Á veg út úr Ítróttarhøllini á Skála bóru vit eyga á venjaran hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, sum við stórum áhuga hevði fylgt við, tá sambiðlarnir hjá VÍF brustu saman.
Ikki nakar fyrimunur
Spurdur hvat hann helst um úrslitið í dystinum segði hann, at hetta fyrst og fremst hevði við sær, at VÍF nú hevur ein kappingarneyta minni í stríðnum um FM-gullið.
Hann legði tó afturat, at tað als ikki er víst, at hetta hetta vil viðføra, at endaspurturin hjá VÍF verður nakað lættari.
- Kanska verða strandingar nú ikki eins uppsettir til dystin móti okkum, men hetta nýtist als ikki at verða nakar fyrimunur fyri okkum. Nú kunnu teir jú spæla nógv meira frígjørt í tí dystinum, og kanska vil hetta viðføra, at spælið fer at ganga betur, segði Hjalmar, sum við hesum ásannaði, at talan verður um eina alt annað enn lætta uppgávu, tá teir um eina viku skulu inn á Skála.
Ein sigur til VÍF í hesum dystinum hevur við sær, at avgerðin má bíða til seinasta umfar, meðan alt annað enn ein sigur merkjur, at Neistin verður føroyameistari eina viku áðrenn kappingarárið endar.