Stóri steypadagur er í dag

Hondbóltur: Í dag verða tær báðar steypafinalurnar í hondbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn. Og allir finalistarnir koma eisini úr høvuðsstaðnum

Ein av størstu hondbóltsdøgum á árinum er í dag, nú steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum vera í Havn.

Vit kunnu ivaleyst vænta tveir spennandi dystir í dag, tí líka mikið hvussu liðini hava staðið seg í landskappingini, er tað nakað heilt annað, tá talan er um steypadyst ? og ikki minst, tá talan er um eina finalu.

Sum sagt kann alt henda í eini steypafinalu, men kortini er annað liðið ein lítil favorittur hjá bæði kvinnum og monnum. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so høvdu tey flestu ivaleyst rist við høvdinum, um onkur hevði sagt teimum, at H71 fór at vera favorittur at vinna eina steypafinalu móti Kyndli, men um føroyingar høvdu kunnað veddað um dystin í dag, høvdu tey flestu uttan iva satsað sínar pengar upp á H71.

Hoyvíkingar hava fingið eitt sera gott lið, sum kann vinna á øllum hinum liðunum í Føroyum. So seint sum fyri einari viku síðani vann H71 sannførandi á Skála móti StÍF, og tað var sjálvandi eisini H71, sum sendi greipuvinnararnar frá í fjør, VÍF, úr steypakappingini í ár. VÍF vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna, men hoyvíkingar vunnu seinnu hálvfinaluna í Havn við betri málmuni enn vestmenningar høvdu vunnið í fyrra dystinum.

Seinast, H71 og Kyndil spældu, var í landskappingini sunnudagin 25. januar, og tá vann H71 29-26 eftir at hava verið á odda 14-11 í hálvleikinum. Í dystinum á Skála seinasta vikuskifti var tað um nakar leikandi venjarin Hans Guðmundsson, sum var maðurin aftan fyri sigurin, og Kyndil fer ivaleyst at gera alt fyri at demma upp fyri honum í dag. Harafturat kann tað gerast rættiliga áhugavert at síggja, hvussu Andreas F. Hansen fer at klára seg móti sínum gomlu liðfeløgum í Kyndli.

Kyndil hevur bert henda dystin eftir av týdningi. FM-møguleikin er fokin, og sigurin móti KÍF seinasta sunnudag ? tann fyrsti hjá Kyndli í endaspælinum ? hevði við sær, at siðvanda havnarfelagið heldur ikki flytur niður.

Sostatt kunnu kyndlaleikararnir í dag geva alt tað, teir eiga, uttan at hugsa um, um tað fer at kosta seinni í kappingarárinum.

Í teimum flestu dystunum hevur tað verið Bárður Johannesen, sum hevur gjørt málini fyri Kyndil, men í seinastuni eru Hannis og Bjarni Wardum eisini komnir væl við sum málskjúttar. Sum heild hevur kappingin hjá Kyndli verið merkt av, at teir ikki standa seg móti teimum ovaru liðunum, meðan teir vinna tey niðaru. H71 er omanfyri Kyndil á stigatalvuni, men í dag hava stig einki at siga ? vinnarin tekur alt.


Vunnið ein dyst í part

Kyndil er eisini umboðað í finaluni hjá kvinnum, har tær skulu spæla ímóti hinum havnarfelagnum Neistanum.

Eins og hjá monnunum er lítil ivi um, at flestu føroyingar høvdu satsað sínar pengar upp á Neistan, um teir høvdu havt høvi til tess.

Neistaliðið hevur nógvar royndir frá dystum sum hesum og hava eisini vinnarahugburðin, sum Kyndil ofta hevur saknað hjá kvinnunum.

Í landskappingini hava liðini spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum (í grundspælinum) og hava vunnið ein dyst í part. Síðsta vikuskiftið tapti Kyndil óvæntað heima móti VB og misti tvey týdningarmikil stig. Hvørja ávirkan tað hevur havt á liðið og um tað fer at fáa ávirkan á innsatsin í dag, er ilt at siga, men kyndlakvinnurnar vilja uttan iva sera fegnar vinna á Neistanum, sum so at siga altíð hevur verið tað betra av kvinnuliðunum í høvuðsstaðnum.

Neistin er framvegis væl við í landskappingini. Í løtuni eru bert tvey stig upp til oddaliðið StÍF, og tað kann broytast eftir einum degi. Men í dag verður landskappingin løgd á hillina ? nú ræður tað um steypakappingina.