Stórfilmurin um Watson vísast í 1200 filmshallum

Allir føroyingar eru óløntir sjónleikarar í actionfilminum, sum skal frumvísast komandi heyst. Watson kemur til Føroya í næstum at taka seinastu myndirnar til stórfilmin "Ocean Warrior"

Dia Midjord


Sjónleikarar, filmsleikstjóri og onnur, ið hava við filmin at gera, vóru umborð, tá Paul Watson herfyri vitjaði í føroyskum sjógvi og gjørdi ein part av upptøkunum. Talan er um tað størstu hollendsk/amerikansku filmsframleiðsluna nakrantíð. Kostnaðurin er 350 milliónir krónur.

Hetta stendur at lesa á hollendsku heimasíðuni hjá World Online, ið er ein tíðindatænasta á netinum. World Online hevði ein journalist við umborð á Ocean Warrior.


Nógv kend fólk

Millum annað stendur at lesa um filmin Ocean Warrior, at hesin skal fortelja um lívssøguna hjá Paul Watson og drúgva bardaga hansara fyri hvali og kópi.

Kanska eitt sindur keðiligt fyi Watson og sjálvan filmin, at Ocean Warrior sigldi runt í Orknoyggjum, tá brádliga tvær grindir vitjaðu í Føroyum. Men filmsliðið skal sjálvandi eisini hava myndir av kópahirðanum "in action"

Filmsleikstjóri í filminum Ocean Warrior er amerikumaðurin John Badham, ið hevur leikstjórnað filmum sum eitt nú Saturday Night Fever, Blue Thunder, War Games, Stakeout, Whose Life is it Anyway? og Jack Bull.

Høvuðsleiklutin hevur eisini ein amerikanari. Hann eitur James Marsden og hevur spælt við í filmunum X-Men, Gossip og Disturbing Bahavior.


Bøturnar ein brøkpartur

Samlaði kostnaðurin av filminum Ocean Warrior verður í minsta lagi 350 milliónir krónur. Frumsýningin verður í oktober komandi ár, og longu nú hava 1200 filmshallir í USA og Kanada umbiðið filmin.

Út frá hesum tølunum, eru bøturnar frá Mogens Nepper-Christensen á 50.000 og 100.000 krónur barnamatur. Hetta rindar Paul Watson fegin fyri, at filmsliðið kann fáa sínar myndir í kassan. Jú meiri dramatikkur, jú betri gerst filmurin. Og Paul Watson kann skúma fløtan, meðan limalistin í Sea Shepherd felagsskapinum veksur við sjeymíla ferð.


Kim van Kooten umborð

Kenda hollendska sjónleikarkvinnan Kim van Kooten var eisini við á hesi føroyaferðini hjá Paul Watson. Kim van Kooten er forlovað við Hans Teeuwen, ið var ein av monnunum í gummibátinum, sum Ocean Warrior slepti á sjógv í Nólsoyarfirði.

Kim van Kooten skal spæla leiklutin hjá eini ungari gentu, sum biður Paul Watson lova sær við ein túr. Hon gjørdi research á ferðini, men er farin í land aftur. Victor L-öw, ið somuleiðis var umborð, skal eisini spæla við í filminum.

Sambært hollendskum fjølmiðlum, so skal kendi hollendingurin Rutger Haoer umborð á Ocean Warrior hesaferð. Rutger Haoer hevur spælt við í fleiri James Bond-filmum og hevur oftast leiklutin, sum tann illi maðurin. Umframt Haoer skulu tveir aðrir kendir sjónleikarar í Hollandi, Fedja van Huet og Thom Hoffman við á komandi føroyaferð hjá Ocean Warrior.


Tíðin gongur undan

Tá Paul Watson kemur aftur, verður tað fyrst og fremst fyri at fáa seinastu myndirnar í kassan. Men tíðin er knøpp, tí upptøkurnar eru bert ein partur av samlaðu filmsframleiðsluni. Paul Watson má gera skjótt av og verður uttan iva noyddur at gera ein vørr, tá hann aftur er í føroyskum sjógvi.

Fær hann lokkað eitt av gráu vaktarskipunum upp í leikin ella tað bara vísir seg nær Ocean Warrior, ja, so er ikki neyðugt við fleiri upptøkum. Mest sannlíkt takkar Paul Watson fyri seg á hesum sinni, og grindahvalurin má svimja sín egna sjógv.