HONDBÓLTUR: Hjá vestmenningum kom tað væl við, at H71 vann á StÍF. Tað merkir, at VÍF nú er trý stig framman fyri nærmastu liðini.
Sunnudagin spældi VÍF móti botnliðnum Neistanum og vann sannførandi 30-17. Støðan í hálvleikinum var 16-7 til VÍF.
Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Áki Olsen við 7 málum og Ingi Olsen við seks.
Jákup Sverri Kass og Páll Nólsoy skutu fýra mál hvør fyri Neistan.
Um góðar tvær vikur skal VÍF spæla á Skála móti StÍF, og um vestmenningar vinna henda dystin, er ilt at fáa eyga á nakran, sum kann forða VÍF í at vinna enn eitt FM-heiti.