Í onkrari av fólksins mongu »bíblium« standa tvey vælkent ørindi, ørindi, sum ein fjøld dugir betur enn Faðirvár, og, sum brúkt vera sum skjøldur, at verja seg við, ugga seg við, og at byggja sína ævigu sælu á:
Betur er at standa á markini og hugsa um kirkjuna,
enn at sita í kirkjuni og hugsa um markina.
Hitt ljóðar:
Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi,
meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi;
kennir tú meg rætt, so veitst tú væl at eg
má leita mær burtur hagar, himinin er høgur,
hagar, lotið og fuglurin eitt várkvæði kvøður;
tí er hagin nógv betrið enn kirkjan fyri meg.
o.s.f. o.s.f..
Góð herklæði at brynja seg við til bardaga móti tí, sum vágar at koma við einari áminning um skyldu okkara sum doypt menniskju at møta upp í Guðs húsi. Men hetta er rein undanførsla. Markina, fjøllini, hagan, lotið, fuglin hevur tú allar hinar dagarnar og tímarnar í vikuni.
Harvið vil tú eisini ráða øðrum frá at koma í kirkju. Men sjálvandi hevur tú ikki skyldina at so tómligt er í kirkjuni, tað skyldast hinum: Prestarnir eru ov linir, kirkjutænararnir ov stívir, meinigheitsráðið ov deyðligt, formarnir ov trongir, sangirnir ov tungir. Harvið hevur tú sagt, at í kirkjuni er einki at koma eftir.
Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara, verður rópt í adventini. Við bara at finnast at, ger tú júst tað øvugta, tú leggur forðingar á vegin fyri øðrum at koma í Guðs hús. Hvussu um tú sjálvur, heldur enn at koma við hundratals umberingum, fór í Guðs hús og vermdi og lýsti upp har? Hvussu, um tú eggjaði øðrum: Komi við í Guðs hús, komi og stimbri, komi og eggi presti og kirkjutænarum til, so at teir fáa dirvið og hug at halda á? Tá ruddar tú vegin og slættar gøtuna fyri øðrum til Guðs hús.
Kirkjuliðið er brúður Krists. Tað skal vera livandi, síggjandi, vakin, og vænta komu brúðgómsins. Fyri tí er advent alt árið. Eitt fólk, sum hevur vent kirkjuni í heimbygd síni bakið, tað hevur latið andaligt lív.
Í einari afrikanskari kirkju, har einaferð var eitt blómandi, trúfast og livandi kirkjulið, vendi bygdar-fólkið so við og við kirkjuni bakið. Kirkjan stóð at enda tóm, Kristi brúður var sovnað burtur. Ein dagin lýsti prestur til jarðarferð. Og sum til hvørja jarðarferð eins og her hjá okkum, fór maður av húsi, hóast tey ikki vistu hvør var deyður. Tá ið fólkið hevði stúga allar kirkjubríkarnar, kom prestur berandi kistuna inn eftir kirkjugólvinum, setti hana frammi við kórsgáttina, tók lokið av, og bað síðan kirkjufólkið ganga framvið kistuni at síggja líkið og siga tí hitt seinasta farvæl. Røðin var long, sum í forvitnið vildi síggja hin deyða. Hin deyða fingu tey eisini at síggja, tí á botninum á kistuni lá ein stórtur spegil, og har sóu tey beint í andlitið á líkinum, á sær sjálvum.
Eitt av fornkirkjuliðinum reypar og sigur soleiðis um seg sjálvt: "Eg eri ríkur og havi fingið almikið og havi onga neyð!" Men kirkj-unnar Harri svarðar hesum sama kirkjuliðið nakað annað aftur: "Tú veitst ikki, at tú ert vesælur og eymur og fátækur og blindur og nakin!"
Eitt bygdafólk, sum hevur sett seym í kirkjudyrnar og vent heilgidóminum bakið, eitt fólk, ið heldur seg vera nóg væl fyri, eitt fólk, ið er fult av sjálvrættvísi, eitt fólk ið kann klára seg uttan Guð, eitt fólk, sum ikki kennir trong ella hevur stundir at koma í Guðs hús ein til hálvanannan tíma einaferð um vikuna, er ikki eitt ríkt og sterkt fólk, men fátækt og vesælt, líkamikið hvat tað so annars eigur av heimsins góðsi og gulli. Eitt slíkt kirkjulið er bara til, tað livir ikki. Har kann vera sungið, at "kirkjan hon er eitt gamalt hús", men hon er "fallin, um tornini standa".
Í bretsku kolanámunum brúktu teir í gomlum døgum hestar at draga kolvognarnar aftur og fram gjøgnum tær myrku gongdirnar, men hvønn sunnudag vóru teir leiddir upp og út í ljósið. Um tað ikki var gjørt, vildu teir innan heilt stutta tíð gjørst blindir. Soleiðis eisini við einum kirkjuliði.
Men er kirkjan afturlatin tí kirkjuliðið er vorðin blint og deytt, tá er eisini opin marknaður fyri øllum møguligum átrúnaðum at gera innrás. Og kunnu hesir brádliga herseta staðin, so svermarí og andaligur ruðuleiki koma at valda.