Tá ið avtalan um kommunuskuldina fer úr gildi um tvey ár, verða tær ringast staddu kommunurnar akkurát líka illa fyri, sum tær eru nú.
Hinvegin verða tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, uppaftur betri fyri tá.
Tað vil siga, at ?stættarmunurin³ ímillum føroysku kommunurnar bara fer at veksa.
Ein bólkur undir Føroya Javnaðarflokki hevur í eitt ár arbeitt við kommunuskipanini, og á eyka landsfundinum í Trongisvági, samtykti flokkurin eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu kommunurnar skulu skipast framyvir.
Í Sosialinum í gjár varð greitt eitt sindur frá, hvussu Javnaðarflokkurin hugsaði sær at skipa kommunurnar.
Men eyðvitað fekk ovurstóra kommunuskuldin drúgva umrøðu, og nettupp kommunuskuldin heldur Javnaðarflokkurin er eitt grundleggjandi mál at loysa, fyri yvirhøvur at kunna tosa um kommunalt samstarv á øðrum økjum.
Tí varð eisini eitt ítøkiligt uppskot lagt fram fyri, hvussu trupulleikin við kommunuskuldini kundi loysast, so at tær ringast staddu kommunurnar komu burturúr skuldarfelluni.
Verður hinvegin onki gjørt, koma tær aldrin burturúr skuldini, tí einsamallar megna tær tað ikki.
Munurin bara veksur
Sofus Johannesen, bygdarráðsformaður við Gjógv, sum legði uppskotið um kommunuskuldinia fram fyri landsfundinum, greiddi fyrst frá, hvussu stórur munur er á fíggjarviðurskiftunum í teimum ymsu kommununum.
Í miðal skyldar hvør føroyingar 40.000 krónur í kommunuskuld.
Men kommunurnar eru so ójavnt fyri, at í summum kommunum er skuldin so stór, at hvør borgari í kommununi skyldar meiri enn 90.000 krónur.
Sofus Johannesen sigur, at nú avtalan um kommunuskuldina, klára summar kommunur at betala nógva skuld aftur.
Hinvegin betala aðrar eitt sindur av skuld. Men tað eru eisini tær, sum at kalla onga skuld klára at betala.
Tvs, at tá ið avtalan um kommuskuldina fer úr gildi í 2.000, og kommunurnar skulu betala skuld aftur eftir upprunaligu lániavtaluni, verður uppaftur størri munur á kommununum, enn tað er nú, um skuldin ikki verður útjavnað.
Tí tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, og sum klára at betala skuld niður, verða betri fyri. Men tær, sum onki klára at betala, verða framvegis akkurát líka illa fyri, sum tær eru nú.
Neyðugt at øll hjálpa
Sofus Johannesen sigur, at verður onki gjørt fyri at útjavnað skuldina hjá kommununum, kemur øll kommunala skipanin í vanda.
Men skal kommunuskuldin útjavnast, er tað neyðugt at øll hjálpa til, so at allar kommunur koma niður á eitt støði í skuldi, tær orka at betal við einum kommunuskattaprosentið uppá minni enn 20%.
Skulu lána frá sær sjálvum
Kommunubólkurin hjá Javnaðarflokkirnum hevur eisini sett upp eina ætlan í tveimum punktum fyri, hvussu endamálið verður rokkið at fáa skuldina hjá øllum kommununum niður á eitt rímiligt støði.
1) Landskassin og kommunali veðhaldsgrunnurin taka beinanvegin í felag toppin av skuldini hjá teimum kommunum, sum eru ringast fyri, so at í 2000 eru allar kommunur komnar niður á eitt rímiligt støði í skuld.
2) Kommunali veðhaldsgrunnurin verður til kommunalan lánigrunn og mentur, so hann í framtíðini verðuyr førir fyri at fíggja allan láni- og fíggjartørv hjá kommununum.
Og verður greitt eitt sindur nágreiniligari frá, verður endamálið rokkið soleiðis:
A) Kommunurnar skulu framhaldandi gjalda 1% av kommunuskattinum í kommunala veðhaldsgrunnin so leingi, kommunuavtalan er í gildi, ella til tær hava goldið 250-300 miljónir í grunnin.
B) Landskassin betalir eins stóra upphædd í grunnin, sum kommunurnar gera, so at grunnurin tilsamans kemur upp á 500-600 miljónir.
D) Grunnurin veitir kommunum við størstu skuldini lán, partvís rentufrí og partvís lán við lágari rentu.
E) Rentan verður ásett eftir viljanum hjá kommununum at betala lánini yri at gera tað hugaligari at betala skuld aftur skjótt. F) Tá ið skuldarbyrðan hjá kommununum er komin niður á eitt rímiligt støði, verður hann umskipaður til ein kommunalan lánigrunn, sum kann lána føroyskum kommunum pengar í kapping við fíggingarstovnarnar annars.
Sofus Johannesen sigur, tekur grunnurin kappingina upp við peningastovnarnar, fer tað at gera, at rentan á lánum til kommunurnar verður trýst niðureftir.
Sleppa undan peningastovnum,
Hesin kommunali lánigrunnurin verður mentur so við og við til hann at enda kann nøkta allan lánitørvin hjá kommununum.
Sofus Johannesen sigur, at ætlanin er at kommunurnar framyvir sostatt koma at lána frá sær sjálvum, og í minni mun frá peningastovnunum í Føroyum, og als ikki frá útlendskum peningastovnum.
Hann segði, at verður farið soleiðis fram, fer at bera til at fáa kommununalu lánibyrðina niður á eitt støði, so kommunurnar fáa arbeitt.
Hetta halda vit er ein fortreyt fyri at vit yvirhøvur kunnu tosa um eina kommunala skipan, sigur Sofus Johannesen.
Heilt ótrúligt
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard legði afturat, at hann var hugtikin av tí samhaldsfesti, kommunurnar høvdu víst hvørjum øðrum við at allar vóru við til at hjálpa teimum ringast staddu kommununum.
Hinvegin helt hann tað vera heilt ótrúligt, at Landsstýrið hevur víst hesum samstarvinum so lítlan ans.
Hann segði, at vandamálið við teirri stóru kommunuskuldini er, at í teimum ringast staddu kommununum, fer borgarin ikki at fáa tær kommunalu tænastuveitingarnar hann eigur at fáa, tvs, at tað verður borgarin sjálvur, sum kemur at svíða fyri tað.
Tað verða eisini borgararnar fleiri ættarlið fram, sum kom at svíða fyri tað, tí kommunurnar sleppa ikki burturúr skuldini.
Hetta fer helst at seta ferð á eina fólkaflyting í landinum, har í fólk rýma úr teimum ringast staddu kommununum við høgum skatti og vánaligum tænastum, í kommunur við lægri skatti og betri tænastu.
Hann nevndi t.d. at Tvøroyrar kommuna hevur eina rentubyrðu uppá einar 16 miljónir av eini fíggjarætlan uppá góðar 30 miljónir.
Tað sigur seg sjálvt, at ein kommuna ið dragist við eina rentubyrðu uppá yvir 50% av fíggjarorkuni, klárar ikki at geva borgarunum eina rímiliga tænastu.
Tí er tað heilt neyðugt, at hava eina greiða, politiska støðu til hetta vandamál, segði hann.
Hann legði afturat, at skal kommunubygnaðurin broytast, er tað ein beinleiðis fortreyt fyri at fíggjarviðurskiftini skil fæst á fíggjarviðurskiftini.