Í trimum hølum í kjallarahæddini í fiskasølubygninginum heldur Framtaksgrunnurin til. Hølini eru øll at sammeta við klivur, har bert er pláss fyri skrivaraborði og mest neyðugu skrivstovuútgerðini..
Mest skeldaði maðurin í Føroyum tekur ímóti í fundarhølinum, har eitt hampuliga stórt borð og nakrir stólar fylla rúmið.
Nógvir spurningar standa ósvaraðir um grunnin, sum hevur fylt bløðini og loftmiðlarnar í seinastuni. Tað, sum fyri almenningin hevur verið so torgreitt at fáa skil á, er fyri Sverra Hansen púra greitt.
Tað, at Framtaksgrunnurin varð stovnaður og fór undir virksemið, var tað einasta rætta. Peningurin er væl latin út, og hevur bjargað stórum parti av vinnuni, heldur Sverri Hansen.
Eingin megnað tað sama sum Fiskavirking
- Hava íløgurnar hjá grunninum ikki bert verið enn ein eyka sanering, sum eingin trygd er fyri fæst inn aftur?
- Nei, soleiðis skilji er tað ikki. Føroyskir politikarar hava tosað um nýggjar vinnur, men hvørji eru projektini? Vit hava eingi ella ógvuliga fá projekt sæð, sum nærnámind kemur tí, sum Fiskavirking hevur megnað.
- Hatta var tað einasta rætta at gera, og tað er als ikki at sammeta við sanering, sigur Sverri Hansen.
- Vit keyptu tey aktivini í Fiskasøluni, sum vit høvdu brúk fyri, og vit keyptu tey virkini í Fiskavirking, sum vóru neyðugt fyri framhaldandi at varðveita framleiðsluna.
Nøkur mis-
eydnað projekt
- Hví er hallið í Fiskasøluni fimm mió. krónur eftir fáum vikum, og tvær mió. krónur í Fiskavirking?
- Fiskasølan hevur ikki mist peningin eftir fáum vikum. Hetta eru viðurskifti sum hoyra til 1. hálvár í roknskapinum fyri 1997.
- Viðvíkjandi hallinum í Fiskavirking, so er talan um eina tillagingarprosess og um útbygging, sum tók longri tíð enn væntað, sigur Sverri Hansen.
Hann sigur um at yvirtaka virkir við halli, at tað er fyri at tillaga tey til eina nýggja framtíð.
Og tað eru eisini aktiv í Fiskasøluni, sum geva yvirskot. Talan er ikki bert um undirskot.
Tapini, ið stava frá fyrra hálvári, eru frá einum projekti við íslendskari fyritøku við leigaðum skipum, og eitt framleiðsluprojekt, sum gav størri hall enn væntað, og at vit mistu pening uppá einstakan debitor. Umframt tað hevði Fiskasølan við árslok seinast so stórar goymslur av fiski, sum tók longri tíð enn væntað at selja fiskin.
- Tað eru hesi viðurskifti frá fyrra hálvári í ár, sum er orsøk til hallið, sigur Sverri Hansen.
Eingin vil seta váðafúsur kapital í
Í frágreiðigini hjá Ráðgevandi nevndini hjá forsætisráðharranum, verður nevnt, at Framtaksgrunnurin, sum eftir ætlan skuldi seta pening í virksemið, var treytað av, at aðrir pengaíleggjarir samstundis tóku lán ella settu eginpening í feløg, á hædd við tað, sum Framtaksgrunnurin setti í, men at áhugin ikki hevur verið stórur. Sambært frágreiðingini hevur Framtaksgrunnurin tí einamest sett pening í Fiskasøluna og Fiskavirking, tí tørvur hevur verið á góðum verkætlanum.
- Er trupulleikin í virkseminum ikki politiska uppíleggingin, eitt nú sum í Miðvági herfyri?
- Framtaksgrunnurin er ein vinnurekandi grunnur, sum er politiskt óheftur, við stýri og nevnd, sum hevur til uppgávu at reka fyritøkuna á forsvarligan hátt. Hann virkar eisini sum soleiðis, hóast hann ikki er skrásettur sum vinnurekandi í Føroyum.
- Ein og hvør veit kortini, at Fiskasølan altíð hevur verið eitt hatursprojekt hjá politikarunum, og nú hevur Fiskavirking fingið sama leiklut. Hetta vilja politikararnir og fjølmiðlarnir eisini, og gera sær dælt av tí, sigur Sverri Hansen.
Tað hevur leingi verið sóknast eftir, hvørjar ætlanir Framtaksgrunnurin hevur við Fiskavirking, og um raðfestingar eru gjørdar fyri, hvussu nýíløgur skulu gerast í ótíðarhóskandi og slitnu framleiðslutólini.
Tað vil formaðurin ikki so fegin upplýsa. Bert vil hann siga, at nýíløgur verða gjørdar í virkið í Havn. Tað í gamla Bacalao, sum verður nútíðargjørt fyri 8-10 mió. krónur. Virkið skal framleiða kateringvørur, og verður útbygt til várs.
- Skaðar tað ikki grunnin úteftir, at politikararnir seta treytir fyrivirksemið?
- Um teir halda, at hetta gagnar føroyska samfelagnum, so er tað ikki annað enn tað, sum veljararnir ynskja.
- Eg havi sum formaður samskifti við t.d. virkið í Miðvági og arbeiðsfólkini har. Tað er mín uppgáva. Uppgávan hjá politikararunum er at føra politikk.
- Eg kann ikki leggja meg út í, hvat tingið ger. Tinglimir eru fólkavaldir og skulu lóggeva. Hetta er tann demokratiska skipanin. - Grunnurin er undir landsins lógum, og eg varð valdur til formann fyri Framtaksgrunninum, eftir at hann var skipaður.
Tvinnir lutir
eru í at velja
Broytast grundreglurnar fyri grunnin, meðan eg siti her, so er tað uppgávan hjá tinginum at gera tað. Tað havi eg einki við at gera, sigur Sverri Hansen.
- Í veruleikanum hava vit tveir lutir í at velja: Vilja føroyingar við Framtaksgrunninum brúka hann sum váðafúsan kapital til føroyska vinnulívið, sum ein nevnd skal arbeiða við. - Ella: Skal grundkapitalurin í grunninum nýtast til at tjóðra nevndina, sum alla tíðina skal vera bundin av politiskum treytum og vilja?
- Velur tú tað seinna, so fer Framtaksgrunnurin frameftir at verða darvaður í sínum arbeiði, sigur Sverri Hansen. Hvat er best, vil formaðurin ikki støðu til.
- Tað mugu politikararnir taka sær av, sigur Sverri Hansen.