Ein móttøka, sum vil nakað

Talan verður um bæði nýtt og gamalt, tá Føroyaprent fríggjadagin heldur móttøku. Ein móttøka, sum sambært stjóranum hevur fleiri endamál

Móttøka

Framsýning av fyrstu bókunum, sum vórðu prentaðar í Føroyum. Framsýning av nýggjum bókum. Prent av litplakatum, sum verða lætnar teimum vitjandi, ið eisini kunnu fáa tvey yrkingarsøvn við á vegnum. Og so sjálvandi eisini livandi tónleikur, har ein av fólkakærastu sangarum okkara fer at framføra yrkingar hjá einum av fólkakærastu yrkjarum okkara.
Jú, har verður gjørt nógv burturúr, nú Føroyaprent fríggjadagin skipar fyri móttøkku. Ein móttøka, sum kanska fyrst og fremst skal markera, at samanleggingin av Hestprent og bókaprentinum hjá Dimmalætting nú er líka sum komin á mál. Men samstundis ein móttøka, sum eisini markerar so nógv annað.

Frambrot og sjónliggerð
Jon Hestoy, sum var einsamallur eigari av Hestprent, og sum nú er stjóri á Føroyaprent, sigur, at tað hjá teimum eru fleiri góðar orsøkir til hesa móttøkuna.
 Eitt tað týdningarmesta hjá okkum at sýna fram á móttøkuni, er nýggja UV-lakkmaskinan, sum vit hava gjørt íløgu í. Fyri uttanfyristandandi ljóðar hetta kanska ikki av so nógvum, men fyri prentmøguleikar her í Føroyum er hetta mest sum ein kollvelting. Hetta ger, at vit kunnu prenta eins glitrandi pappír, sum tú sært á mongu útlendsku magasinunum, sum tú fært ymsastaðni. Tað er nakað, sum ongantíð áður er gjørt í Føroyum, og tí gevur hetta okkum heilt aðrar møguleikar at fara eftir arbeiðum, sum áður hava verið send til Danmarkar at gera.
 Men hartil, so markerar móttøkan eisini so nógv annað. Síðani vit í 2004 løgdu saman, hava bæði vit og kundar okkara liva í einum ævigum byggiróti. Nú eru hølini her við Hoyvíksvegin mest sum komin heilt upp á pláss, og í aðrar mátar er virkið liðugt umskipað, og hetta er nakað, sum vit fegin vilja vísa bæði kundum og øðrum. Ofta vita hesi heldur ikki, hvat tað er fyri ein fyritøka, sum tey hava við at gera. Vit eru errin av, at vit hava eina somikið góða prentsmiðju, sum vit hava, og ofta verða viðskiftafólkini bilsin, tá tey síggja, hvussu stórt virkið í veruleikanum er.

Vilja síggjast aftur
Júst hetta við sjónliggerðini er eisini nakað, sum kanska hevur verið ein trupulleiki hjá Føroyaprent. Og hetta er eisini ein av orsøkunum til, at somikið nógv verður gjørt burturúr móttøkuni.
 Samanleggingin og konsernviðurskiftini við Dimmalætting hava kanska viðført, at fólk onkra tíð hava ivast, hvat fyritøka okkara í veruleikanum er. Eru vit partur av Dimmalætting ella Prentmiðstøðini, ella gera vit kanska avísir, og hvat er sambandið við Sosialin? Hetta ger tað eitt sindur trupult hjá okkum at positionera okkum mótvegis marknaðinum, og eisini tað er nakað, sum vit vilja broyta.
 Og tað er heldur ikki av tilvild, at móttøkan er sett soleiðis saman, sum hon er. Við teimum báðum framsýningunum sýna vit, at virkið hevur djúpar røtur aftureftir, samstundis sum vit eru ein nýmótans prentsmiðja. Styrki okkara hevur serliga verið bókaprent og 4-farvu litprent, og tí nýta vit eisini høvi at gera plakatina og at endurprenta yrkingar hjá Tummas Napoleon Djurhuus. Tongla-Tummas, sum hann eisini varð nevndur, hevur altíð verið ein av mínum persónligu favorittum, og við teimum báðum bókunum, sum verða prentaðar, fáa vit tvær púrasta ymiskar síður av honum. Og við Hanus Johansen sleppa gestirnir eisini at uppliva framførslu av nøkrum av tí, sum er at finna í bókini.
Móttøkan hjá Føroyaprent verður 5. mai klokkan 15.