Útbygging
Nes kommuna er farin í holt við stórar útbyggingar á skúlaøkinum. Talan er um útbyggingar og umbyggingar av Tofta skúla fyri tilsamans 43,8 milj. krónur.
Formaðurin í teknisku nevnd, Súni í Hjøllum, sigur, at kommunan í drúgva tíð hevur arbeitt við ætlanunum um at útbyggja skúlan.
- Fyrsta projektið varð lagt fram í 1990, og síðan hava ymiskar ætlanir ligið á borðinum.
Hann sigur, at av ymiskum orsøkum og serliga av peningaligum orsøkum, hevur áður ikki verið møguligt at framt ætlanina í verki.
- Undanfarna bygdaráð setti aftur ferð á málið, og setti eitt nú gongd á lendisarbeiði, sum felagið, Falkon í Saltnesi, hevur gjørt.
Súni sigur, at sitandi bygdaráð nú einmælt hevur samtykt at fremja skúlaútbyggingarætlanina.
Tað er arkitektafelagið hjá Alberti Isfeld og Gudmundi S. Hansen, sum hevur teknað og projekterað skúlaútbyggingina.
Sáttmálarnir
Súni í Hjøllum sigur, at fyrireikingarnar til útbyggingina hava verið rættiliga nógvar og drúgvar, tí neyðugt hevur verið fleiri ferðir at broyta og skerja ætlanina, soleiðis at kommunan fíggjarliga er før fyri at fremja hana.
Arbeiðið hevur verið boðið út í almenari lisitatión, og í seinastu viku vórðu sáttmálarnir við arbeiðstakararnar undirskrivaðir.
Búsetur & Lutzen: Jørð,-kloakk-, betong-, stál-, timbur-og snikkaraarbeiði.
Regin Joensen: Múraraarbeiði.
Demich: HVS, ventilatión v.m.
Kongshavnar El-virki: El-arbeiði.
Falkenberg, múrarameistari: Málaraarbeiði.
Eyðun Eyðunsson: Gólváleggingararbeiði.
43, 8 mió. kr.
Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at tilsamans verður kostnaðurin av arbeiðnum 43,8 milj. krónur fyri tað, sum Nes kommuna í hesum umfari ætlar at byggja út fyri.
- Sambært ætlanini verður henda útbygging liðug á vári 2008, sigur Súni í Hjøllum.