Árni var øgiligur við sínum árnaspørkum

Tað var størsti sigur í føroyskari landsliðssøgu, tá ið Føroyar í kvøld vunnu 4-0 stórsigur á heimavøllil ímóti Montenegro

Føroysk fótbóltssøgu varð í kvøld skrivað á Tórsvølli. Veðrið hevur onkuntíð verið betri at hyggja eftir fótbólti, enn tað var í kvøld, og ivaleyst var tað orsøkin til, at fleiri, ið ivaðust, í kvøld settust aftur.

 

Føroyar vunnu 4-0 ímóti Montenegro, og tað eigur at skunda undir, at tað vera fleiri á áskoðaraplássunum sunnudagin, tá ið Kekkia verður mótstøðuliðið.

 

Eitt korter undan leikloki fóru Árni Frederiksberg og Meinhard Egilsson Olsen av vøllinum. Teir vera aftur sunnukvøldið millum teir fyrstu ellivu, og teir stívliga 2000 áskoðararnir høvdu alla orsøk at klappa teir báðar av vøllinum.

 

Sigurin í kvøld er søguligur. Føroyar hava ongantíð áður vunnið undankappingardyst 4-0 og ongantíð áður í undankappingardysti skorað fýra mál, og heilt hugaligt er tað at staðfesta, at sigurin var fult og heilt uppiborin. Burtursæð frá fyrstu 10 minuttunum hevði føroyska liðið fult og heilt tak á spælinum, hóast mótstøðuliðið í fyrra hálvleiki var meiri á bóltinum.

 

Føroyingarnir stýrdu tí, sum gekk fyri seg, og tá ið leiðslan tíggju minuttir undan steðginum varð økt til 2-0, kendist spurningurin bara vera, hvussu stórur sigurin fór at verða. Sum seinni hálvleikur leið, vóru heimamenninir nógv meiri á bóltinum, meðan mótstøðumenninir fyri tað mesta runnu aftaná og aftur og aftur vóru noyddir at gera fríspark.

 

Heilt stóri maðurin á føroyska liðnum var Árni Frederiksberg. Hann skoraði eitt ella kanska tvey mál, og hann legði upp til tvey ella trý mál.

 

Talan var um framúr liðavrik. Mattias var tryggur í málinum, teir tríggir miðverjarnir vóru sum bergið, Jóannes og Martin vóru fínir og hugflogsríkir vongverjar, Brandur Hendriksson Olsen og Jákup B. Andreasen vóru fyrimyndarligir á sentrala miðvøllinum, og Hanus Sørensen skoraði tvey mál ogvar so góður í vinstru, sum hann hevur víst í øllum dystunum, síðani Eyðun Klakstein tók við venjarastarvinum.

 

Og so var Meinhard Egilsson Olsen ein knassi í fremstu ódnini. Hann rann og stríddist, hann átti týdningarmiklu og torføru temjingina, sum bar við sær, at Árni Frederiksberg kundi spæla Hanus Sørensen leysan til 1-0 málið, og hann átti sín stóra lut í 2-0 málinum.

 

Skiftingarnar í seinna hálvleiki vístu, at tað eru nógvir um boðið – eisini teir sum ikki vóru á vøllinum í kvøld – og nú eru úrtøkan 9 stig í hesi kappingini.

 

Sunnukvøldið verður Kekkia mótstøðuliðið, og Eyðun Klakstein og Atli Gregersen og teirra menn fara nú so sera hugaligir undir fyrireikingarnar til avrik, ið kann lyfta úrtøkuna upp á 10 stig.

 

Hetta var søguligt fótbóltskvøld hjá Føroyum og føroyingum og Eyðuni Klakstein og hansara monnum!

 

##med2##

 

Føroyar – Montenegro 4-0 (2-0)

 

1-0: Hanus Sørensen 16.

 

2-0: Árni Frederiksberg 36.

 

3-0: Hanus Sørensen 56.

 

4-0: Árni Frederiksberg br 72.

 

Dómari úr Spania:

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen (Jann J. Benjaminsen, 82.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Petur Knudsen, 76.), Brandur H. Olsen (Géza Dávid Turi, 68.), Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen (Adrian Justinussen, 76.) – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 68.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen