Sambært fíggjarlógaruppskotinum verður játtanin til lestrarstuðul komandi ár tvær mill. krónur minni enn í ár. Og tað er ikki tí, at landsstýrið ætlar at skera livibreyðið hjá lesandi føroyingum, heima og úti, sum fólk kanska hava fingið eina fatan av. Lækkingin stavar einans frá, at roknað verður við færri umsøkjarum. Játtanin hækkaði nógv frá 1997 til 1998, og talið fyri komandi ár er sett á leið tað sama sum fyri 1997. Tað komst av, at fyri fíggjarárið 1998 vórðu 1,2 mill. kr. eyka settar av at brúka til at bøta um útbúgvingarstuðulsskipanina. Men ætlanin ikki er framd og pengarnir tí ikki brúktir.
Samstundis skal sigast, at út frá viðmerkingum í fíggjarlógaruppskotinum sæst, at landsstýrið heldur ikki komandi ár hevur í hyggja at bøta um skipanina og seta tað í verk, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt álit um útbúgvingarstuðulin mælir til, nevniliga at hækka ymsu stuðulsveitingarnar. Verða broytingar gjørdar í komandi fíggjarári verða tær innan verandi fíggjarkarmar.
So tit lesandi, ið í loftmiðlunum og blaðnum týsdagin hava fingið eina fatan av, at lestrarstuðulin verður enn minni komandi ár enn hann er í ár, kunnu sissast.










