Tá ÍF fer til Klaksvíkar í morgin, verður talan um endurtøku av landskappingardystinum í Fuglafirði sunnudagin. Tá var úrslitið 0-0, og serliga klaksvíkingar, sum als ikki vóru uppsettir, eiga at vera fegnir um stigið, teir tá fingu.
KÍ hevur alt fólkið tókt, sum var í Fuglafirði, men tað er upplagt, at Jóannes Jakobsen fer at gera onkrar justeringar.
Hjá ÍF er sterki verjuspælarin Torstein Joensen leikbannaður, tí hann í steypakappingini hevur fingið trý gul kort.
Niels Suni Poulsen, sum í ár er farin úr HB og til B68, noyðist at hyggja at, tá nýggja felagið hjá honum skal royna seg móti gamla felagnum hjá honum. Niels Suni varð útvístur í Sumba sunnudagin, og tá reyð kort í landskappingini telja við í steypakappingini og øvugt, so er eingin bøn fyri havnarmanninum á Toftum.
Hjá HB má Hallur Danielsen hyggja at, tí hann varð útvístur móti B36.
B36 og VB hava eingi leikbann, og tað hava NSÍ og GÍ heldur ikki. Men tað er rættuliga sannlíkt, at Johan Nielsen, sum var burturstaddur, tá GÍ sunnudagin var í Runavík, fer at gera onkrar smávegis broytingar eftir 3-1 tapið móti liðnum, sum teir aftur í morgin skulu spæla ímóti.