Andrea Camerini og Tiziana Salvi eru úr Italia. Tey eru lesandi, hann lesur politikk og hon lesur sociologi. 28 ára gamli Andrea og 23 ára gamla Tiziana koma úr Fano í Italia og lesa við Lærda Háskúlan í Urbino.
Men tað er ikki í lestrarørindum tey eru í Føroyum. Tá vit fregnast, um føroyaferðin er ?business or pleasure?, flenna tey og siga, at ferðin bert er ?Pleasure?. Heima bíðar lesnaðurin.
Á netinum
Men hvussu komu tey í samband við Føroyar?
- Vit kendu lítið og einki til Føroyar, sigur Andrea, men á alnótini, internetinum, komu vit í samband við danskar ferðamannastovur og á tann hátt fingu vit síðani samband við Ferðaráð Føroya og teirra heimasíðu.
- Vit funnu eisini Tora Tourist á netinum, men tað eydnaðist okkum ongantíð at fáa heimasíðuna heilt fram, greiðir Andrea frá.
Fryntligur maður
Fyrstu náttina vóru tey á Hotel Føroyum, men síðani ynsktu tey at búgva á ?Bed & breakfast? og settu seg í samband við Sámal Bláhamar á Toru Tourist.
- Vit eru glað fyri, at vit komu í samband við so fryntligan mann, siga Andrea og Tiziana.
- Hann hevur víst okkum ymiskt og gjørt ymsar avtalur fyri okkum. Vit hava sæð Tinganes og Løgtingshúsið og hitt fólk har. Eisini hava vit verið í Kirkjubø og aðrastaðir, siga tey bæði ferðandi.
Ikki so kostnaðarmikið
- Vit hava lagt ferðina væl til rættis og kannað alt væl og samskift við ymisk, so ferðin hevur ikki verið okkum so kostnaðarmikil, siga Andrea og Tiziana, sum hava hug at smíla, tí tey at byrja við fingu ymiskt veruleikafjart at vita frá donskum ferðamannastovunum, sum tey samskiftu við. T.d fingu tey at vita, at Føroyar var við í EU.
Hetta heldur Andrea vera sera skemtiligt, tí hann lesur politikk og hevur stóran áhuga í slíkum. Eisini heldur hann Føroyar vera sera áhugaverdar í so máta.
Tey bæði kenna seg væl í Føroyum og tey eru væl viðfarin av føroysku ferðamannastovunum, og Andrea og Tiziana hava ongar trupulleikar av veðrinum, sum tey siga líkist nógv veðurlagnum, har tey koma frá.
Andrea er glaður fyri, at hann var á kanningarferð á alnótini, tí annars hevði hann ikki sitið sum ferðamaður í Føroyum í dag.
Tey, ið vilja á samband við Andrea, kunnu skriva til hansara.:
Andrea Camerini = camu70@hotmail.com