Svar upp á sakligan fyrispurning

10. februar verður ein beinleiðis fyrispurningur settur til undirritaða í Sosialinum frá Óla Jacobsen (ÓJ), fyrrverandi politikara og núverandi formanni í Fiskimannafelagnum. Sum eg havi gjørt vart við áður, fari eg at royna at svara spurninginum uttan at fara út í brigsl ella nakran orðadrátt um persónar.

Spurningurin snýr seg um stýrisskipanarlógina, og um tað er ráðiligt at skipa seg sum eitt land við fullveldi, soleiðis sum stýrisskipanin virkar í dag.

Uppgávurnar hjá løgtinginunum eftir núverandi stýrisskipan er í tveimum: 1) At lóggeva og 2) At hava eftirlit við, at landsstýrið fylgir samtyktum løgtingslógum og fyrisitur sambært vilja løgtingsins.

ÓJ fýlist á eftirlitsarbeiðið hjá løgtinginum og lýsir hetta við einum dømi. Hetta dømið er lagnan hjá sonevnda yrkisráðnum fyri Lønjavningargrunnin, sum skuldi avloysa ta nevnd, sum inntil eina lógarbroyting í 1997 stýrdi Lønjavningargrunninum.

ÓJ ger vart við ein spurning, sum fleiri ferðir er komin fram, síðani vit fingu núverandi stýrisskipanarlógina í 1994. Øll skipanin er bygd á samspælið millum lóggevandi og útinnandi valdið. Ein røtt javnvág tryggjar at løgtingsins vilji verður virdur, samstundis sum landsstýrið hevur umsitingarligu ábyrgdina. Er ikki javnvág her, so riggar skipanin ikki til fulnar.


Royndirnar higartil

Í seinastu samgongu - sum Óli Jacobsen var partur av - vóru ein ørgrynna av dømum um, at løgtingið ikki nýtti tey amboð tað hevði til at tryggja, at landsstýrið útinti valdið í samsvar við løgtingsins vilja. Nærum dagliga í 4 ár vórðu hóttanir og ógvislig orð brúkt á tingsins røðarapalli og í fjølmiðlunum um landsstýrið í ávísum málum ? ikki minst frá samgongulimum. Vit kunnu tildømis nevna bankamálið, misnøgd við løgmann í samband við valhóttanir, ónøgdin um Framtaksgrunnin, Fiskavirking, Fiskasøluna, o.m.a.

Hóast hetta vóru sera prinsipiell og týdningarmikil mál, so fingu tey ongar avleiðingar yvirhøvur. Hetta var tá skotið undir, at stýrisskipanarlógin var so nýggj, at tingmenn høvdu ikki vant seg við sín nýggja leiklut og at táverandi løgmaður hevði stórar trupulleikar við at fata sín leiklut sambært stýrisskipanarlógina.


Royndirnar nú

Undir núverandi samgongu hevur higartil lítið verið av tílíkum. Hendan samgongan hevur sett sær fyri at kunna løgtingið væl og leggja størri spurningar fram til alment orðaskifti áðrenn endaligar loysnir í lógarformi verða lagdar fyri løgtingið. Samstundis eru tingmenn farnir at brúka rættin at seta fyrispurningar til landsstýrið rættiliga dúgliga.

Løgtingið sjálvt hevur eftir øllum at døma ikki havt stórar trupulleikar, men Óli Jacobsen førir fram, at lagnan hjá yrkisráðnum fyri Lønjavningargrunnin er orsøkin til, at hann nú sigur seg hava mist alt álit á bæði løgtingi, landsstýri og stýrisskipan. Eg skilji, at hetta er eitt rættiliga stórt mál fyri Óla Jacobsen, men havi júst øvugta niðurstøðu enn hann kemur til. Eftir mínum tykki er hetta eitt dømi um, at stýrisskipanin á hesum øki er farin at rigga.


Tá vinnan hevði útinnandi vald

Í nógv ár var føroyska siðvenjan, at vinnan gjøgnum síni feløg í stórt mát umsat pening úr landskassanum til sín sjálvs. Formaðurin í Fiskimannafelagnum sat sjálvur fyri 15 árum síðani í øllum nevndum, sum í veruleikanum umsótu heilt stórar partar av løgtingsfiggjarlógini gjøgnum Lønjavningargrunnin. Nevndin fyri Ráfiskagrunnin ásetti fiskaprísin, Studningsnevndin ásetti studningin, nevndin fyri Lønjavningargrunnin stýrdi peningastreyminum úr landskassanum til allar studningsskipanirnar o.s.fr.. Við øðrum orðum ein skipan har peningaliga ábyrgdin og umsitingin einki høvdu við hvørt annað at gera. Tað var tí nærum ógjørligt at staðfesta eina politiska og umsitingarliga ábyrgd av tí partinum av fíggjarlógini, sum varð nýttur til studning til høvuðsvinnuna - summi ár yvir 20 % av fíggjarlógini.


Avgerð og ábyrgd

mugu fylgjast

Alt hetta er broytt nú. Men sum ein leivd frá teirri tíðini var eitt ynski frá vinnufeløgunum um at varðveita eitt ávíst fyrisitingarligt vald í sonevnda yrkisráðnum hjá Lønjavningargrunninum. Hetta var í fyrstu atløgu gingið á møti í tinginum, men seinni hevur løgtingið so broytt hesa avgerð.

Eg haldi ikki tað ber til at føra fram, at tingið í hesum máli ikki hevur vitað hvat tað gjørdi, tá tað í seinna umfari tók støðu til yrkisráðið. Við góðari grund má haldast, at tingið góðtekur, at politiska og umsitingarliga ábyrgdin av at umsita studningsskipanina til fiskivinnuna liggur hjá landsstýrismanninum ? annars kann løgtingið jú ikki útinna sítt eftirlit.. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sjálvsagt tørv á at fáa ráðgeving frá vinnuni, og tað er einki sum forðar fyri, at vinnan verður hoyrd í hesum málum.


Full ábyrgd

Spurningurin hjá Óla Jacobsen til mín er, um eg haldi hetta málið við yrkisráðnum vísa? at fólk kann føla seg trygt at fara inn eitt fullveldi?. Hendan orðing vísir á eina misskiljing, sum ikki er óvanlig. Føroya fólk fer ikki inn í eitt fullveldi. Fullveldið er ein avgerð um, hvørt vit vilja viðurkenna, at bert vit sjálvi hava ábyrgd av at leggja framtíð Føroya til rættis. Og hetta skal fólkið sjálvt gera av.

Um ÓJ spyr meg, um fólk kunnu kenna seg trygg í at taka fulla ábyrgd av sínum landi og samfelag, so er mítt svar avgjørt ja. Alt virkar verri enn so nóg væl í føroyska samfelagnum í dag ? heldur ikki okkara stýrisskipan ? og stór mál eru at loysa fyri framtíðina. Spurningurin er bara um vit vilja loysa tey innan greiðar og sjálvstøðugar karmar, ella innan ein karm, sum vit sjálvi ikki hava ræðið á.


Grunleggjandi fólkaræði

Løgtingið hevur júst samtykt at at seta eina grundlógarnevnd. Hon skal umframt at viðgera grundleggjandi virðir og rættindir hjá føroyskum borgarum eisini endurskoða stýrisskipanina og gera uppskot til eina veruliga føroyska stjórnarskipan. Sostatt skal hon júst gera uppskot til at loysa teir spurningar, sum Óli Jacobsen reisir.

Men munurin millum hesa ætlan og okkara núverandi stýrisskipan er, at tað hesaferð ikki bert skulu vera politikarar, sum taka avgerðina. Uppskotið til grundlóg verður lagt fyri Føroya fólk, sum sostatt sjálvt skal taka avgerð um okkara stjórnarskipan. Tað er ongantíð gjørt áður, og ikki fyrrenn tá, kunnu vit tosa um eina veruliga demokratiska skipan.


Nei krevur eisini svar

Tí má ein bara undrast stórliga, tá formaðurin í Føroya Fiskimannafelag longu nú alment heitir á Føroya fólk um ikki at taka fulla ábyrgd av landinum. Áðrenn vit hava fingið tey ítøkiligu uppskotini at taka støðu til. Hetta undrar ikki minst, tá vit kenna søguna hjá Føroya Fiskimannafelag og hava alstóra virðing fyri tí, sum felagið, tess limir, nevnd og formenn hava avrikað og staðið fyri.

Vit eiga at minnast til, at tey sum venda sær ímóti fullveldisætlanini hava eina minst líka stóra ábyrgd, sum tey sum taka undir. Tey hava eins og landsstýrissamgongan ómetaliga stóra ábyrgd av at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum og at koma við ítøkiligum boðum uppá, hvussu tey vilja tryggja framtíðina. Og ikki minst at lýsa ítøkiliga, hvørjar avleiðingar teirra ætlanir hava fyri samfelagið og tann einstaka.


Høgni Hoydal