tann millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Hóast Kyndil so at siga ongan møguleika hevur fyri at gera seg galdandi í toppinum, eftir at teir síðsta vikuskiftið taptu móti H71, eru dystirnir millum VÍF og Kyndil [...] og StÍF trý FM-heiti. Síðsta vikuskiftið vann VÍF sannførandi 33-22 á KÍF, meðan Kyndil tapti »knald-eller-fald«-dystin móti H71. Í løtuni sær út til, at VÍF um góðar tveir mánaðir fer at fáa sítt 18. m [...] umfarið verður ikki spældur fyrr enn mikudagin og er millum Neistan og H71. Neistin hevur álvarsligan tørv á stigum, men tað fyri H71 ræður eisini um at halda tørn fyri ikki at missa sambandið við tey bæði
Eina ferð vóru dystirnir millum VÍF og Kyndil javnir og spennandi, men tann tíðin er fyribils farin. Leygardagin var tað bert VÍF, sum var spennandi. Vestmenningar vunnu 33-18 eftir at hava verið á odda [...] ikki meir, og Sámal Joensen kundi gera fýra mál næstu tríggjar minuttirnar, so VÍF kom fram um 11-6. Tað var eyðsæð, at VÍF-leikararnir vóru í nógv betri venjing enn Kyndlamenninir. Kyndil hevði luft til [...] enn einum FM-heiti. Í løtuni sær StÍF út til at vera einasta lið, ið kann hótta VÍF. Leygardagin 21. februar spæla StÍF og VÍF á Skála, og tá kann ein greiðari mynd fáast av, hvussu spennandi landskappingin
Neistin og H71 landskappingardyst í ítróttarhøllini á Hálsi. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. H71 hevur fyri neyðini at vinna fyri ikki at missa sambandið við tey bæði oddaliðini VÍF og StÍF [...] liðið skal flyta niður. H71 kann við einum sigri í kvøld koma upp á 11 stig, og so er ikki so langt upp til VÍF, sum hevur 14 stig, og StÍF, sum hevur 13. Komandi sunnudag skal H71 spæla móti júst StÍF á
StÍF og H71 í høllini á Skála, og hetta má sigast at vera eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini. StÍF er bert eitt stig aftan fyri oddaliðið VÍF, og tvey stig aftan fyri StÍF kemur H71. VÍF spælir móti [...] hava saknað á Skála. H71 kom sum eitt skot upp í toppin av føroyskum hondbólti, og liðið hjá teimum í ár er enn betri enn tað, teir høvdu í fjør. Men sum ikki eina ferð tykist VÍF framvegis at hava sterkasta [...] sterkasta liðið, og um H71 vinnur á StÍF í morgin, stendur sera væl til hjá vestmenningum. Í dystinum móti Neistanum mikukvøldið spældi H71 uttan Halgir Dahl-Olesen, sum er skaddur í økslini. So er spurningurin
gina. StÍF-H71 25-30 (10-17) StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 3, Poli Hansen 2, Agnar Højgaard 2, Alexander Johansen 2, John Petersen 2, Tummas Johansen 1. H71: Hans Guðmundsson [...] Hvørja ferð H71 fekk 3-meturkast, kom stóri íslendingurin inn og sendi bóltin í málið. Tilsamans fekk Hans Guðmundsson 12 mál. Í hinum endanum spældi Egin Høgnesen ein stóran dyst í H71-málinum. Saman [...] vegginum: StÍF hevði mist tvey týdningarmikil stig í royndini at fylgja VÍF, meðan H71 við sigrinum kom upp á sama stigatal sum StÍF. Eftirsum VÍF vann sín dyst um vikuskiftið, eru vestmenningar nú trý stig framman
at H71 vann á StÍF. Tað merkir, at VÍF nú er trý stig framman fyri nærmastu liðini. Sunnudagin spældi VÍF móti botnliðnum Neistanum og vann sannførandi 30-17. Støðan í hálvleikinum var 16-7 til VÍF. Bestu [...] Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Áki Olsen við 7 málum og Ingi Olsen við seks. Jákup Sverri Kass og Páll Nólsoy skutu fýra mál hvør fyri Neistan. Um góðar tvær vikur skal VÍF spæla á Skála móti StÍF, og um [...] um vestmenningar vinna henda dystin, er ilt at fáa eyga á nakran, sum kann forða VÍF í at vinna enn eitt FM-heiti.
fyri einari viku síðani vann H71 sannførandi á Skála móti StÍF, og tað var sjálvandi eisini H71, sum sendi greipuvinnararnar frá í fjør, VÍF, úr steypakappingini í ár. VÍF vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna [...] teimum, at H71 fór at vera favorittur at vinna eina steypafinalu móti Kyndli, men um føroyingar høvdu kunnað veddað um dystin í dag, høvdu tey flestu uttan iva satsað sínar pengar upp á H71. Hoyvíkingar [...] málmuni enn vestmenningar høvdu vunnið í fyrra dystinum. Seinast, H71 og Kyndil spældu, var í landskappingini sunnudagin 25. januar, og tá vann H71 29-26 eftir at hava verið á odda 14-11 í hálvleikinum. Í dystinum
Nielsen, VÍF 2. Christina Eriksen, VÍF 3. Sandra Nielsen, VÍF Støðan: 1. Jenny Nielsen, VÍF 1785 2. Christina Eriksen, VÍF 1430 3. Inga Nielsen, VÍF 1070 Gentur 10-12 ár 1. Jenny Nielsen, VÍF 2. Christina [...] Christina Eriksen, VÍF 3. Herbjørg Eliasen, HBF Støðan: 1. Lis C. Hansen, VÍF 1140 2. Herbjørg Eliasen, HBF 1090 3. Helena Mortensen, HBF 885 Gentur 12-14 ár 1. Elin Hansen, HBF 2. Jenny Niclasen, ÍF 3. Guðrun [...] Guðrun Poulsen, VÍF Støðan: 1. Elin Hansen, HBF 1750 2. Jenny Niclasen, ÍF 1685 3. Guðrun Poulsen, VÍF 1330 Gentur 14-16 ár 1. Karin Hansen, HBF 2. Hjørdis Klein, HBF 3. Elsebeth Iversen, HBF Støðan: 1.
Skála, har nummar tvey StÍF tekur ímóti oddaliðnum VÍF. Fyri tveimum vikum síðani misti StÍF tvey týðandi stig, tá teir taptu móti H71. Munurin millum VÍF og StÍF er nú trý stig, og vestmenningar kunnu við [...] dystur, sum H71 allar vanligar dagar eigur at vinna. Um nú tað skuldi hent, at StÍF vinnur á VÍF, og H71 vinnur á KÍF, er knappliga bert eitt stig millum trý tey ovastu liðini. Men um VÍF hinvegin fær [...] higartil í ár, men tað kiksaði altso móti H71 seinastu ferð. Um StÍF vinnur á VÍF í dag, er knappliga bert eitt stig á muni, og so er alt opið aftur. Steypavinnararnir H71 eru eisini komnir við aftur í oddastríðið
hevur nú tapt tveir heimadystir á rað móti ávikavist H71 og VÍF. Hetta hevur gjørt, at strandingar hava mist møguleikan fyri føroyameistaraheitinum, sum VÍF nú sær út til at fara avstað við. Vestmenningar missa [...] gongd í seinna hálvleiki, og VÍF tók seg framum 15-12 og seinni 18-14. Men so svaraði heimaliðið aftur, og tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan sum sagt 20-20. Men VÍF var sum heild betra liðið og [...] framvegis eru eftir at spæla um. Og at VÍF framvegis er besta liðið í 1. deild hjá monnum, munnu strandingar og hoyvíkingar eisini vera væl vitandi um. StÍF-VÍF 20-24 (11-10) StÍF: Jónleif Sólsker 7, Artur