tíverri ikki millum okkum meira, og minnast vit tær við sakni. Tað at kenna tykkum hevur gjørt mítt lív so nógv ríkari. Við hesum vil eg ynskja okkum tillukku við degnum og takka fyri alt Heilsan Maria [...] frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Jacobsen, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Poulsen [...] dýrabar minni, vit goyma í huganum. Tað er við sorgblídni, vit hyggja at myndini. Allar so ymiskar av lyndi og lagnurnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí viðráki og mótrákið, sum tað nú einaferð
slakar 4,2 milliónir í stuðuli í sambandi við koronu. Hetta er fyri inntøkur, tey hava mist av teimum avmarkingunum, ið vórðu sett í verk í sambandi við koronu. Hetta er peningur úr tí, sum kallaðist h [...] tey luku ikki krøvini fyri at kalla seg listafólk. Í onkrum førum vórðu tey neyðugu skjølini ikki við og í onkrum førum var talan um fólk, sum hevði bústað uttanlands og tær umsóknirnar vórðu heldur ikki
oftast heimaær. Ærnar í haganum lemba gjarna eitt sindur seinni. Frætt er um onkra ær, sum er komin við trimum lombum, og frætt er eisini um heimaær, sum á hvørjum ári hevur trý lomb. Tað er skjótt at mistaka [...] 2010 var stórt forvitni um eina heimaær á Glyvrum, sum lembdi heili sjey lomb, harav tvey teirra vóru deyð, men fullborin. Maðurin, sum átti ær og lomb, var Símun Pauli Jacobsen. Tá sjaldsama hendingin fór
at roynast. - Tíbetur hevur okkara arbeiðspláss ikki nevnivert verið rakt av koronu, men eins og á øðrum virkjum, sum fáast við fiskaframleiðslu, fyltust eisini goymslurnar hjá okkum, tá korona tók seg upp [...] partur av fiskinum, sum Sandoy Seafood lættsaltar, er frystur toskur. Tey hava eisini gjørt onkra roynd við frystum upsa, men tað hava tey ikki fingið at rigga ordiliga. Martin Olsen, stjóri í Sandoy Seafood
eingin vissa um, at tann, sum verður brúktur til at skapa ryggin í røðuni, yvirhøvur hevði tikið undir við tí politiska boðskapi, sum røðuskrivarin vil hava fjøldina at gloypa. Tak nú løgmansrøðuna í 2020, [...] uppi vóru í kjakinum yvirhøvur. Hví skal hann so neyðtakast fyri opnari mikrofon? Eitt vita vit tó við vissu: Hann var hugtikin av tjóðskaparrørsluni. 26 ára gamal, í 1906, yrkti hann m.a. soleiðis: “Sólin [...] í blindum, skilja ei nón frá nátt. Sólin stígur úr havi, hon boðar ein nýggjan dag – til dáð ella deyð? Gud gævi, at føroyingar ansaðu tað.” Tá var hesin 26 ára gamli unglingi so smæðin, at hann ikki hættaði
ørindi, sum ein fjøld dugir betur enn Faðirvár, og, sum brúkt vera sum skjøldur, at verja seg við, ugga seg við, og at byggja sína ævigu sælu á: Betur er at standa á markini og hugsa um kirkjuna, enn at sita [...] hagin nógv betrið enn kirkjan fyri meg. o.s.f. o.s.f.. Góð herklæði at brynja seg við til bardaga móti tí, sum vágar at koma við einari áminning um skyldu okkara sum doypt menniskju at møta upp í Guðs húsi [...] ov deyðligt, formarnir ov trongir, sangirnir ov tungir. Harvið hevur tú sagt, at í kirkjuni er einki at koma eftir. Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara, verður rópt í adventini. Við bara
hyggja vit ofta at heilanum eisini. Og nú kunnu vit byrja við at opna bringurúmið og búkrúmið, sigur hann við Ova Berg Jacobsen, ið stendur klárur við knívinum. Ove sker í einum heilt úr barkakulluni niður [...] Jacobsen, einsamallur við at fáa líkið yvir á líkskurðborðið, sum er úr marmori. Hann hyggur at journalinum og táseðlinum. Navnið passar. So hyggur hann at pappírsstrimlinum við hjartarútmuni, ið def [...] onkrar skurðviðgerðir, ið bæði síggjast í journalinum og sum gomul arr á líkinum. Við linjál mátar Høgni arrini upp, og við penni skrivar Kári støddina niður. Skurðsl og skeinur verða eisini skrásett eins
110 føroysk skip við tilsamans 2.500 fiskimonnum undir Grønlandi. So løgið er tað, at meðan føroyingar hava mist mong skip við “mann og mús” undir Íslandi, so er einki skip forlist við allari manningini [...] verið nær við, at stóra vanlukkan kundi hent. Eitt dømi um hetta var Blithsome í 1935. Tað er tó hendar einstakar vanlukkur við tapi av mannalívum í Grønlandi. Kendu seg illa viðfarnar við Skarstein [...] tó gott lens við pumpunum, men tær máttu drívast við handakraft, tí motorurin hevði verið í ólagi alla tíðina, og stutt frammanundan var hann heilt steðgaður. Dagin eftir var ódnarveður við stormi og kavaælingi
Svínoyar, hevur tað altíð verið hugaligt at koma á tal við Poul. Altíð er hann fryntligur og altíð veit hann okkurt. Heimferðin við Fuglberg Poul var við í eini nógv nógv umtalari hending á sjónum og var [...] skjótt við sjógv. Tá vóru vit allir ungir menn í bestu árum, so vit fóru beinanvegin at bøta um skaðan. Vit høvdu mist tað mesta av amboðunum og tílíkum, so vit máttu hjálpast við tí, sum var við hondina [...] frásøgnina við at siga, at tað var ringt at vera svangur og kaldur í fleiri dagar, men tað ringasta var onki vatn at fáa. Húsið hevur dugnað Svínoynna Poul var giftur við Nikolinu av Húsum, sum er deyð fyri
eftir sat einkja við tveimum døtrum. Við seksmannafarinum, Roysningi: Jógvan Joensen upp í Stovu, 53 ár; eftir sótu einkja og tríggir synir, Hjalgrím Hentze, 33 ár; eftir sat einkja við soni og dóttur, [...] øðrum plássum í landinum, átóku sær at ganga við listum, har fólk høvdu høvi at seta seg fyri eini ávísari upphædd at stuðla tiltakinum. - Væl varð tikið undir við hesum, bæði av fólki, sum varaðu av bygdini [...] frá húsum. Tó er hetta eitt frítt og friðsælt stað við góðum útsýni. - Tað er Árni Ziska, steinhøggari á Strondum, sum hevur høgt varðan og pláturnar við teimum 24, sum eru falnir í bjørgunum og sjólátnir