og øvugt, so er eingin bøn fyri havnarmanninum á Toftum. Hjá HB má Hallur Danielsen hyggja at, tí hann varð útvístur móti B36. B36 og VB hava eingi leikbann, og tað hava NSÍ og GÍ heldur ikki. Men tað [...] ur, tí hann í steypakappingini hevur fingið trý gul kort. Niels Suni Poulsen, sum í ár er farin úr HB og til B68, noyðist at hyggja at, tá nýggja felagið hjá honum skal royna seg móti gamla felagnum hjá
hevur NSÍ ongantíð vunnið landskappingardyst móti VB í Vági. Í 1995 vann NSÍ 3-1 á Sumba/VB, sum høvdu eitt felagslið í 1. deild tað árið, men móti VB vesturi á Eiðinum hevur NSÍ enn ongantíð verið omaná [...] fjórðingsfinalurnar, sum eru: B36-VB, GÍ-NSÍ, HB-B68 og KÍ-ÍF. Í dag verður 2. umfar í kappingini í 2. deild eisini spælt, og eru dystirnir hesir: Royn-NSÍ, EB/Streymur-KÍ, LÍF-B36, HB-GÍ og B71-FS Vágar. [...] at vitja HB. Í fjør máttu føroyingar vera hendan klassikaran fyriuttan, tí tá spældi TB í 2. deild. Tað var kanska heldur ikki so løgið, at TB var í 2. deild í 1997, tí tá teir spældu móti HB í landskappingini
beinini á einum VB-ara og einum NSÍ-ara og endaði hjá Mortan Hansen, sum púra leysur kundi seta punktum fyri dystinum, sum VB tá bert vildi hava enda á. NSÍ er framvegis ovast í 1. deild, meðan VB við stóra [...] vágbingum 8-0 móti B36, og sunnudagin bleiv VB úrlatið eina ferð afturat, hesa ferð av NSÍ, sum fór norður um aftur við einum knúsandi 5-0 sigri í viðførinum. At VB knappliga er komið í ein aldudal, kann eingin [...] Óla Hansen møguleikan at leggja NSÍ fram um 2-0. Ein VB-leikari skuldi leggja aftur til málmannin, men sendingin var alt ov spakulig. Ein annar VB-verjuleikari var við bóltin, men helt, at Bjarni í málinum
virkaði til fulnar, og tunga VB-verjan hevði frá fyrsta bríksli trupult við at fóta sær. Skjót leiðsla Tað vóru bert fýra minuttir leiktir, tá ið B36 legði seg á odda. VB-málverjin kiksaði eitt útspark [...] hevði rakt stólpan, spældi bóltin úr vinstru inn í málteigin hjá VB, og har stóð John Petersen og prikaði bóltin afturum Bjarna Johansen í VB-málinum til hálvleikstøðuna 2-0 til B36. Seinni hálvleikur eitt [...] eitt stórt B36-álop Í seinna hálvleiki var tað einvegis ferðsla ímóti VB-málinum. Teir svørt/hvítu B36-leikararnir spældu VB-verjuna sundur og saman, og tað vóru bert leiktir fimm minuttir av seinna hálvleiki
biðidag og vónaðu at síggja eina eins undirhaldandi fjórðingsfinalu millum HB og B68 sum tann fyrr á degnum millum B36 og VB. Hesi fóru helst vónsvikin til hús, tí at so varð ikki. Skoraði móti gomlu [...] at taka beinini undan HB-áleyparanum. Dómarin Birgir Sondum, sum kom heilt væl frá uppgávuni burtursæð frá nøkrum heldur bíligum gulum kortum, ivaðist ikki og dømdi brotsspark til HB. Hetta smekkaði Allan [...] sum skuldu spælt hálvfinalu móti B36! HB-liðið hinvegin kundi havt avgjørt dystin í fyrra hálvleiki, tá ið teir høvdu fleiri góð tilboð. Men tey flestu, sum hava sæð HB leikt higartil í ár, kunnu staðfesta
landinum. B36, KÍ og NSÍ eru best umboðað í bruttohópinum við fýra spælarum. HB hevur tríggjar, Skála, Royn og TB hava tveir, og B68, VB, Sumba, GÍ, SÍF, MB og B71 hava ein í part. Teir 28 ungu menninir eru: [...] og Sveinur Justinussen úr Skála, Gisli Dánjalsson og Bjarni á Hólalagi úr Royn, Olivur Abrahamsen úr VB, Hallur Dam Joensen úr Sumba, Kartin Abrahamsen úr GÍ, Karstin Joensen, Hjalgrím Elttør, Jóannes L [...] Jacobsen og Rógvi Laksáfoss úr KÍ, Jón Rói Jacobsen, Vagnur M. Mortensen og Teitur Ellingsgaard úr HB, Elfinn Ørvarodd úr SÍF, Jack Johansen úr MB, Helgi Justinussen, Bárður Johannesen, Niels Joensen og
vera áskoðari í morgin. GÍ vann í fjør 4-1 á VB í Gøtu. Fyri tveimum árum síðani vann GÍ 1-0, og í 1995 vunnu gøtumenn 3-0 á Sumba/VB í Sarpisgerði. Í 1994 var VB ikki í 1. deild, men í 1993 taptu teir eisini [...] nógvir dystir í, og at als einki er avgjørt enn. Í HB meta tey dystin í Runavík sum bert ein av fleiri týdningarmiklum dystum, sum vera seinni í ár. HB hevur higartil vunnið teprar sigrar á B36 og TB, men [...] ár. Tað var í steypakappingini, og tá vann NSÍ 3-0. Hinvegin vann HB 3-0 á NSÍ í Havn, so ilt er at siga, hvussu leikur fer í morgin. HB hevur í seinastuni spælt uttan verjuálitið Jan Dam, sum koykti sær
Herfyri segði Jan Dam, liðskipari hjá HB, í útvarpinum, at hann ikki var samdur við metingunum hjá fjølmiðlunum um, at HB í ár er favorittur til at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 1990. Øll [...] fótbólti: GÍ, HB, B36 og KÍ. Og áðrenn landskappingin í ár byrjaði, vórðu hesi fýra liðini eisini mett sum tey, ið fóru at stríðast um FM-heitið í 1998. Og ábendingarnar eru eisini longu har. HB er komið sera [...] sindur trilvandi byrjan við tveimum torførum dystum móti HB og KÍ hava teir nú fingið ferð á. Tað sama hevur KÍ, sum vann á Tvøroyri og saman við HB er einasta ósigraða liðið eftir í kappingini. Og so er
vikuskifti vitjaði HB, sum hevur fleiri spælarar á liðnum, ið frammanundan hava roynt eydnuna á Sandi. HB fekk hol á, tá korter var farið, men so hendi einki næstu trý korterini. So gekk skjótt, HB skoraði eftir [...] aftur til barndómsfelagið, økti til 5-2. Vágamenninir FS Vágar hevur vunnið á útivølli móti VB og á heimavølli móti HB. Á Vágseiði var málleyst fyrra umfarið, og átta minuttir inn í seinna umfarið setti Sigmund [...] øll stigini við norður um aftur. Í vikuskiftinum var triðji besta liðið hjá HB í Vágum, og tá var tað málríkt í fitt av vindi. HB hevði vánaligt fólk, og sjálvt um teir næstan komu afturí aftur tvær ferðir
HB er einsamalt á odda í 1. deild, eftir at trý umfør eru spæld. Havnarliðið hevur fult stigatal, 9 stig, fyri teir fyrstu tríggjar dystirnar, og við ferðini, sum HB hevur í løtuni, skulu gøtumenn geva [...] Jan Dam er framvegis skaddur, men eisini í verjuni er HB væl fyri í løtuni við Hans Fróða Hansen og Hans á Lag, so tað er helst ikki tað, sum gevur HB-venjaranum størsta høvuðbrýggið. GÍ-venjarin Johan Nielsen [...] morgin ímóti VB, sum reisti seg aftur seinasta sunnudag við óvæntað at vinna 2-0 í Gøtu. Sum skilst hevur B68 ætlanir um at spæla dystin á grasvøllinum, men tað seinasta vit hava frætt, hevur VB sýtt fyri