Ærin høgrumegin lembir trý lomb á hvørjum ári - og soleiðis hevur hon eisini trý lomb í ár. Tað var bara fyrsta árið, at hon hevði tvey lomb. Øll onnur ár hevur hon havt trý. Ærin er fleiri ára gomul.

Tá ærin á Glyvrum lembdi sjey lomb

Hvør skuldi trúð, at ein ær kann lemba sjey lomb? Ber tað til, kunnu vit spyrja, og svarið er ja.

Ærin høgrumegin lembir trý lomb á hvørjum ári - og soleiðis hevur hon eisini trý lomb í ár. Tað var bara fyrsta árið, at hon hevði tvey lomb. Øll onnur ár hevur hon havt trý. Ærin er fleiri ára gomul.

Tað eru nakrir dagar síðan, tað frættist, at fyrstu lombini í ár vóru komin. Ærnar, sum lemba so tíðliga, eru oftast heimaær. Ærnar í haganum lemba gjarna eitt sindur seinni.

Frætt er um onkra ær, sum er komin við trimum lombum, og frætt er eisini um heimaær, sum á hvørjum ári hevur trý lomb. 

Tað er skjótt at mistaka seg, tá sagt verður, at ting ikki eru hend áður. 

Tí, hvør skuldi trúð, at ein ær kann lemba sjey lomb?

Ber tað til, kunnu vit spyrja, og svarið er ja. 

Á vári í 2010 var stórt forvitni um eina heimaær á Glyvrum, sum lembdi heili sjey lomb, harav tvey teirra vóru deyð, men fullborin. 

Maðurin, sum átti ær og lomb, var Símun Pauli Jacobsen.

Tá sjaldsama hendingin fór fram, royndi Símun Pauli at googla fyri at vita, um hann kundi finna onkra ær í útlandinum, sum hevði lembt eins nógv lomb og ærin hjá honum. 

Hann fann tá eina ær í Bretlandi, sum hevði lembt seks lomb.

Um ærin hjá Símuni Paula Jacobsen setti heimsmest, skulu vit lata vera ósagt, men í øllum førum var hendingin á Glyvrum rættiliga sjáldsom. 