Vatnveitingin í Havn 100 ár

Í morgin eru liðin 100 ár síðani, at havnarfólk fingu rennandi vatn í kranarnar. Fyrsta kommunala vatnveitingin í Føroyum varð tikin í nýtslu 25. oktober í 1898. Fyrsti vatnbrunnurin í Havn var bygdur við Gráastein og vatnleiðing varð løgd oman í Havnina

Í morgin eru liðin 100 ár síðani vatn rann úr kranunum í Havn á fyrsta sinni. Tann 25. oktober í 1898 varð skrúvað frá vatninum úr brunninum við Gráastein á fyrsta sinni. Tað var kommunan, sum stóð fyri arbeiðinum, og er her talan um fyrsta kommunalu vatnveiting í Føroyum.

Í sambandi við hetta 100 ára haldið, gevur Tórshavnar býráð seinni í ár út bók um vatnveitingina, sum Finnur Johansen hevur savnað og skrivað.

Havnarfólk høvdu leingi gramt seg um skitna vatnið í ánnið, tí nú býurin var vaksin »heilt niðan um Húsabrúgv« sást hetta aftur í dálkaða vatninum. Tá tóku fólk vatn í Stóradammi í Havnará, sum er undir vegnum millum niðara partin av Tinghúsvøllinum og Gamla Apotek.

? Fenaðurin gjørdi eisini sítt til, at vatnið varð dálka, eins og tað, at teir, ið áttu jørðini omanfyri tægaðu bøin - og tað fór eisini í ánna, greiðir Finnur Johansen frá.

Tað var eitt stórarbeiði, sum var gjørt, tá vatnveitingin varð liðug fyri 100 árum síðani. Umframt brunnin við Gráastein (og her skal nevnast, at talan ikki er um tann stóra brunnin, vit kenna í dag, men um ein minni, sum var omanfyri) vóru rør løgd oman í Havnina.

Á myndini síggja vit menn leggja rør eftir Áarvegnum. Fyrstu húsini, vit síggja á myndini eru hjá Angeliku - ella sýnisgluggin hjá Katrinu Christiansen oman fyri Blákolluna.

? Partur av hesi rørleiðing er í brúk enn tann dag í dag, sigur Finnur Johansen.

Tað fyrsta Finnur Johansen hevur funnið, har talað hevur verið um vatnveitingina, er frá eini bygginevnd, sum sett var í 1856. Tá verður longu røtt um at útvega Havnarborgarum reinari vatn, tí býurin er so nógv vaksin. Seinni eru tað eisini privatfólk, sum taka seg saman, men hetta endar alt við kommunalu vatnveitingini í 1898.

Tað er nógv hent í Havnini, síðani hendan vatnveitingin varð gjørd, og brunnarnir hava verið fleiri. Tann fyrsti var sum nevnt við Gráastein. Hesin var seinni útbygdur.

Í 1912 var brunnurin uppi undir Varða - uppi undir Oyggjarvegnum - bygdur. Í 1928 var byrgingin í Marknagili gjørd, og tann stóri brunnurin við Gráastein varð bygdur í 1942. Uppi í Villingardali stóð ein brunnur klárur at taka í nýtslu í 1952, og stóra byrgingin í Havnardali var tikin í nýtslu fyrst í sekstiárunum. Endaliga verkætlanin í Havnardali stóð liðug í 1966 við landsins fyrsta reinsiverki. Eftir hetta eru fleiri ábøtur gjørdar á vatnveitingina við pumpum og øðrum, men størsta útbyggingin seinnu árini er byrgingin í Villingardali, sum var liðug í 1988 - og nú stendur væl til við vatnveiting í býnum, heldur Finnur Johansen.

? Tað er heilt víst, at vatnveitingin úr Villingardali í dag uppfylli ríkiliga øll heilsufrøðilig krøv nógv ár fram í tíðina, og við teirri vatnveiting, býurin hevur í dag klárar hann seg í nógv ár afturat, sigur Finnur Johansen, sum tó vísir á, at enn vantar eitt reinsiverk til byrgingina í Havnardali.

Í dag eru tað byrgingarnar báði í Villingardali og Havnardali, sum fóðra býin við vatni. Men álitið er framvegis byrgingin í Havnardali, sum letur 75% av vatninum, meðan Villingardalur letur 25%.