Mansliðið hjá H71 spældi í kvøld seinna dystin í European Cup móti bosniska liðnum, RK Konjuh Zivinice.
Fyrradagin tapti H71 í fyrra dystinum 28-36 (14-19) fyri RK Konjuh Zivinice.
Men í dag var tað H71, ið var omaná. Hoyvíkingar vunnu ein flottan 26-20 sigur. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10, men í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá H71. Tíverri rakk tað ikki til ein samlaðan sigur hjá H71. RK Konjuh Zivinice vinnur tí ein samanlagdan 56-54 sigur á H71, og heldur fram í kappingini.
Málskjúttar H71: Høgni Heinason 10, Boas Ellefsen á Skipagøtu 4, Haraldur Karlsson 3, Jákup Egholm 3, Helgi H. Hoydal 2, William Napoleon Djurhuus 2, Brian Slyne 2.
(Eingi hagtøl eru tøk fyri málverjarnar).