Tær flestu umsóknirnar vórðu avvístar

Tað eru ikki nógv listafólk og tiltøk, sum fingu koronu-hjálp frá landinum

 

Listafólk, og tey, sum skipa fyri mentanarligum tiltøkum av ymsum slagi, hava fingið tilsamans slakar 4,2 milliónir í stuðuli í sambandi við koronu. Hetta er fyri inntøkur, tey hava mist av teimum avmarkingunum, ið vórðu sett í verk í sambandi við koronu.

Hetta er peningur úr tí, sum kallaðist hjálparpakka 3, og peningur er latin listafólkum, tónleikafestivalum, almannagagnligum felagsskapum, o.s.fr og Mentamálaráðið sigur, at tilsamans hava 12 listafólk søkt um stuðul.

Men tær flestu umsóknirnar vórðu afturvístar. Onkur umsókn varð avvíst, tí talan er um eitt vinnufelag og ikki listafólk og onkrar umsóknir vórðu avvístat, tí tey luku ikki krøvini fyri at kalla seg listafólk. Í onkrum førum vórðu tey neyðugu skjølini ikki við og í onkrum førum var talan um fólk, sum hevði bústað uttanlands og tær umsóknirnar vórðu heldur ikki gingnar á møti.

Mentamálaráðið sigur eisini, at fleiri umsóknir fingu einki, tí tey høvdu fingið úr øðrum hjálparpakka og fleiri aðrir umsøkjarar høvdu fingið so nógv úr øðrum hjálparpakkum, at tað var lítið og einki eftir at gjalda úr hjálparpakkanum til mentan og list.

Niðurstøðan er, at tað vóru bara fimm umsóknir, sum fingu tað gjald úr hjálparpakkanum, sum tey høvdu søkt sum.

Listafólk hava fingið góðar 469.000 krónur, tónleikafestivalar hava fingið góðar 1,9 milliónir, almannagagnlig tiltøk hava fingið slakar 1,5 milliónir og 303.000 krónur eru goldnar fyri leiguinntøkur.