Fótbóltur
NSÍ greiddi sína skyldu, tá runavíkingar vitjaðu í Sørvági í gjár. Við fýra málum móti einum, staðfestu Pauli Poulsen og hansara menn, at teir vilja vera við í stríðnum um heiðursmerki.
- Sjálvsagt var tað umráðandi at fáa fyrsta sigurin. Tað týdningarmiklasta er at vinna fótbóltsdystin, og tað merkist serliga til venjing, tá tað gongur væl, sigur Pauli Poulsen, sum vann síni fyrstu trý stig sum høvuðsvenjari hjá NSÍ.
Gestirnir úr Runavík løgdu seg á odda, tá lítil løta restaði í av fyrra hálvleiki. Karoly Potemkin fekk onkursvegna lagt bóltin fyri føturnar á Boga Løkin, sum staddur uttanfyri brotsteigarmarkið, sendi í netið.
Tíðliga í seinna hálvleiki øktu gestirnir um leiðsluna. Óli Hansen var fyrstur á bóltinum eftir innlegg, og verjuleikarin stýrdi – við hondini, mettu tey flestu – bóltinum um málstrikuna.
Kundu fingið stig
Tór-Ingar Akselsen, liðformaður hjá 07 Vestur, staðfestir, at hann og liðfelagarnir væl kundi fingið stig burtur úr dystinum í gjár.
- NSÍ var omaná. Í fyrra hálvleiki høvdu vit vindin ímóti, og tað var sera trupult hjá okkum at fáa ferð á bóltin. Loysnin var oftast at spæla við langum bóltum, sum als ikki setti verjupartin hjá teimum undir trýst. Eftir hvíldina minkaði vindurin, og vit fingu ongantíð fyrimunin av veðrinum. Hendrik Rubeksen minkar um munin fyri okkum miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá tykjast tað sum, at vit hava tamarhaldi á dystinum. Hendrik Rubeksen hevði ein møguleika, tá hann slapp leysur móti málverjanum. Vit kundu væl fingið stig, hóast NSÍ hevði leikliga yvirvág, sigur Tór-Ingar Akselsen.
Hóast 07 Vestur seinastu vikuna hevur tapt tepurt við Margáir, og vann við trimum málum í Klaksvík, var tað við einum framrættaðum útgangsstøði, at Pauli Poulsen, venjari, fór til Vágar í gjár.
- Vit hava tamarhald á dystinum. Vit vildu trýsta teir, og tað eydnaðist væl. Í seinna hálvleiki kundu vit økt til bæði 3-0 og 4-0, men tað eydnast ikki. Vit vinna 4-1, og tað er ikki eitt mál ov lítið, sigur Pauli Poulsen.
- 4-1 var í lagi, um vit hyggja eftir dystargongdini, sigur Tór-Ingar Akselsen.
Við gott mót
Tór-Ingar Akselsen metir útlitini hjá 07 Vestur fyri at varðveita sætið í bestu deildini, vera góð.
- Tað eru smáar barnasjúkur, sum vit skulu venja okkum av við. Millum annað eru málini, sum NSÍ fær, alt ov løtt. Tað sæst eisini, at vit hava fleiri leikarar, sum ikki hava spælt á hægsta stigi í Føroyum áður. Men tað kemur. Mann fyri mann standa vit einki aftanfyri hini liðini, men vit hava ov fáar royndir, og tað hevur verið munurin higartil. Fyrstu uppgávurnar hjá okkum eru EB/Streymur, NSÍ og Víkingur, og tað er ikki ein løtt byrjan hjá einum uppflytara, sigur Tór-Ingar Akselsen, liðskipari hjá 07 Vestur.
Og Pauli Poulsen er nøkunlunda nøgdur við úrtøkuna hjá NSÍ.
- Tað er torført at siga, um vit kunnu bjóða av í gullstríðnum. Men vit hava vunnið ein, spælt ein javnleik og tapt ein higartil. Og tað er í lagi, hóast tað kundi verið betri, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, sum nú fer undir fyrireikingar til dystin móti HB við Løkin komandi sunnudag.