petroliumslampunum. Jógvan Tróndheim brúkti hesa maskinuna fram til 1964, tá ið hann keypti eina nýggja og hana hevur hann enn. - Og hon er líka góð enn. Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær offsett, men eg hevði [...] Skotland. Eliesar legði stóran dent á at fáa eina nýggja bókhaldsskipan, sum varð kallað Føroyabók. Til hesa skipanina, sum kom undir krígnum, skuldu vit hava bókhaldsformularar, skjøl av ymiskum slag, kontobløð [...] uttanlands. Blikksmiðjan gjørdi bókhaldskassarnar, vit lakeraðu teir sjálvir og nógv virki keyptu sær hesa skipanina, greiðir Jógvan Tróndheim frá. Tað vóru Eliesar Poulsen og Theodor við Keldu, ið evnaðu
at loysa teir spurningar, sum Óli Jacobsen reisir. Men munurin millum hesa ætlan og okkara núverandi stýrisskipan er, at tað hesaferð ikki bert skulu vera politikarar, sum taka avgerðina. Uppskotið til grundlóg [...] unninum. Hetta var í fyrstu atløgu gingið á møti í tinginum, men seinni hevur løgtingið so broytt hesa avgerð. Eg haldi ikki tað ber til at føra fram, at tingið í hesum máli ikki hevur vitað hvat tað gjørdi [...] fyri framtíðina. Spurningurin er bara um vit vilja loysa tey innan greiðar og sjálvstøðugar karmar, ella innan ein karm, sum vit sjálvi ikki hava ræðið á. Grunleggjandi fólkaræði Løgtingið hevur júst samtykt
nummar tvey, spæla í morgin á heimavølli móti Tjaldrinum, og her er H71 stórfavorittur. Vit hava ferð eftir ferð endurtikið, at Tjaldrið dugir meir enn støðan vísir, men tað eru hóast alt 17 stig á muni millum [...] hetta dysturin, sum skal avgera, um tey skulu halda fram at hótta Kyndil, ella um tey endaliga missa FM-møguleikan. Hvørki Stjørnan ella Neistin hevur ráð til at tapa í morgin, og bara tað kann gera dystin [...] nú aftur ein av fremstu avbjóðarunum til FM-heitið. Um teir megna at vinna tað, verður tað triðju ferð á rað, og tað hava vestmenningar ikki megnað síðani árini 1985-87. Um tað eydnast teimum at vinna
linolium ella træ og so verður tað prentað á pappír. Á framsýningini í komandi mánaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum fer Astri Luihn at sýna fram 30-40 verk í ymiskum grafiskum teknikkum. - Til hesa sýningina [...] tónar Fyri fyrstu ferð hevur Føroysk Myndlist fingið eina játtan á løgtingsfíggjarlógini, 60.000 krónur til ferðastipendii. Fólk kunnu í næstum søkja felagið um stuðul til eina ferð til útlandið. Hetta [...] listafólk, vanliga 1-2 %, tá ið bygt, umbygt ella umvælt verður. - Okkara ynski er, at tað almenna hugsar um listina og okkara listafólk, tá ið tað byggir ella umvælir. Tað lønar seg at brúka pengar til
verið í Cádiz í Spania saman við nítjan evnum til landsliðið. Leygardagin royndu teir seg fyri fyrstu ferð í dysti. Teir spældu aftur seinnapartin í gjár (um ta tíðina tá hetta blaðið fór til prentingar), [...] kið, at góðu úrslitini koma, tá landsliðið skal spæla í EM undankappingini seinni í ár. Men hóast hesa útsøgnina, so skal eingin billa sær inn, at venjarin er nøgdur, tá hansara lið tapir, og serliga ikki [...] dysturin varð spældur í Deportotivo. Fótbóltsárið hjá russarum er tað sama sum tað er hjá føroyingum. Hesa tíðina á árinum fyrireika teir seg til eitt nýtt kappingarár, og í tí sambandinum eru fleiri russisk
hevur víst seg at vera ein sannur fongur fyri Neistamenn. Hann bleiv enn einaferð toppskorari, hesaferð við níggju málum, har av átta komu í fyrra hálvleiki. Hann byrjaði eisini seinna hálvleik við at [...] støðug hóttan. Áki fekk reyða kortið fyri at brúka neyðbremsuna móti einum Neistamanni, sum var í ferð móti málinum. Dómarin, sum stóð nærhendis, vísti hann út í tveir minuttir, men hin dómarin, sum stóð [...] 100 prosent klárur, og hann fekk eisini fimm mál (tey flestu av hesum vóru kortini upp á brotskast ella komu eftir 3-meturs uppstilling. Reyða kortið gjørdi tað eisini lættari hjá Neistanum, sum hevði spælt
illa, ella høgga nær til so hart, sum annars -og sum fólk minnast frá Hornøy. Páll Vang sigur, at við einum skipi sum hesum, hevði siglingstíðin millum Havnina og Suðuroynna farið niður í helvt, ella kanska [...] Tvøroyri heldur avgjørt, at møguleikin er verdur at kanna. Hann skjýtur upp fyri politikarum, at næstu ferð, Smyril skal í dokk, veðrur tað gjørt um summarið. ? Ímeðan hann so er í dokk, eiga vit so at leiga [...] koyra Smyril í dokk út ímóti vetri árið eftir, og so aftur vita, hvussu ein katamaranur hevði roynst hesa árstíðina. Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at tað hevur verið ein øgilig menning á hesum øki seinastu
søgd úr starvi hjá SL, ella hava valt at siga seg úr starvi, síðan nýggi stjórin tók við. Onnur 20-30 leita sær eftir øðrum arbeiði. Í sama tíðarskeiði eru einir 8 nýggir stjórar ella undirstjórar settir [...] boðar og sker seinastu turbulentu árini? Játtanin minkaði 400 % í tíðarskeiðinum 1989-1994, og hóast hesa dramatisku niðurgongd hevur hann tó megnað at fulføra ein hóp av projektum, og ikki at gloyma viðlíkahald [...] stovnurin hevur handlað har, hann hevur fingið mest fyri pengarnar. Alivinnuna var Finnbogi Arge eisini í ferð við at bjóða útlendingum. Havi ringt við at síggja nakran politik aftanfyri hesar gerðir. Fólkaflokkurin
aftur seinni í ár verður venjingarstøðan væl betri, enn hon var hesa ferð. Men mótstøðuliðini vera eisini væl betri tá, enn Andorra var hesa ferð. Hetta úrslitið og úrslitið móti Estlandi í fjør eiga at virka [...] landsliðnum. Hesa ferð var hann á verjukenda plássinum á sentrala miðvøllinum, meðan Julian Johnsson og Allan Mørkøre arbeiddu frammanfyri hann. Nógvir møguleikar Allan Simonsen hevur ferð eftir fert sagt [...] hetta ynskið til veruleika. Uttan mun til hvar bólturin var, so høvdu teir alla tíðina fimm, seks ella sjey spælarar í verjuni, og royndirnar, sum teir høvdu móti málinum, kunnu snilt teljast á aðrari
upplestur. Og so skuldu hesi fingið veruliga løn fyri hetta. - T.d. er Kardemummebýurin endursendur ferð eftir ferð, men hann varð gjørdur í 1960. Heta er ein sera góður leikur. Tá var tað Eyðun Johannsen og har [...] í Føroyum, so friðaligt. Serstakliga síðani eg kom til Kaldbaks. Eg kundi ikki hugsað mær at verið hesa náttúruna fyri uttan, men trupulleikin er avbyrgingin. Við at velja at arbeiða heima í Føroyum, so [...] sakna eitt umhvørvi, men vísir á, at hetta er galdandi innan mong øki í Føroyum, um tað er ein lækni ella tónleikari, sum hevur vunnið sær serkunnleika innan ávíst øki, so er sama galdandi. - Eg havi havi