í ár. Og tað er ikki tí, at landsstýrið ætlar at skera livibreyðið hjá lesandi føroyingum, heima og úti, sum fólk kanska hava fingið eina fatan av. Lækkingin stavar einans frá, at roknað verður við færri [...] umsøkjarum. Játtanin hækkaði nógv frá 1997 til 1998, og talið fyri komandi ár er sett á leið tað sama sum fyri 1997. Tað komst av, at fyri fíggjarárið 1998 vórðu 1,2 mill. kr. eyka settar av at brúka til at [...] sæst, at landsstýrið heldur ikki komandi ár hevur í hyggja at bøta um skipanina og seta tað í verk, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt álit um útbúgvingarstuðulin mælir til, nevniliga at hækka ymsu stu
og kunnleikan har, sigur Dánjal Petur. - Sum fiskivinnutjóð eru Føroyar ógvuliga heftar av fiski og øllum sum eru í havinum. Men kunnleikin um tey dýrini, sum liva á fiskinum er heldur lítil, bæði tann [...] væl og virðiliga um økið. Tað sum onnur hava kannað av líknandi fiskasløgum hevur verið nærlisið, tí sum Dánjal Petur tekur til, byggir ein víðari á tað, sum onnur hava gjørt. Síðani koma kanningarnar sjálvar [...] einum granskaraskeiði í Bergen, sum var um allar hugsandi fiskasjúkur, ið eru í alilaksi. Har hevur sjúkraparturin stóran týdning. Tað vísir seg, at tær sjúkurnar, sum eru í havinum altíð enda í einum
heimaftur til Noregs, har hon skal taka ímóti einari ungari gentu, sum hevur verið fyri somu ræðuleikum sum hon. Gentan skal búgva heima hjá Berit, sum skal hjálpa henni til eitt nýtt lív. [...] vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur. Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum pápin misbrúkti [...] ongantíð trygga heima. Hvussu var og ikki, so heldur Berit, at pápin eisini misbrúkti eldru systrina, tó at hon ikki vil tosa um tað, men annars vóru hini børnini ikki fyri sama ágangi heima, sum Berit. Ræddist
í eitt stýri, ið avgjørt ikki hevur markerað seg sum progressivt hvørki heima ella úti. Snøgt sagt í altjóða høpi ein púra høpisleys gerð. Teir, sum sita hinumegin borðið í oljutalvinum, undrast. Slík [...] um oljuna er á altjóða støði og hartil langt. OKKARA oljutalv byrjaði so spakuliga fyrst í 90?unum. Sum í veruligum talvi, so eru fyrstu leikirnir av ógvuliga stórum týdningi. Landsstýrið, ið var til 1994 [...] formanni. Farið varð undir at byggja eina umsiting upp, ið bæði kundi umsita innanlendis og verða mett sum dygdargóð úteftir. Hetta eydnaðist við góðum úrsliti, so fyrstu leikirnir í føroyska oljutalvinum eydnaðust
ð klokkan 20 skuldu teir venja á stadion, har dysturin verður spældur í kvøld klokkan 20, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð. Fyrrapartin í dag er aftur ein løtt venjing á skránni. Allan Simonsen [...] fýra daga millumbili um mánaðarskiftið august-september í 1996. Eitt annað er vandin, sum lúrir í, at kappingin heima á landi er lokin. ? Spælararnir eiga at vera í fullgóðari venjing, men tað hevur ofta [...] uppií, staðfesti venjarin og sipaði eisini til, at gistingarhúsið hevði ilt við at fylja matarskránni, sum læknin hjá føroyska liðnum, Jens Pauli Marstein, hevði sent yvir higar undan frá ferðini Allan Simonsen
Lloyd Axworthy sendi hvassorðaða yvirlýsing út, sum átalar avrættingina. Axworthy bað eisini iransku myndugleikarnar um trygd fyri, at hinir Báhá?í-ararnir, sum vórðu handtiknir saman við Rowhani, fóru at [...] hald á sovorðið, sum Bahá?í-arar áttu, bøkur, pappír og innbúgv. Endamálið við handtøkunum tykist vera at noyða opna lærda Bahá?í-háskúlan at lata aftur, hesin háskúli skipar fyri fundum, sum skal venja Bahá [...] Tískil hava Bahá?í-lærarar givið studentaskúlaungdómi frálæru á universitetsstigi heima við hús. Teir Bahá?í-ararnir, sum fyri stuttum vóru handtiknir, vóru sovorðnir lærarar. Yvirlæknin á medisinsku deild
viðmerking til málið, sum tað er háttað í løtuni. John Petersen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og har skulu stór tøk takast í næstum. Væntar tú, at tú megnar arbeiðið sum landsstýrismaður, við [...] John Petersen tók telefonina heima í gjáramorgunin. Hóast hann ikki var serliga prátingarsamur, so svarar hann spurninginum, tá spurt verður, hvørjar ætlanir liggja fyri framman, eftir at hann er skuldsettur [...] við slíkari skuldseting hangandi yvir tær? Eg verði verandi sum landsstýrismaður, og sjálvandi megni eg tað arbeiðið, eins og eg havi gjørt higartil, sigur John Petersen í stuttari viðmerking til seinastu
uttanlandaferðunum. ? Vit hava hvørja ferð bílagt tað, sum skal til, í góðari tíð, men tað hevur ikki gingið, sum vit hava viljað. Vit fyrireika okkum so væl, sum tað ber til, og vit báðir Ólavur Waag Høgnesen [...] veikt, og tað komst av, at teir, sum høvdu við tað at gera, ikki vóru nóg nógv at sær komnir at skrúva nóg nógv frá. Virksemið var stórt, tá tað vísti seg, at alt var ikki, sum tað átti at vera, og teir í SvF [...] sambandið, sum teir hava við danska sjónvarpið. Signalið var nóg sterkt í Danmark, og tí tóku teir í Danmark myndina niður og sendu hana uppaftur til Føroya, og so bar til. Tórður Mikkelsen, sum síðani Høgni
so kostnaðarmikil, siga Andrea og Tiziana, sum hava hug at smíla, tí tey at byrja við fingu ymiskt veruleikafjart at vita frá donskum ferðamannastovunum, sum tey samskiftu við. T.d fingu tey at vita, at [...] trupulleikar av veðrinum, sum tey siga líkist nógv veðurlagnum, har tey koma frá. Andrea er glaður fyri, at hann var á kanningarferð á alnótini, tí annars hevði hann ikki sitið sum ferðamaður í Føroyum í [...] fregnast, um føroyaferðin er ?business or pleasure?, flenna tey og siga, at ferðin bert er ?Pleasure?. Heima bíðar lesnaðurin. Á netinum Men hvussu komu tey í samband við Føroyar? - Vit kendu lítið og einki
Góða ávirkan Tær flestu fyrimyndirnar hava tó eina góða ávirkan á tey, sum hava hesi kendu fólkini, ella hvør tað nú einaferð er, sum fyrimynd. Óteljandi ungir dreingir ganga við einum dreymi í búkinum, [...] fyri, hvat likamið hjá einum 15 ára gomlum dreingi, sum stendur í vøkstri, tolir. Tí skal ein verða varin við, at tey ikki venja ov mikið. Ringa ávirkan Sum áðurnevnt, so eru tað eisini nógv dømir um, at [...] mál, sum er vert at nevna í hesum sambandi, er útsjóndin hjá nógvum av hesum fyrimyndunum. Tað er eingin loyna, at fleiri av fyrimyndunum hjá ungum gentum eru allar tær vakru modellirnar, so sum Naomi