Blaðið GLAÐING millum gamlar sigarettstumpar og fuglaskvett í havnargøtum

»Einasta føroyska magasinið« kallaði nýggja føroyska mánaðarblaðið GLAÐING seg sjálvan í útgávuni, som kom beint undan jólum.

 

Hans Pauli Strøm,

sosialistiskur sjálvstýrismaður

og løgtingsmaður fyri Føroya Javnaðarflokk


»Einasta føroyska magasinið« kallaði nýggja føroyska mánaðarblaðið GLAÐING seg sjálvan í útgávuni, som kom beint undan jólum. Men at døma eftir oddagreinini beri eg ótta fyri hvat intellektuella magasinið hjá sjálvari blaðstjórnini er fylt við. Tí henda oddagreinin var úr enda í annan ein sann partapolitisk lortaspann yvir ein ávísan politiskan flokk í Føroyum, nevnliga Føroya Javnaðarflokk.

Tað er bæði gagnligt og ynskiligt við politiskum kritikki og gjarna hvøssum kritikki av politisku flokkunum. Men vit eiga at krevja eitt minstamark av sakligum argumentum og grundgevingum fyri kritikkinum, um hann skal tæna nøkrum konstruktivum endamáli. Oddagreinin í GLAÐING var fullkomiliga uttan politisk argument, fullkomiliga uttan politiskar grundgevingar ? hon var onki annað enn primitiv útspilling úr enda í annan.

Eitt er óhúmskan sjálv í oddagreinini, m.a. tá sagt verður at »lippan í føroyska arbeiðaraflokkinum... veltist millum gamlar sigarettstumpar og fuglaskvett í havnargøtum«. Veit ikki um hetta skal skiljast sum dømi um djúptgangandi journalistikk, ella hetta er ein roynd at hevja seg upp til politiskan poesi.

Eitt annað dømi lýsir eisini tað primitiva andaliga støðið og chauvinistisku argumentatiónina í oddagreinini. Tað verður fyrst sagt at ?landsstýrið hevur nápað sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum. Tí kann hesin sami flokkur ikki taka undir við uppskotinum hjá sær sjálvum.? Tað er ikki hetta møsnið sum er tað áhugaverda, men ?argumentið?, sum kemur beint aftaná: ?Tí hvør skoytir um at fáa egnu konu sína aftur, eftir at aðrir hava stuttleika sær við henni? Hetta man vera logikkur fyri sjálvt stór smábørn?.

Man kann í hvussu er staðfesta, at henda stinkandi chauvinisman er logikkur fyri redaktiónina á GLAÐING, og tað haldi eg ikki teir skulu rósa sær av.

Eitt triðja er tann grundleysi pástandurin og tann óndsinnaða lygnin, oddagreinin slongir út, fullkomiliga uttan nakra grundgeving: at ?hesin sonevndi sosialdemokratiski flokkurin er nógv sambandskari enn hann er sosialdemokratiskur. At hann er nógv sambandskari enn sjálvt Sambandsflokkurin, og nógv minni sosial-demokratiskur enn Sambandsflokkurin.... At flokkurin hevur avdúkað seg sum reinan afturhaldssinnaðan sambandsflokk, har støðugt tætt samband við danir verður raðfest langt fram um sosialdemokratiskan politikk...? o.s.fr., o.s.fr., o.s.fr.

Hetta fantasileysa júkið fær ein næstan at hugsa um politiskt woodoo, har gandakallurin roynir at øsa seg sjálvan og sínar áhoyrarar við at messa tær somu fáu illbønirnar yvir fíggindan í teirri villu trúgv at illbønirnar gerast veruleiki við at júka tær uppísamanaftur.

Hinvegin vita allir politiskt edrúir føroyingar, at hesir pástandir eru grundleysir. Ein og hvør, sum fylgir bara tað allarminsta við í politikki, veit við sær sjálvum, at teir eru og vera ikki annað enn lygn, líkamikið hvussu fullveldisfanatikarar júka teir uppísaman aftur. Tað sum tí undrar meg, er hví blaðið GLAÐING er farið at ýla í hesum kórinum. Og tað vil eg spyrja blaðstjóran um, beinleiðis her í blaðnum.

Ein opin spurningur til ábyrgdarblaðstjóran á Glaðing:

Sambært teldutøku føroysku orðabókini hjá Føroya Fróðskaparfelag, 1999, er ein oddagrein: ?grein (á føstum plássi) við áskoðan blaðsins á ávíst mál?.

Tí spyrji eg ábyrgdarblaðstjóran, Grækaris Djurhuus Magnussen, um hann kann vátta, at ?Oddagrein: Tað er synd í Javnaðarflokkinum? í GLAÐING nr. 3, des. 2000, ber áskoðan blaðsins um Føroya Javnaðarflokk?