Ein millión játtað til kanningarstjóra

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt at játta eina millión til at seta ein kanningarstjóra.

 

Kanningarstjóri skal setast at kanna málið um flytan av veiðiloyvum og leiklutin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og løgmanni í hesum sambandi.

 

Tað er løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu, ið hevur biðið um milliónina, eftir at andstøðan bað um at fáa kanningarstjóra settan. Tað er Kristian Samuelsen, ið er biðin at kanna málið.

 

Tað er ikki endaliga greitt hvussu nógv ein kanningarstjóri fer at kosta, men ein millión er játta fyri fyrst. Tað verður mett at verða nóg mikið til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár.

 

29 atkvøður vórðu fyri og eingin ímóti.