Síðan metárið 2007 er innflutningurin, uttan skip, flogfør og brennievni, minkaður eina góða milliard krónur, sigur Hagstovan í síni nýggjastu uppgerð. Í 2007 var hesin innflutningur 4,2 milliardir [...] um stóra minking, skal havast í huga, at tey tvey árini beint undan fíggjarkreppuni, altso í 2006 og í 2007, vaks hesin innflutningurin heili 40%, úr 3 milliardum upp í 4,2 milliardir. Fyribils sær [...] rðið rakti botnin í 2009, tí í 2010 er innflutningurin av øðrum vørum enn skipum, flogførum og brennievni, vaksin 2%. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu minkingin hevur rakt ymisku vørubólkarnar
nótaskipunum hava støðugt omanfyri 200 mió. kr. bundnar í goymslum og debitorum. Tvær orsøkir til góð úrslit Tað eru fyrst og fremst tvær orsøkir til, at nótaskipini hava havt góðan rakstur hesi seinastu [...] vinninginum og eisini hevur í nøkur ár verið ein eykaskattur upp á 2,5% av avlopinum. Hann hækkar nú upp í 7 prosent. Harumframt rinda reiðaríini tilfeingisgjald av makrel- og sildakvotunum. Og tann skrúvan [...] rættiliga verið í andgletti seinastu vikurnar. Ávísir búskaparfrøðingar og politikarar siga, at tað gongst flotanum ov væl, og tað má tað gerast nakað við. Tiltøk mugu setast í verk, so raksturin verður
a. Kanningarstjóri skal setast at kanna málið um flytan av veiðiloyvum og leiklutin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og løgmanni í hesum sambandi. Tað er løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu, [...] at kosta, men ein millión er játta fyri fyrst. Tað verður mett at verða nóg mikið til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár. 29 atkvøður vórðu fyri og eingin ímóti.
saman. Ikki nakar fyrimunur Spurdur hvat hann helst um úrslitið í dystinum segði hann, at hetta fyrst og fremst hevði við sær, at VÍF nú hevur ein kappingarneyta minni í stríðnum um FM-gullið. Hann legði tó [...] ikki at verða nakar fyrimunur fyri okkum. Nú kunnu teir jú spæla nógv meira frígjørt í tí dystinum, og kanska vil hetta viðføra, at spælið fer at ganga betur, segði Hjalmar, sum við hesum ásannaði, at talan
sum eitt teppi, ið fær ting, kenslur og lívsroyndir at hanga saman. Tann samanhangur, sum staðið manar fram, er fyri mær fyrst og fremst ein markørur fyri tí mista og fyri stórfingnu metafýsisku kenslunum [...] rættiliga einfalt og ítøkiliga - Hygg hatta træið, sigur Bergur, og peikar á eitt stórt gamalt træ uttanfyri vindeygað her í Heinesens húsi. - Fyrst hevur tú bulin, sum síðani greinar seg í tvær og fleiri greinar [...] samanrenning millum tað gamla og tað nýggja, sigur Bergur og trívur aftur í bókina. Í henni snara tankarnir hjá høvundanum seg um skilnaðin og samanrenningina millum metafysikk og modernitet, ella rættari tørvin
Drongurin við trompetini býr á Kambsdali, og er sonur Ann Mari - og Leiv Hentze. Hon hevur spælt horn frá heilt ungum árum av og hann harmoniku, so bæði Jóhan - og Rúni Hentze hava fingið tónleikin inn við [...] Hon býr í Runavík. Omman og abbin í móðirlegg eru úr Fuglafirði - Dinna og Eli Úti á Land. So greinskrivarin kann kalla hana fyri skyldkonan. Langomman og langabbin - Hilda og Sjúrð Andras vóru bæði skyldfólk [...] Rúni Hentze og Laila Poulsen , sum skulu til tónleikakappingina hjá Berlingarinum í næstum. Hugtakandi konsert. Konsertin var sera hugtakandi og fylti kirkjurúmið. Kirkjuhválvið tók saman um og vælsignaði
mann og ein myndamann, sum við stórum áhuga og áræði gekk upp í sítt arbeiði. - Hann tók ein heilan hóp av myndum umborð á ?Gargia?. Og tað er ikki sørt stuttligt at hugsa um, at myndin av Hugo og mær í [...] síðani fluttur til Bodø og har stovnað familju. Hann segði farvæl við sjógvin, og eftir lokna hernaðartænastu, gjørdist hann rørleggjari. Seinni gjørdist hann fakfelagsleiðari, fyrst í Bygningsindustriar [...] norskari eftirkrígssøgu. Á myndini stendur hann umborð á ?Gargia? úr Hammerfest, og aftan fyri hann stendur Hugo Johannesen, føddur og uppvaksin í Miðvági. Teir vóru báðir ungir trolmenn ta ferðina Kåre Kivijärvi
veðurlagi, og í ymiskum árstíðum. Partur av myndunum eru svart/hvítar. Andreas Mouritsen vitjaði Rásarúmið til eitt prát í morgun. Undir prátinum legði hann dent á, at myndabókin er fyrst og fremst ætlað [...] vakra land úr loftrúminum. Higartil hava fólk tikið væl undir við bókini. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Andreas Mouritsen greiða frá.
um. Og tað ger hann eisini, tá tað kemur til DJ mentanina. Ein persónur kann ikki stilla seg aftanfyri ein pult og leggja tónleik á, uttan at ein og hvør Hanus og Janus skal koma og brokka seg og biðja [...] sleppur enn ikki heilt at standa einsamallur aftanfyri pultin og vera kul. Hevur tú nakað boð uppá, hvat vit kunnu gera betri? - Fyrst og fremst skuldu vit havt fleiri arrangørar/promotarar, ið ikki eru so [...] dugir nakað live og ikki bara bóka hann, tí hann kann trýsta á play og spæla í fýra tímar. Tað snýr seg ov nógv um pening hjá føroyskum bookarum. Húsið skal bara fyllast, og tað er tað. - Og ikki minst hevur
Føroyaprent fríggjadagin skipar fyri móttøkku. Ein móttøka, sum kanska fyrst og fremst skal markera, at samanleggingin av Hestprent og bókaprentinum hjá Dimmalætting nú er líka sum komin á mál. Men samstundis [...] saman, hava bæði vit og kundar okkara liva í einum ævigum byggiróti. Nú eru hølini her við Hoyvíksvegin mest sum komin heilt upp á pláss, og í aðrar mátar er virkið liðugt umskipað, og hetta er nakað, sum [...] kanska avísir, og hvat er sambandið við Sosialin? Hetta ger tað eitt sindur trupult hjá okkum at positionera okkum mótvegis marknaðinum, og eisini tað er nakað, sum vit vilja broyta. Og tað er heldur ikki