H71 heldur lív í FM-vónini

Hondbóltur: Við sera væl spælandi Hans Guðmundsson og Egini Høgnesen á odda vann H71 týðandi oddadystin móti StÍF

Tað var lagt upp til stórdyst í høllini á Skála millum StÍF og H71, men tað vísti seg skjótt, at hoyvíkingar als ikki vóru áhugaðir í nøkrum stórdysti. At dysturin hevði stóran týdning fyri bæði liðini, sást á øllum brøgdum, og høllin var fullsett. Eisini úr Havn/Hoyvík vóru nógv farin inn á Skála at stuðla sínum liði ella bert fyri at síggja, hvussu leikur fór.

Og tey fingu fullan valuta fyri pengarnar. H71 byrjaði sum eitt ódnarveður, samstundis sum tað gekk sera illa hjá StÍF at fáa bóltin í málið fyrstu løturnar. Soleiðis fekk H71 fimm mál, áðrenn Agnar Højgaard setti hol á fyri strandingar.

Spælandi venjarin Hans Guðmundsson var ikki til at steðga. Hann skoraði, hvørja ferð hann skeyt, og so fór Jónleif Sólsker út at mansverja hann, men tað gjørdi ongan mun. Hvørja ferð H71 fekk 3-meturkast, kom stóri íslendingurin inn og sendi bóltin í málið. Tilsamans fekk Hans Guðmundsson 12 mál.

Í hinum endanum spældi Egin Høgnesen ein stóran dyst í H71-málinum. Saman við Hans var tað fyrst og fremst Egin, sum gjørdi, at StÍF ongantíð megnaði at minka munin longur niður enn til trý mál.

StÍF hevði John Petersen við fyri bert aðru ferð hetta kappingarárið, og hann spældi rímiliga væl, men sum hjá hinum á liðnum gekk striltið við at fáa bóltin framvið B36-liðfelaganum í H71-málinum. Artur Johansen fekk tíggju »kassar«, men eisini hjá honum fóru fleiri skot við síðuna av ella á stengurnar. Fimm av málunum hjá Arturi komu fyrra helmingin av seinna hálvleiki, ið var einasta løtan í dystinum, tá StÍF hótti H71 eitt sindur.

Restina av dystinum høvdu hoyvíkingar tamarhald á støðuni, og tá hóttanin frá byrjanini av seinna hálvleiki var av, sást skriftin á vegginum: StÍF hevði mist tvey týdningarmikil stig í royndini at fylgja VÍF, meðan H71 við sigrinum kom upp á sama stigatal sum StÍF. Eftirsum VÍF vann sín dyst um vikuskiftið, eru vestmenningar nú trý stig framman fyri nummar tvey, men enn er nógv eftir at spæla um. Um nú StÍF leygardagin 21. februar klárar at koppa VÍF á Skála, og H71 samstundis vinnur á KÍF í Havn, er knappliga bert eitt stig á muni millum trý tey ovastu liðini, og so kann endaspurturin gerast rættiliga spennandi aftur.

Annars hevur H71 nú steypafinaluna móti Kyndli komandi leygardag at hugsa um, áðrenn teir aftur kunnu fara at konsentrera seg 100 prosent um landskappingina.


StÍF-H71 25-30 (10-17)

StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker 3, Poli Hansen 2, Agnar Højgaard 2, Alexander Johansen 2, John Petersen 2, Tummas Johansen 1.

H71: Hans Guðmundsson 12, Jákup S. Simonsen 6, Annfinn N. Debess 4, Halgir Dahl Olesen 4, Hallur Danielsen 1, Andreas F. Hansen 1, Finnur Hansson 1, Róaldur Jákupsson 1.

Útvísingar: StÍF 6, H71 8.