At tað ikki altíð er vandaleyst at spæla fótbólt, fingu tey, sum vóru í Sumba leygardagin til dystin millum Sumba og HB, sjón fyri søgn.
Tað vóru bert spældir eini tíggju minuttir av dystinum, tá ungi sumbingurin Mortan úr Hørg datt so illa, at hálsurin tók fyrst í girðingina, sum er rundan um vøllin.
Tað sá sera ógvusligt út, og Mortan lá eisini uttan vit í fleiri minuttir, áðrenn hann raknaði við aftur.
Sjúkrabilurin kom eftir honum og flutti hann á sjúkrahúsið á Tvøroyri.
Sunnumorgunin varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at einki var brotið.
Men at stoyturin var harður, kundi eingin ivi vera um.
? Eg fór við fullari ferð frameftir í vinstru síðu við bóltinum, og tað er tað seinasta, eg minnist, segði Mortan úr Hørg leygarkvøldið, tá hann lá á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Hann hevði tá fingið ein kraga um hálsin. Tað sá rættiliga ógvusligt út, men vísti seg so tíbetur ikki at vera so álvarsligt.
Mortan úr Hørg er 17 ára gamal, men hevur hóast sín unga aldur verið fastur maður á Sumba-liðnum í ár. Í oktober í fjør spældi hann báðar EM-dystirnar hjá U18-landsliðnum ? móti Estlandi og Týsklandi.
? Eg fari at spæla aftur, so skjótt sum eg kann, segði Mortan, sum sostatt ikki er blvin bangin aftan á stoytin, hann fekk leygardagin.
Óhugnaligt
Jan Poulsen var ein av monnunum á vøllinum leygardagin.
? Tað var rættiliga óhugnaligt. Hann lá lívleysur á vøllinum, og fleiri av spælarunum ivaðust ikki í, at hann var deyður, greiðir Jan frá.
? Sjálvur stóð eg eitt sindur burtur frá og fór ikki beinanvegin yvir, tí eg ikki helt tað vera so álvarsligt. Men venjarin hjá okkum var heilt frá sær sjálvum, og tað vísti seg eisini, at tá vit settu hann upp, datt høvdið bara niður á bringuna.
Teir ivaðust í, um teir skuldu flyta hann, so hann fekk betur andað, tí okkurt kundi vera brotið, og tá er ikki lukkuligt, tí so kann skaðin lættliga gerast verri av at verða fluttur. Men teir samdust kortini um at flyta hann, og seinni vísti tað seg, at einki var brotið, og at Mortan fer at koma fyri seg rættiliga skjótt.
Ivasamt við vøllunum
Hendingin í Sumba leygardagin setur enn einaferð spurningar til umstøðurnar kring fótbóltsvøllirnir í Føroyum.
Á teimum flestu vøllunum er alt ov stutt millum síðulinjuna og girðingina, og fleiri av teimum eru beinleiðis ólógligir.
Ásetingarnar siga, at tað skulu vera tveir metrar millum síðulinjuna og girðingina, og frá baklinjuni skal fjarstøðan vera tríggjar metrar. Føroyski vallirnir, sum lúka hesar treytirnar, kunnu teljast á einari hond.
Tað stendur eisini í ásetingunum fyri vallirnar, at girðingin rundan um vøllin »skal vera tøtt, úr tilfari sum ikki til ampa fyri leikararnar og áskoðararnar«.
Við vøllin á Krossinum í Sumba var eitt hol í girðingini, har eitt portur vanliga er. Portrið, sum er sett í, so tað er lættari at fara eftir bóltinum, tá hann fer útav, fór í vindi herfyri, og tað var júst her, at Mortan úr Hørg fór sendandi. Kortini hevur FSF góðkent vøllin.