Langur leygardagur hjá Kyndli í Vestmanna

Hondbóltur: VÍF vann stórsigur á Kyndli í Vestmanna leygardagin

Eina ferð vóru dystirnir millum VÍF og Kyndil javnir og spennandi, men tann tíðin er fyribils farin. Leygardagin var tað bert VÍF, sum var spennandi. Vestmenningar vunnu 33-18 eftir at hava verið á odda 18-9 í hálvleikinum. Kyndil megnaði at fylgja við til 7-6, men so orkaðu teir ikki meir, og Sámal Joensen kundi gera fýra mál næstu tríggjar minuttirnar, so VÍF kom fram um 11-6. Tað var eyðsæð, at VÍF-leikararnir vóru í nógv betri venjing enn Kyndlamenninir. Kyndil hevði luft til ein hálvan hálvleik og ikki meir. Eftir tað kundu vestmenningar gera, sum teir vildu ? og tað gjørdu teir so.

Eitt dømi um, hvussu lítil ferð var í dystinum, var, at tað bert vóru tríggjar útvísingar. Tað var ikki neyðugt hjá teimum stóru vestmenningunum at bjóða verjuni hjá Kyndli av ? teir skutu langt úti frá og fingu mál so at siga hvørjaferð.

Tað var langt ímillum skjótálopini hjá Kyndli, og tað sást lítið til nakað skipað spæl. Áki G. Olsen vardi Bárð Johannesen og gjørdi tað væl. Bárður kostaði fleiri mál í hinum endanum, enn hann sjálvur skoraði henda leygardagin, sum gjørdist rættiliga langur hjá Kyndli.

Vestmenningar skúma hinvegin við fullari ferð móti enn einum FM-heiti. Í løtuni sær StÍF út til at vera einasta lið, ið kann hótta VÍF. Leygardagin 21. februar spæla StÍF og VÍF á Skála, og tá kann ein greiðari mynd fáast av, hvussu spennandi landskappingin hjá monnum verður í ár.

Og um minni enn tvær vikur skal Kyndil spæla steypafinalu móti H71. Eftir úrslitið leygardagin kann eingin ivi vera um, at Kyndlapípan má fáa eitt annað ljóð, um teir grønu skulu gera sær nakrar vónir um at fáa nakað burtur úr móti hoyvíkingum, sum eru væl fyri í ár, og sum ivaleyst vilja gera alt fyri at vinna á Kyndli og fáa steypið í hús.


VÍF-Kyndil 33-18 (18-9)

VÍF: Sámal Joensen 11, Áki Olsen 9, Ingi Olsen 6, Rógvi Nielsen 3, Neil Bláhamar 1, Sjúrður Holm 1, Agnar Joensen 1, Áki G. Olsen 1

Kyndil: Bárður Johannesen 4, Bjarni Wardum 4, Hannis Wardum 3, Uni Wardum 3, Niklas Djurhuus 2, Búi Holm 1, Ken Zachariassen 1

Útvísingar: VÍF 1, Kyndil 2.