Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973:
Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólvá Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari), Esther Thomsen (lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna (Olsen) Michelsen, Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria (Andreassen) Andersen.
Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Jacobsen, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Poulsen
--
Nógv og góð eru minnini frá forskúlatíðini, tá vit, ungar og fullar av dreymum um lívið frammanfyri, gleddu okkum til at nema kunnleika til hetta yrki, sum vit høvdu valt.
Spennandi varð, tá vit skuldu møta á deildunum, íklæddar stríputum (blátt/hvítt) bummulsbúnum við flipp og sloyfu, fyriklæð og kappa. Har lærdu vit tað praktiska arbeiði í sjúkrarøktini, og at hava umsorgan fyri sjúklingunum, sum vit bert høvdu lisið um, men nú skuldi læra at røkta. Vit lærdu »teori og praksis« - hond í hond saman við ábyrgd.
Vit vóru teir fyrstu næmingarnir, sum í 1970 fluttu inn á B75 at búgva.
Køkurin varð hjartað, har vit terpaðu saman, tað verði seg medisin, kirurgi, infektiónspatalogi ella aðrar lærugreinar.
Teir seinastu átta mánaðirnar gekk leiðin til Danmarkar, har vit tóku psykiatri á Nykøbing Sjælland, barnasjúkur og oyra/nøs og háls á Sundby Hospital. Síðani komu vit heimaftur og tóku tað endaliga prógvið.
Alt hetta sjóvaði okkum saman, og hava vit nógvar glaðar og ógloymandi løtur saman, sum nú eru dýrabar minni, vit goyma í huganum.
Tað er við sorgblídni, vit hyggja at myndini. Allar so ymiskar av lyndi og lagnurnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí viðráki og mótrákið, sum tað nú einaferð hevur at bjóða. Tvær eru tíverri ikki millum okkum meira, og minnast vit tær við sakni.
Tað at kenna tykkum hevur gjørt mítt lív so nógv ríkari. Við hesum vil eg ynskja okkum tillukku við degnum og takka fyri alt
Heilsan Maria