyri føturnar á Boga Løkin, sum staddur uttanfyri brotsteigarmarkið, sendi í netið. Tíðliga í seinna hálvleiki øktu [...] trimum málum í Klaksvík, var tað við einum framrættaðum útgangsstøði, at Pauli Poulsen, venjari, fór til Vágar í gjár. - Vit hava tamarhald á dystinum. Vit vildu trýsta teir, og tað eydnaðist væl. Í seinna hálvleiki
møguligar til skipini. Hann vísti á, at krøv fara í framtíðini at verða sett okkum um at minka um útlátið, men enn hevur lítið orðaskifti verið um, hvussu vit í Føroyum kunnu minka um útlátið. - Núverandi fisk [...] um, at øll yvirflot og luftrør skulu savnast í ein tanga. Eyðstein segði, at hóast skiparin hevur ábyrgdina av bunkringini, hevur hann lítið tamarhald á – og í morgum førum - lítlan kunnleika um bunkringina [...] helst kunnu setast í verk til tess at verja fiskastovnarnar móti ovurveiði. - Vit sakna eitt orðaskifti um, hvussu vit taka hesa avbjóðing, legði hann aftrat. Veðurlagsbroyting Formaðurin í Føroya Skipara-og
Ocean Warrior sigldi runt í Orknoyggjum, tá brádliga tvær grindir vitjaðu í Føroyum. Men filmsliðið skal sjálvandi eisini hava myndir av kópahirðanum "in action" Filmsleikstjóri í filminum Ocean Warrior er [...] spælt við í filmunum X-Men, Gossip og Disturbing Bahavior. Bøturnar ein brøkpartur Samlaði kostnaðurin av filminum Ocean Warrior verður í minsta lagi 350 milliónir krónur. Frumsýningin verður í oktober komandi [...] fegin fyri, at filmsliðið kann fáa sínar myndir í kassan. Jú meiri dramatikkur, jú betri gerst filmurin. Og Paul Watson kann skúma fløtan, meðan limalistin í Sea Shepherd felagsskapinum veksur við sjeymíla
Oddagreinin í GLAÐING var fullkomiliga uttan politisk argument, fullkomiliga uttan politiskar grundgevingar ? hon var onki annað enn primitiv útspilling úr enda í annan. Eitt er óhúmskan sjálv í oddagreinini [...] sjálvan í útgávuni, som kom beint undan jólum. Men at døma eftir oddagreinini beri eg ótta fyri hvat intellektuella magasinið hjá sjálvari blaðstjórnini er fylt við. Tí henda oddagreinin var úr enda í annan [...] annan ein sann partapolitisk lortaspann yvir ein ávísan politiskan flokk í Føroyum, nevnliga Føroya Javnaðarflokk. Tað er bæði gagnligt og ynskiligt við politiskum kritikki og gjarna hvøssum kritikki av politisku
Royndarstøðini í Kollafirði lata tey væl at eplagrøðini í ár. Royndir verða gjørdar á hvørjum ári við ymiskum eplasløgum. Fyrst í mai vórðu epli sett niður á Sandi og seinast í apríl í Miðgerði í Kollafirði [...] fold og í Kollafirði 11 fold. Í fjør var miðalúrtøkan 9 fold. Í báðum førum er tað slagið nýggja slagið Allegro, sum skarar framúr við 16 fold á Sandi og 15 í Kollafirði. Vanligastu eplasløgini í Føroyum [...] síðst í september. - Epli goymast betri, tá ið tey verða tikin upp síðst í september ella fyrst í oktober. Tey verða best goymd kalt og ikki ov turt. Ansast má eftir frosti og gjósti. Standa tey í hjalli
bygdur. Í 1928 var byrgingin í Marknagili gjørd, og tann stóri brunnurin við Gráastein varð bygdur í 1942. Uppi í Villingardali stóð ein brunnur klárur at taka í nýtslu í 1952, og stóra byrgingin í Havnardali [...] fram í tíðina, og við teirri vatnveiting, býurin hevur í dag klárar hann seg í nógv ár afturat, sigur Finnur Johansen, sum tó vísir á, at enn vantar eitt reinsiverk til byrgingina í Havnardali. Í dag eru [...] arbeiðinum, og er her talan um fyrsta kommunalu vatnveiting í Føroyum. Í sambandi við hetta 100 ára haldið, gevur Tórshavnar býráð seinni í ár út bók um vatnveitingina, sum Finnur Johansen hevur savnað
so kunnu teir halda mær aftur í 12 mánaðir, meðan teir kannað málið, og sum tað sær út í løtuni, so er tað júst tað teir eru við at gera. Uttanríkismálaráðið fylgir málinum Í tí sambandinum sigur Sigmundur [...] ðnum fylgja teir við málinum. Henry Pollas, sum starvast í deildini í uttanríkisráðnum, sum tekur sær av slíkum málum sigur, at sendistovuna í París fylgir málinum gjølla. ? Men teinurin úr París til Reunion [...] yvir, at málið skuldi fyri í dag, men vit hava einki alment frætt enn, sigur Henry Pollas. ? Tí vita vit einki um hvussu málið stendur, og hvør úrskurðurin var í rættinum í morgun, segði hann. Hann lovaði
Mortan úr Hørg er 17 ára gamal, men hevur hóast sín unga aldur verið fastur maður á Sumba-liðnum í ár. Í oktober í fjør spældi hann báðar EM-dystirnar hjá U18-landsliðnum ? móti Estlandi og Týsklandi. ? Eg fari [...] seg rættiliga skjótt. Ivasamt við vøllunum Hendingin í Sumba leygardagin setur enn einaferð spurningar til umstøðurnar kring fótbóltsvøllirnir í Føroyum. Á teimum flestu vøllunum er alt ov stutt millum s [...] eisini í ásetingunum fyri vallirnar, at girðingin rundan um vøllin »skal vera tøtt, úr tilfari sum ikki til ampa fyri leikararnar og áskoðararnar«. Við vøllin á Krossinum í Sumba var eitt hol í girðingini
at tað er vandameiri at síga í rókunum enn tað er í ferðsluni. Í mínari tíð eru tveir mans farnir fyri bakka og tað er ikki nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu nógvir eru uppi í slíkum arbeiði, sigur Oskar [...] kemur í Mykineshólm á Pálsmessu, 25. januar ? sama dag, sum lomvigin kemur undir land. Stovnurin er væl fyri. Fuglateljingin, sum var fyri 3-4 árum síðani vísti, at stovnurin er í stórari framgongd í Norður [...] Norður Atlantshavi, men at menningin er knapt so stór í Føroyum. ? Tað kemst helst av, at tað ikki er nóg mikið av plássi at reiðrast í og tað er millum annað tað ruddingin skal bøta um, sigur Oskar Joensen