Landsdystirnir eru upproytandi fyri sjónvarpið

Fótbóltur: Fyri triðju ferð upp í slag kiksaði tað tekniska, tá mynd og frásøgn um satelitt skuldi varpast úr útlandinum og inn í føroysku stovurnar

Einki er at ivast í, at teir tríggir sjónvarpsmenninir, sum eru í Aberdeen bæði gleða seg og stúra fyri degnum í morgin, tá teir aftur skulu royna at vísa og siga føroyingum frá einum fótbóltslandsdysti á útivølli. Tórður Mikkelsen og Ólavur Waag Høgnesen hava saman við einum teknikara ? hesa ferð er tað Bjarnheðin í Hoyvík ? verið tríggjar ferðir uttanlanda eftir summarsteðgin, og hvørja ferð hava tað verið trupulleikar. Í Estlandi var einki ljóð ta fyrstu løtuna, í Bosnia sveik elektrisitetið bæði í Sarajevo og í Føroyum, og í Vilnius gingu tað 35 minuttir, áðrenn myndin kom ígjøgnum heima í Føroyum.

Bjarnheðin í Hoyvík sigur, at hesa ferð var trupulleikin reinur kleyvarskapur hjá litavisku tøkningunum. Teir høvdu leigað ein buss frá EBU, og alt tóktist vera í lagi við signalinum, men tað kom ikki til Føroya. Orsøkin var, at tað var ov veikt, og tað komst av, at teir, sum høvdu við tað at gera, ikki vóru nóg nógv at sær komnir at skrúva nóg nógv frá.

Virksemið var stórt, tá tað vísti seg, at alt var ikki, sum tað átti at vera, og teir í SvF brúktu góða sambandið, sum teir hava við danska sjónvarpið. Signalið var nóg sterkt í Danmark, og tí tóku teir í Danmark myndina niður og sendu hana uppaftur til Føroya, og so bar til.

Tórður Mikkelsen, sum síðani Høgni Hoydal er vorðin landsstýrismaður, hevur havt ábyrgdina av fótbóltsfrásøgnunum í sjónvarpinum, ásannar, at tað er sera ørkymlandi at tað skal vita so illa við, tá teir skulu siga frá, hvussu tað gongst hjá landsliðnum á uttanlandaferðunum.

? Vit hava hvørja ferð bílagt tað, sum skal til, í góðari tíð, men tað hevur ikki gingið, sum vit hava viljað. Vit fyrireika okkum so væl, sum tað ber til, og vit báðir Ólavur Waag Høgnesen gjøgnumganga, hvat vit skulu taka upp, men tá grundarlagið undir allari frásøgnini, sum er at vit fáa ljóð og mynd heim til hyggjararnar, ikki er, sum tað skal vera, verða vit noyddir at improvisera, og so er so skjótt, at lítil ella eingin nytta fæst burturúr fyrireikingunum, og tað er eingin meiri harmur um, enn vit eru tað. Nú vóna vit, at tað í annaðkvøld fer at eydnast betri, enn tað hevur gjørt hesar tríggjar ferðirnar síðani summarfrítíðina.

Hvørja ferð, landsliðið spælir á útivølli, vóna sjónvarpssíggjararnir, at teir skulu hava møguleika at fylgja við frá tí, at spælararnir koma á vøllin, meðan tjóðsangirnir verða spældir, og til dysturin byrjar, men higartil hevur hetta ikki verið møguligt, tí satelittplássið hevur ikki verið umbiðið fyrrenn fimm minuttir fyri dystarbyrjan. Eftir hvat vit skilja, so skulu føroysku sjónvarpshyggjararnir ikki rokna við at fáa myndina úr Aberdeen inn í stovuna fyrrenn fimm minuttir fyri dystarbyrjan í annaðkvøld, og so mugu vit vóna, at tað fer at ganga betri hesa ferð, enn tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar.

Sjónvarpsmenninir í Vilnius gjørdu sítt besta, og tá tað ikki eydnaðist at fáa myndir frá gott og væl fyrsta hálva tímanum, bóðu teir litavisku starvsfelagarnar um at fáa eitt band av tí, sum varð sjónvarpað í Litava, soleiðis at møguleiki var fyri seinni at vísa í Føroyum, hvat gekk fyri seg, men litavararnir vóru heldur ikki í hesum førinum serliga samstarvshugaðir. Sjónvarpsmenninir rokna kortini ikki hetta sum nakran trupulleika, tí UFA, sum eigur rættin til dystirnar hjá føroyingum, fær altíð upptøkurnar, og tað er neyvan nakar trupulleiki at fáa eitt kopi frá teimum.