Tað er løgið sum alt krógvar seg í dag...

Hondbóltur: VÍF tók eitt stórt stig fram móti enn einum FM-heiti, tá teir vunnu á Skála móti StÍF

Nógv bleiv sett upp á pláss í høllini á Skála leygardagin. StÍF-kvinnurnar tóku eitt stórt fet fram móti FM-heitinum, og tað sama gjørdi VÍF í 1. deild hjá monnum.

Vestmenningar vunnu 24-20, men tað var ikki fyrr enn teir seinastu tveir minuttirnar, at avgerðin fall. Tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan javnleikur 20-20, men so gjørdi Ingi Olsen trý mál, og so var sloppið hjá VÍF. Tá Ingi skoraði til 21-20, fingu strandingar knappliga so nógvan skund at fara fram at javna, at teir tvær ferðir blakaðu bóltin burtur til Inga, sum so einsamallur kundi fara fram og økja til 22-20 og 23-20.

Áðrenn tað høvdu liðini skiftst um leiðsluna. Strandingar komu betur frá byrjan. Teir royndu seg við eini offensivari verju, og tað riggaði væl, so eitt nú strikuspælarin hjá VÍF fekk lítið og einki burturúr. StÍF helt nøsina framman fyri allan fyrra hálvleik og fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á 11-10. Men strandingar komu ikki í gongd í seinna hálvleiki, og VÍF tók seg framum 15-12 og seinni 18-14. Men so svaraði heimaliðið aftur, og tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan sum sagt 20-20. Men VÍF var sum heild betra liðið og vann uppiborið.

StÍF hevur nú tapt tveir heimadystir á rað móti ávikavist H71 og VÍF. Hetta hevur gjørt, at strandingar hava mist møguleikan fyri føroyameistaraheitinum, sum VÍF nú sær út til at fara avstað við. Vestmenningar missa ikki nógv stig av teimum tíggju, sum framvegis eru eftir at spæla um. Og at VÍF framvegis er besta liðið í 1. deild hjá monnum, munnu strandingar og hoyvíkingar eisini vera væl vitandi um.


StÍF-VÍF 20-24 (11-10)

StÍF: Jónleif Sólsker 7, Artur Johansen 6, Sveinbjørn Poulsen 3, Alexandur Johansen 2, Poli Hansen 1, Tummas Johansen 1.

VÍF: Áki Olsen 9, Ingi Olsen 9, Hjalmar K. Olsen 4, Sámal Joensen 1, Rógvi Nielsen 1.

Útvísingar: StÍF 4, VÍF 4.