umbyggingar av Tofta skúla fyri tilsamans 43,8 milj. krónur. Formaðurin í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum, sigur, at kommunan í drúgva tíð hevur arbeitt við ætlanunum um at útbyggja skúlan. - Fyrsta projektið [...] Isfeld og Gudmundi S. Hansen, sum hevur teknað og projekterað skúlaútbyggingina. Sáttmálarnir Súni í Hjøllum sigur, at fyrireikingarnar til útbyggingina hava verið rættiliga nógvar og drúgvar, tí neyðugt hevur [...] ætlar at byggja út fyri. - Sambært ætlanini verður henda útbygging liðug á vári 2008, sigur Súni í Hjøllum.
Kommunuvalið Súni í Hjøllum og Símun Johannesen eru teir einastu, sum eru eftir av gomlu "garduni" í Nes kommunu. Á valinum týsdagin fullu Haldur Vang og Jan Danielsen og Marjun Gaardbo, Katrin Poulsen [...] uppaftur. Tríggir listar vóru til valið hesaferð. Almenni listin (listi A) fekk trý umboð; Súni í Hjøllum, sum varð fyrstvaldur við 60 atkvøðum, Símun Johannesen (53) og Petur J. Petursen (43). Listi B [...] meta um, hvør komandi borgarstjóri í Nes kommunu verður, men sambært valúrslitinum situr Súni í Hjøllum við teimum bestu kortunum sum fyrstvaldur á almenna listanum. Luttøkuprosentið í Nes kommunu var
Jakku í Hjøllum er sonur Ulrikku og Óla Olsen (í Hjøllum) á Toftum. Hann er giftur við Elsu av Skipanesi, og eiga tey 7 børn Sum blaðungur fór hann til skips og sigldi millum annað undir krígnum til Bretlands [...] var við, tá ið Fríðrikskirkjan varð bygd. Altíð er hugnaligt at koma á gott hjá Elsu og Jakku í Hjøllum, har blíðskapurin er óførur. Vit ynskja tygum hjartaliga tillukku við føðingardegnum við vón um Guðs
maskinverkstaður bygdur millum tey bæði nýggju fiskavirkini, Vallhalla og Snodd. 25 metrar aftrat Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá kommununi, sigur, at hóast havnalagið er munandi útbygt seinastu árini [...] planera, seta ljós upp og asfaltera økið, so koyrast kann oman á bryggjuna sunnanfyri virkið. Súni í Hjøllum sigur, at bygdaráðið eisini hevur samtykt at kanna, hvussu nógv tað kostar at gera atløgusíðu á eystara [...] skipast betur. - Vit hava stívliga 3 miljónir krónur at arbeiða við á havnalagnum í ár, sigur Súni í Hjøllum.
eldri nótamenn upplivað hetta áður, men tað hava vit báðir ikki. Tað siga Hallur Petersen og Rúni í Hjøllum, ið sigla sum ávikavist maskinmaður og dekkari við Høgabergi, og tað er sjómanstrúboðarin, Torleif [...] teir ikki at siga. Høgaberg landar makrelin til Pelagos í Fuglafirði. Hallur Petersen og Rúni í Hjøllum vóru einsamallir umborð, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í Fuglafirði.
Dýpa havnina Í løtuni verður ytsti hylurin í bátahavnini í Oyrunum dýptur. Súni í Hjøllum, formaður teknisku nevnd í Nes kommunu, sigur, at dýpt verður soleiðis, at allur hylurin fer at hava eitt dýpi [...] tá ið tað er liðugt. Tað er felagið, Sea Star, sum hevur fingið hetta arbeiðið at gera. Súni í Hjøllum fegnast um, at umstøðurnar í bátahavnini í Oyrunum nú verða uppaftur betur.
ikki í nóg stóran mun átekur sær uppgávuna og skylduna tað eigur yvir fyri barninum, sigur Suni í Hjøllum, skúlastjóri í Fuglafirði. Gott samstarv millum skúla og heim er ein fortreyt fyri, at barnið fær [...] vaksandi tal av næmingum haltar afturúr, tí heimið ikki ger sína skyldu mótvegis barninum, sigur Suni í Hjøllum. - Vit vænta eisini av næminginum, at hann vísir umsorgan, ábyrgdarfulla sosiala atferð, og sámiligan [...] snýr seg um spurningar so sum seksualupplýsing, royking, alkohol og onnur rúsevni, sigur Suni í Hjøllum. Í Fuglafjarðar skúla ganga børn úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í framhaldsdeildini. Framhaldsdeildin
fimm árini hevur hon starvast í barnagarðinum á Toftum. Á lítlari samkomu í morgun hugleiddi Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, um gongdina og stóru broytingina innan barnaansing. Borgarstjórin hugleiddi [...] hugleiddi eisini um útbyggingar í Nes kommunu í hesum sambandi seinastu 35 árini. ##med2## Súni í Hjøllum handaði Katrini Poulsen blómur og takkaði henni vegna kommununa fyri bæði trúgva og drúgva tænastu
fyrifallandi uppgávur fyri kommununa. Við høvið í morgun vísti borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, á tann ómetaliga stóra týdning, tað hevur fyri kommununa at hava so trúgv og góð starvsfólk. - Gjøgnum [...] Guðs signing á lívsleiðini við tøkk fyri tína trúgvu og drúgvu starvstíð hjá okkum, segði Súni í Hjøllum.
eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum er mett at kosta einar 43-44 mió krónur. Læna pening Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd, sigur, at kommunan hevur verið skuldarfrí, men í samband við skúlavíðkanina [...] av nýggja skúlanum eftir ætlan verður tøkur eftir summarfrítíðina í 2007. Neyðug stýring Súni í Hjøllum leggur dent á, hvussu neyðugt tað er, at kommunan stýrir fíggjarútreiðslunum. - Vit mugu ikki tyngja