jazz- og fólkatónleik, sum eisini skal spælast aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum. Mikukvøldið í hesi vikuni verður konsert í Suðri - helst í Porkeri - og hóskvøldið verður farið til Miðvágs og Klaksvíkar [...] øðuna nú og um útlitini fyri norðurlendskum samstarvi á hesum økinum. Men á skránni eru eisini tiltøk av politiskum slagi. Týsdagin verður evnini »Samfelagsviðurskiftini í dag og ætlanir fyri í morgin« [...] eisini í Baltikum í hesi vikuni. Tað verður nevniliga Atlantic Airways, ið skal flyta tey 35 fólkini úr Baltikum til Føroya. Eingin orsøk er at flúgva hagar við tómum flogfari, so við sangarunum fæst meira
nevnd býráðsins, sigur, at í barnagarðinum verður pláss fyri 42 børnum. Men harafturat skal pláss verður í húsinum fyri spælistovu til børn í kommunalari dagrøkt. Formaðurin í Sosialu nevnd sigur, at nøkur [...] børn, men sum nú helst fer upp á 20 børn, og hendan barnagarðin, sum skal taka 42 børn, hevur býráðið eisini økt virksemið hjá frítíðarskúlanum munandi. Í frítíðarskúlanum ganga nú 250 børn. Í fjør gingu [...] ár. Ætlanin er nú at heita á fíggjarnevndina at finna útvegir fyri at fígging fæst til vega, so at projekteringin kann byrja sum skjótast. 42 børn og spælistova Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd
føddur í 1922, og búði í mong ár í Klaksvík. Tey seinnu árini búði hann í Havnini. Líggjas doyði í 1992??. Hanna, sum í nógv ár búði í Grønlandi, men sum nú í fleiri ár hevur búð í Danmark, var fødd í 1925 [...] doyði í 1970, Marin Malena, sum er fødd í 1916, býr í Sørvági, Anna Katrina, sum er fødd í 1918, býr í Leirvík, Elsa Maria ella Lisa, sum hon varð kallað, búði í Klaksvík. Hon var fødd í 1921, og hon doyði [...] fødd í 1921, er tann yngsta av teimum. Jenny og Kaj giftust í 1945. Tey eiga seks børn. Tummas, sum er føddur í 1945, og Kristina, sum fødd í 1947, búgva í Havnini, Fróði, sum er føddur í 1952, býr í Klaksvík
ftunum í teimum ymsu kommununum. Í miðal skyldar hvør føroyingar 40.000 krónur í kommunuskuld. Men kommunurnar eru so ójavnt fyri, at í summum kommunum er skuldin so stór, at hvør borgari í kommununi [...] i hevur í eitt ár arbeitt við kommunuskipanini, og á eyka landsfundinum í Trongisvági, samtykti flokkurin eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu kommunurnar skulu skipast framyvir. Í Sosialinum í gjár varð [...] av kommunuskattinum í kommunala veðhaldsgrunnin so leingi, kommunuavtalan er í gildi, ella til tær hava goldið 250-300 miljónir í grunnin. B) Landskassin betalir eins stóra upphædd í grunnin, sum kommunurnar
Losa hitta vit í næsta kapitlinum. Vit eru stødd í Kvívík. Bygdin og landslagið har er longu lýst í einum inngangi, sum er ein forn-frøðilig grein eftir Sverra Dahl. Har fæst m.a. at vita, at í 1751 var Kvívík [...] minst av seksuellum slagi. Í endanum á kapitlinum situr Svein burturi í dreymi: »Hann er á sólfyltu Riviera-strondum og hevur tjúkku hondina í klovinum á franskari moyggj, og í dreyminum tekur hann hondina [...] boripallar, og hetta setir ymiskt í gongd í heysinum á teimum báðum Sveini og Havuri. Teir báðir eru annars kendir advokatar frá kemikaliu- og svartkjafta-ævintýrunum í 80-árunum, har teir hjálptu til at
Nú kemur »Søga og stev 3«, sum í høvuðsheitum hýsir kvæðum, ið yrkt eru eftir íslendingasøgum ella kongssøgum, sum eisini vórðu til í Íslandi. Í bókini verða hesi kvæði viðgjørd: »Grettis kvæði«, »Kjartan [...] Áslaksson« og »Trøllini í Hornalondum«. Á kápuni eru myndir úr gitna »Bayeux-tjaldinum«, sum sigur frá innrás Viljorms Hertakarans í Onglandi í 1066. Bókin er stívliga 180 síður, fæst bara innbundin og kostar
tí einamest sett pening í Fiskasøluna og Fiskavirking, tí tørvur hevur verið á góðum verkætlanum. - Er trupulleikin í virkseminum ikki politiska uppíleggingin, eitt nú sum í Miðvági herfyri? - Framta [...] nýíløgur skulu gerast í ótíðarhóskandi og slitnu framleiðslutólini. Tað vil formaðurin ikki so fegin upplýsa. Bert vil hann siga, at nýíløgur verða gjørdar í virkið í Havn. Tað í gamla Bacalao, sum verður [...] Í trimum hølum í kjallarahæddini í fiskasølubygninginum heldur Framtaksgrunnurin til. Hølini eru øll at sammeta við klivur, har bert er pláss fyri skrivaraborði og mest neyðugu skrivstovuútgerðini.. Mest
føroyski keyparin sleppur í hvussu so er at vera við í kappingini um fiskin. Tó ivast hann í, um tað er rætt at avmarka skipini fyri tí um fiskivinnan á landi er í trupulleikum. Í øllum førum heldur hann [...] 800 tonsum síðani arbeiðið varð tkið uppaftur í skopun fyri einum mánaða síðani í dag. Nógvur útróðrarfiskur Mesti fiskurin kemur frá trolarunum í oynni. Men í Sandoynni eru eisini nógvir útróðrarbátar, og [...] gongur avbera væl. ? Ein stórur munur á fiskivinnuni í Íslandi, og í Føroyum, er, at í Íslandi er hon samskipað lodrætt. Tvs, at skip og virkið hoyra saman, í neyvum samstarvi við søluliðið. Var tað ikki akkurát
Tak t.d. kommunulæknarnar í Havn. Vit eru sjey í tali, men áttu at verið 12-14 í mun til fólkatalið, so ovbyrjaðir eru vit, og eingi útlit eru til, at nakað verður øðrvísi í bræði. Heldur lata meira til [...] vita vit, at tað er læknatrot í øllum norðurlondum. Í fleiri útjaðaraøkjum stendur so illa til, at tey mugu klára seg burturav við avloysarar, sum koma í tríggjar mánaðir í senn. - Tað hava eisini verið [...] sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn og formaður í Læknafelag Føroya. Hann skilir ikki, at tað kann bra til at lata so nógv av Landssjúkrahúsinum aftur í vikuvís. - Tað undrar meg, hvat tá verður
og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá [...] hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans einar 300 bøkur. ?Tá ið eg fór at geva bøkur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi. Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki [...] almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini