- Við hvørt hendir ymiskt í lívinum, sum fær meg at hugsa, at meiri er enn vit eru før fyri at skilja, sigur Hermod Korsvik úr Bodø meðan at kannar eina ta kendastu myndina í norskari eftirkrígssøgu. Á myndini stendur hann umborð á ?Gargia? úr Hammerfest, og aftan fyri hann stendur Hugo Johannesen, føddur og uppvaksin í Miðvági. Teir vóru báðir ungir trolmenn ta ferðina Kåre Kivijärvi tók kendu myndina á Svalbardbankanum, ein dag í juni í 1957. Stutt eftir søgdu Hermod og Hugo farvæl hvør við annan, og síðani hevur einki samband verið teirra millum. Ikki fyrr enn fyri hálvum øðrum ári síðani.
Óvæntað vitjan
- Hugo ringdi til mín knappliga úr Hammerfest. Tey 40 árini, sum vóru liðin, vóru sum burtur, og stutt eftir bankaði hann á dyrnar heima hjá mær. Góðir, gamlir dagar komu knappliga nógv nærri, greiðir Hermod Korsvik frá í samrøðu í blaðnum Nordlands Framtid.
Nógv er broytt í lívinum hjá hesum báðum vinmonnunum. Hermod, sum upprunaliga er úr Målselv, er fyri langari tíð síðani fluttur til Bodø og har stovnað familju. Hann segði farvæl við sjógvin, og eftir lokna hernaðartænastu, gjørdist hann rørleggjari. Seinni gjørdist hann fakfelagsleiðari, fyrst í Bygningsindustriarbeiderforbundet og seinni í Fellesforbundet, har hann framvegis starvast.
Føroyingurin Hugo Johannesen hinvegin flutti til Esbjerg í 1962. Hann hevur átt tíggju fiskibátar og fingist við fiskiskap øll árini.
- Vit høvdu nógv at tosa um, men Hugo visti ikki, at myndin av okkum báðum, sum Kivijärvi tók á sinni, hevur verið við á framsýningum bæði innan- og uttanlands, greiðir Hermod Korsvik frá. Tí gjørdist Hugo ikki sørt bilsin, tá ið Korsvik gav gamla vini sínum eina plakat av myndini.
Visti ikki
- Eg visti heldur ikki av myndini fyrr enn eg sá dokumentarfilmin hjá Knut Erik Jensen um Kåre Kivijärvi, sum nú er deyður. Sendingin varð víst í norska sjónvarpinum í 1989. Eg ringdi beinanvegin til Kivijärvi og segði, hvør eg var. Hann gjørdist ógvuliga glaður, og sendi mær tvær plakatir til mín 50 ára føðingardag. Sjálvsagt skuldi Hugo hava aðra, tá ið hann knappliga kom undan kavi, sigur Hermod Korsvik, sum minnist Kåre Kivijärvi sum ein fittan mann og ein myndamann, sum við stórum áhuga og áræði gekk upp í sítt arbeiði.
- Hann tók ein heilan hóp av myndum umborð á ?Gargia?. Og tað er ikki sørt stuttligt at hugsa um, at myndin av Hugo og mær í nógv ár hevur hingið á vegginum á fínastu matstovuni í Oslo, ?Bagatelle?, sigur Hermod Korsvik.
Teir báðir trolmenninir hava nú gott samband hvør við annan, og teir tosa saman í telefon eina ferð um mánaðin. Í summarfrítíðini hittast teir fyri at tosa um gomul minni og vinalagið. Hóast tað nærum byrjaði við eini mynd.
Kelda: Nordlands Framtid 12. 01. 2000