Jagadesh Siddarth úr Singapore. Líkt er ikki til, at nakar nýggjur Magnus Carlsen er á veg fram um okkara leiðir; eingin norðurlendskur telvari var at finna millum teir tretivu bestu í elsta aldursflokkinum [...] talvfeløgini í landinum hava meldað tretivu lið til kappingina. So stór luttøka hevur ikki verið fyrr. Ikki færri enn 425 telvarar eru skrásettir í teimum ellivu feløgunum, sum hava boðað frá luttøku í l [...] framúr Tað skerst ikki burtur, at trý feløg eru í flokki fyri seg. Havnar Telvingarfelag, Sandavágs Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag manna einsamøll 1. deild. Feløgini hava tvey lið hvør í fremstu deildini
løgtingsmanni, um um ICES-tilmælið um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026. Jacob Vestergaard spurdi soleiðis: 1. Nær varð Fiskimálaráðið kunnað um ásetingarnar í komandi ICES-tilmælinum um makrel, [...] greiddi frá tilmælinum. – ICES hevur eina mannagongd, sum sigur, at tá ábendingar eru um ógvusligan niðurskurð, skulu londini, sum hava biðið um tilmæli, fáa eina ávaring, áðrenn tilmælið verður alment. 19 [...] 2. Kunnaði landsstýrismaðurin landsstýrið – Fíggjarmálaráðið – um tilmælið? Í svarinum vísir Jóhan Christiansen á, at tilmælið hjá ICES um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026 varð almannakunngjørt
viðgjørt málið og samtykt at taka vinarbýarsamstarvið við Vágs kommunu uppaftur. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at samstarvið nú verður tikið upp aftur. - Vit hava altíð havt eitt gott samband [...] økinum. Í Vágs kommunu siga tey, at við avgerðini um at taka uppaftur vinabýarsamstarvið verða nýggir møguleiki fyri samskifti, vitjanum og felags tiltøkum millum báðar kommunurnar, sum nú aftur eru knýttar [...] Samstarvið fevndi um bæði mentanarlig og ítróttarlig tiltøk og var við til at styrkja bondini millum Suðuroy og Sandgerði. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at tá Sandgerði
um við tí endamáli at menna tey ungu og geva íblástur, umframt at ríka limirnar í kvartettini. Skeiðið endar við felags konsert, har bæði tey ungu og kvartettin spæla tað, tey hava arbeitt við. Kvartettin [...] Beethoven í sambandi við hansara 200 ára dag. Um Nordic String Quartet Nordic String Quartet var stovnað í 2019 við Kongeliga Akademiið í Keypmannahavn. Síðani hava tey vunnið hópin av viðurkenningum, m.a. [...] Tíðindaskriv: Aftaná sera mennandi Masterclass, har ungu tónleikararnir eisini hava fingið nógvan íblástur, verður endabresturin ein konsert í Norðurlandahúsinum 18. oktober, kl. 16. Nordic String Quartet
skuldu fáast at rigga, áðrenn full megi kundi setast á. Fólk frá rakstrardeildini á Strandferðsluni og fólk frá Fayard leiddu stóru verkætlanina, sum upp á tað mesta hevði eini 200 fólk knýtt at sær. Hægsta [...] ið var við í dokk, taldi 24 fólk íroknað báðar verkætlanarleiðararnar. Hin parturin av manningini, 32 fólk íalt, í vaktum, sigldu við Galaxy. “Hesar vikurnar hava verið rættiliga baldrutar hjá nógvum fólkum [...] in”, sigur Niels Juel Arge, stjóri. Í 2028 skal Smyril aftur í dokk, tá ið størsta arbeiðið verður at skifta teir fýra høvuðsmotorarnar. Verkætlanin hesaferð hevði eina játtan upp á 120 milliónir krónur
munur, sum tóktist hava stóran áhuga. Síðan skifti hann prátið yvir á yrkingina um lagnutráðin, og hvussu høvundurin fataði lagnuna og hennara gátufullu leiðir. Fólk visti eyðvitað einki um Føroyar og føroyskar [...] Sprotin skrivar, at ungarska forlagið Polar Konyvek, hevur norðurlendskan skaldskap sum sítt serøki og fevnir um so víða gitin nøvn sum Karen Blixen, Jon Fosse, Auður Ava Ólafsdóttir og Oddfríð Marna Rasmussen [...] og hevur givið báðar tær fyrstu út. Tann triðja verður á marknaðinum í vetur. Stórur bókafagnaður varð hildin í Budapest í døgunum 2.-5. oktober, og í tí sambandi bjóðaði forlagið Sólrún at leggja bøkurnar
Tað er sera týdningarmikið, at vit eru tolnir og væl skipaðir, og so er tað neyðugt, at vit taka av, um møguleikin fyri at skora mál verður. At okkara evna at skora mál, sóu vit hóskvøldið, segði Eyðun [...] málið er støðugt at leggja aftrat. Royndirnar siga, at tað altíð eru løtur, tá ið vit hava tak á bóltinum og flyta fólkið fram á vøllin, og soleiðis verður tað eisini í dag. Vit hava tapt við einum máli [...] serliga um 1-0 tapið í Montenegro. Vit leingjast eftir heilt stóra úrslitinum, og vit halda, at tað er møguleiki fyri at fáa stig ímóti Kekkia í dag. Men tað vinna vit ikki við treytaleyst at leypa á.
eisini fer Spinnaríið við Ánna at hava sølubás og framsýning. Í kjallaranum hjá Jóannesi og Elisabeth verður søluframsýning. Tað eru Olivia, Iðunn, Elin og Hanna, sum fara at hava framsýning við eitt nú málningum [...] øðrum. B71 fer at selja leskiligar drykkir á Pubbuni hjá Gubbanum, og Dímunargarður fer at selja rabarbu-og rótabryggj. Eyðstein Ólason fer at undirhalda við hugnaligum harmonikutónleiki. Um viðrar í tímunum [...] Víkingabygdin verður at hitta við Café Retro klokkan 17, og her fara víkingarnir at bjóða á gátt. Tey fara at bjóða heita og kalda hyllublómusaft, meðan tey greiða frá sínum ætlanum at byggja víkingahús og
eg ikki at ímynda mær, at lívið hjá mær endaði aðrastaðni enn í listini. Tað mátti verða so, og eg kundi ikki ímyndað mær at brúkt lívið til annað, sigur Amariel. – Eg skal viðganga, at tað eisini [...] fólkini, sum eru so rólig, at tú blívur óróligur av teimum? Soleiðis tók Amariel Norðoy til, einaferð eg gjørdi prát við hann um eina framsýning. Eingin kann ákæra Amariel fyri at vera so róligan, og sjálvur [...] Kamban, sum koyrdu undir meg, so at eg søkti inn á Kunstakademiið. Eg ivaðist stórliga í at søkja, tí kanska vildi eg ikki verða vigaður, men Janus segði bara við meg, at antin fært tú eitt »ja« ella
betri at hyggja eftir fótbólti, enn tað var í kvøld, og ivaleyst var tað orsøkin til, at fleiri, ið ivaðust, í kvøld settust aftur. Føroyar vunnu 4-0 ímóti Montenegro, og tað eigur at skunda undir, at tað [...] fyrstu ellivu, og teir stívliga 2000 áskoðararnir høvdu alla orsøk at klappa teir báðar av vøllinum. Sigurin í kvøld er søguligur. Føroyar hava ongantíð áður vunnið undankappingardyst 4-0 og ongantíð áður í [...] bar við sær, at Árni Frederiksberg kundi spæla Hanus Sørensen leysan til 1-0 málið, og hann átti sín stóra lut í 2-0 málinum. Skiftingarnar í seinna hálvleiki vístu, at tað eru nógvir um boðið – eisini