Í dag verður hol sett á triðja umfar í endaspælinum hjá bæði kvinnum og monnum, og áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið sær út til at vera tann millum VÍF og Kyndil í Vestmanna. Hóast Kyndil so at siga ongan møguleika hevur fyri at gera seg galdandi í toppinum, eftir at teir síðsta vikuskiftið taptu móti H71, eru dystirnir millum VÍF og Kyndil altíð áhugaverdir.
Hetta eru tungvektararnir í føroyskum manshondbólti. Í løtuni eigur Kyndil 27 føroyameistaraheiti og VÍF 17. Vit skulu heilt aftur til 1956, tá SÍF varð meistari, fyri at finna eitt annað lið enn hesi bæði, sum er endað ovast. Annars hevur Neistin fýra og StÍF trý FM-heiti.
Síðsta vikuskiftið vann VÍF sannførandi 33-22 á KÍF, meðan Kyndil tapti »knald-eller-fald«-dystin móti H71.
Í løtuni sær út til, at VÍF um góðar tveir mánaðir fer at fáa sítt 18. meistaraheitið í hús, men tó eru tvey lið, sum eru av eini aðrari áskoðan.
StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri vestmenningar og hevur í ár eisini eitt lið, sum veruliga kann vinna FM. Strandingar spæla í dag á Skála móti KÍF, og hetta eigur á pappírinum at vera ein avgreiðsludystur hjá StÍF. Men móti kollfirðingum er ilt at spáa um úrslitið, tí KÍF hevur jú eisini høllina á Skála sum heimavøll, so dysturin í dag stendur millum tvey staðkend lið.
Triði dysturin í bestu deildini hjá monnum hetta umfarið verður ikki spældur fyrr enn mikudagin og er millum Neistan og H71. Neistin hevur álvarsligan tørv á stigum, men tað fyri H71 ræður eisini um at halda tørn fyri ikki at missa sambandið við tey bæði oddaliðini.
Eingin oddadystur hjá kvinnunum
Hjá kvinnunum er kappingin brotin um tvøran við trimum liðum í toppinum og trimum í botninum. Eingin oddadystur verður hjá kvinnunum hetta vikuskiftið, og á pappírinum bendir lítið á, at støðan fer at broytast nakað í dag.
Men eitt er hvat stendur á pappírinum, eitt annað er veruleiki. Spyr bara neistakvinnur, sum fingu ein rættiligan hvøkk í Vági fyri skjótt tveimum vikum síðani og ikki fingu sigursmálið fyrr enn í evstu løtu.
Kortini má sigast, at Neistin er favorittur í dystinum móti GÍ á Kambsdali í dag. Størsti favoritturin hjá kvinnunum í dag man tó vera nýggja oddaliðið StÍF, sum seinasta vikuskiftið vann á Neistanum í Havn, og sum nú tekur ímóti VB á Skála. VB vann botndystin móti Stjørnuni síðsta sunnudag, men tað skal nógv til, um vágskvinnurnar skulu fáa nakað við sær heim aftur í kvøld.
Kvinnuliðið hjá Kyndli liggur í løtuni á triðja plássi, ájavnt í stigum við Neistan og tvey stig aftan fyri StÍF. Kyndil spælir í dag í Klaksvík móti botnliðnum Stjørnuni, og heldur ikki her sær út til at vera nakar ivi um úrslitið.