Oljutalvið

ONKUR av okkara eldru politikarum plagdi at siga »Mangir leikir í longum talvi«. Talvið um oljuna er á altjóða støði og hartil langt.

 

OKKARA oljutalv byrjaði so spakuliga fyrst í 90?unum. Sum í veruligum talvi, so eru fyrstu leikirnir av ógvuliga stórum týdningi. Landsstýrið, ið var til 1994, opnaði føroyska oljutalvið. Hetta gjørdi landsstýrið, hóast ógvusligar umstøður, bæði miðvíst og meistarliga

ONKUR av okkara eldru politikarum plagdi at siga »Mangir leikir í longum talvi«. Talvið um oljuna er á altjóða støði og hartil langt.


OKKARA oljutalv byrjaði so spakuliga fyrst í 90?unum. Sum í veruligum talvi, so eru fyrstu leikirnir av ógvuliga stórum týdningi. Landsstýrið, ið var til 1994, opnaði føroyska oljutalvið. Hetta gjørdi landsstýrið, hóast ógvusligar umstøður, bæði miðvíst og meistarliga.


SETT varð oljuráðleggingarnevnd við altjóða viðurkendum føroyskum formanni. Farið varð undir at byggja eina umsiting upp, ið bæði kundi umsita innanlendis og verða mett sum dygdargóð úteftir. Hetta eydnaðist við góðum úrsliti, so fyrstu leikirnir í føroyska oljutalvinum eydnaðust til fulnar.


Í 1997 skuldi so sambandsløgmaðurin telva víðari. Í ráðaloysi gjørdi hann, sum so mangur vánaligur telvari undan honum hevur gjørt, hann koppaði talvborðinum. Formaðurin í oljuráðgevingarnevndini koyrdur til hús og oljufyrisitingin koyrd undir tinganesbyrokratiið í eitt stýri, ið avgjørt ikki hevur markerað seg sum progressivt hvørki heima ella úti. Snøgt sagt í altjóða høpi ein púra høpisleys gerð. Teir, sum sita hinumegin borðið í oljutalvinum, undrast. Slík gerð átti ikki at komið fyri í einum vestureuropeiskum landi.


NÚVERANDI samgonga sær út til at hava fingið talvborðið upp á pláss aftur. Fyrrverandi formaðurin í oljuráðleggingarnevndini er komin inn í hitan aftur. Vit hava fingið ein oljumálaráðharra, ið vit meta sum avgjørt positivt. Men hann hevur í veruleikanum einki fólk, ið hann kann kalla sín umsiting. Hinumegin borðið í oljutalvinum sita altjóða oljufeløgini og síggja, at borðið er komið upp á pláss aftur. Tey síggja ein oljumálaráðharra, ið skal telva við fólki, ið hevur øll møgulig onnur ting at arbeiða við enn olju. Onkur situr við Smyrlum og Másum, onkur við bergholum, onkur við laksum osfr. Hetta er synd og spell.


OLJUTALVIÐ skulu vit vinna, tí má oljumálaráðharrin fáa møguleika at gera sterkastu uppstilling og hana fær hann ikki, uttan vit fáa eina oljufyrisiting burturav.


TINGANESUMSITINGIN maktar ikki uppgávuna, hon hevur einki trúvirði og als ikki, um vit taka fiskimálastýrið frá ? í altjóða høpi.


TAÐ er at spæla hasard við framtíðini at halda fram á Edmundsa leið í hesum spurningi.